týsdagur 4. mai 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 84 - 4. mai 2004
21
Tað mundi ikki vera
nógv orka eftir í før-
oyska kvinnulands-
liðnum at enda.
Fimm dystir á fimm
dagar høvdu síni
sjónligu árin. Bæði í
møði og í skaðum
CHALLENGE-TROPHY
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Mezzocorone, Italia: Tað er
einki at siga til, um før-
oysku hondbóltskvinnurnar
vóru nakað moyrar, tá tær
tíðliga mánamorgunin fóru
undir ferðina aftur til Før-
oya.
Fimm dystir upp á fimm
dagar er ikki akkurát tað,
sum leikararnir eru vanar
við, og Malan Klakstein,
sum var fysioterapetur á
ferðini, mundi ofta kenna
tað sum eina møtumikla
uppgávu, tá hon royndi at
fáa leikararnar klárar til
dystirnar.
Allir burdu hvílt seg
Ein av fleiri leikarum, sum
soleiðis stríddi seg gjøg-
num seinastu dystirnar við
skaða, var Nikolina Eyð-
bjørnsdóttir úr VÍF.
Í dystinum móti Letlandi
fríggajdagin,
fekk
hon
skaða í síðuna, umframt at
eitt blátt eyga eisini stóð á
skránni, men hóast hetta, so
var hon eisini við í hópin-
um teir báðar seinastu dyst-
irnar. Eisini hóast hon mátti
viðganga, at tað rættasta
kanska vildi verið at lopið
ein dyst um.
– Tað hevði nokk verið
tað rættasta, um allar høvdu
fingið møguleika at lopið
dyst um onkran dagin, men
tað ber bara ikki til. Og tá
man nú er her niðri kortini,
so vil man sjálvandi helst
spæla.
Men fimm dystir upp á
fimm dagar. Er tað ikki
veruliga nakað, sum merk-
ist í kroppinum, tá seinastu
dystirnir eru á skránni?
– Sjálvandi. Serliga í gjár
(leygardagin, blðm.) helt eg
tað vera tungt at fara í holt
við upphitingina, men í dag
bilti ikki eins nógv. Men
tað er klárt, at finalan
gjørdist ein øgiliga tungur
dystur fyri okkara viðkom-
andi. Vit høvdu jú 80 knall-
harðar minuttir móti Finn-
landi, har Italia hevði eina
væl lættari hálvfinalu, og tá
tú so fer langt afturum í
dystinum, so gerst tað
eisini eyka tungt.
Góvu tað seinasta
Men seinasta korterið ella
so, tóktist tað kortini, sum
mannaðu tit tykkum nakað
upp. Var tað bara so, at tit tá
skuldu geva tað allar sein-
asta?
– Ja, vit avtalaðu í sein-
asta time-out’inum, at nú
skuldi tað bara kempast. Vit
vóru eisini eitt sindur
skelkaðar aftan á hatta við
Anniku, og so at ein maður
beint eftir tað small um í
høllini. Tað gjørdi tað eitt
sindur óhugnaligt eina løtu,
men vit megnaðu so kortini
at stríðast tað allar seinasta
pettið.
Og sjálvt um talan so
gjørdist um tap í finaluni,
so helt Nikolina, at tær
kunnu ikki annað enn vera
nøgdar.
– Sjálvandi er tað ongan-
tíð stuttligt at tapa, men
Italia var nokk tað betri enn
vit. Og vit høvdu jú ikki
roknað við nøkrum sum
helst, áðrenn vit komu her
niður. Tí eru vit heilt sikk-
urt nøgdar við silvur-
merkini, segði ein móð –
men fegin – Nikolina
Eyðbjørnsdóttir at enda.
Einki var eftir
Nikolina Eybjørnsdóttir var
ein av føroysku spælarunum,
sum seinastu dagarnar
stríddist við skaðar, men sum
kortini tók lut í dystunum
21
20
Nr. 84 - 4. mai 2004
Finski favorittarnar
vórðu tvingaðar í
knæ av stórspælandi
føroyska liðnum, sum
spældi, stríddi og
kempaði seg til ein
fantastiskan sigur
CHALLENGE-TROPHY
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Mezzocorona,
Italia:
Einki er at ivast í, at hálv-
finalan hjá føroyska hond-
bóltslandsliðnum
móti
Finnlandi verður ein av
dystunum, sum hjá øllum
leikarnum fer at vera í
minninum í allar ævir.
Finnland vóru greiðir
favorittar undan dystinum.
Tað var nokk eingin, sum
ivaðist í tí, men føroyska
liðið hevði gjørt sítt fyri-
reikingararbeiði til lítar.
Fyrst høvdu øll verið í
høllini, tá Finnland og Italia
leiktu sínamillum dyst í
bólkaspælinum, og hóast
leikferðin her tóktist ræð-
andi, so tókitst uppgávan
ikki heilt vónleys.
Fantastiskur sigur
Og í øllum førum høvdu
okkara gott mót, tá tær fóru
undir hálvfinaluna. Tær
megnaðu í stóran mun at
fylgja finnlendingunum í
leikferðini, og við einari
fantastiskari
Gunnleyg
Berg inni á strikuni feingu
vit ferð eftir ferð strítt
okkum ígjøgnum verjuna,
so talan antin gjørdist um
mál ella brotskast.
Saman við Gunnleyg var
Joan M. Djordjevic stóri
føroyski leikarin fyrstu
løtuna, men fyri hana fekk
hetta ein bráðan enda, tá
hon púra einsamøl traðkaði
heilt skeivt á fótin, so hesin
varð keiktur.
Men
føroyska
liðið
treiskaðist. Tær vunnu seg
framum undan steðginum,
og hóast Finnland ta einu
løtuna eftir steðgin skoraði
fimm ferðir á rað, so
svaraðu okkara aftur.
Fríða Petersen stóð ein
kanón-dyst í málinum, eftir
at hon loysti Helenu av, og í
álopspartinum
tóktust
Simona og serliga Katrin av
hava innstillað kanónina so
klokkureint, at veit hvørja
tí einastu ferð megnaðu at
svara aftur, tá tað eydnaðist
Finnlandi at skora.
Umdystur mátti til – Og
eftir hetta enn ein um-
dystur, har einki var av-
gjørt, fyrr enn Finnland við
20 sekundum eftir misnýttu
brotskast. Jú dramatikkurin
var í hásætinum, og hóast
føroysku kvinnurnar neyv-
an orkaðu at standa á bein-
unum, so mundu jubel-
scenurnar við vøllin nærum
ongan enda taka. Føroyar í
finaluni, og tað við manér.
Hálvfinalan í tølum
Føroyar Finnland 31-30
Vanligur dystur 25-25
(13-11)
Fyrri umdystur 28-28
(25-26)
Seinni umdystur 31-30
(30-28)
Føroyskir málskjúttar:
Katrin á Neystabø 8(2),
Joan M. Djordjevic 5(4),
Annika Ljósstein 5,
Simona Hansen 4(1),
Gunnleyg Berg 3, Gurið
Mortensen 1, Nikolina
Eyðbjørnsdóttir 1, Anna
Kristina Samson 1, Una
Olsen 1, Bára S. Klakstein
1
Føroysk brotskøst: Joan M.
Djordjevic 4/4, Katrin á
Neystabø 3/2, Simona
Hansen 1/1, Gunnleyg
Berg 1/0
Finsk brotskøst: 3/1
Føroyskar útvísingar: Gunn
leyg Berg, Bára Skaale
Klakstein
Finskar útvísingar: 4
Føroysku hondbólts-
kvinnurnar tóku sær
kanska dekan ov nógv
av løttum, tá tær
taptu seinasta dystin í
bólkaspælinum fyri
Lettlandi
CHALLENGE-TROPHY
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Mezzocorona,
Italia:
Í
seinasta dystinum í bólka-
spælinum høvdu føroysku
kvinnurnar einki at spæla
um.
Sambært reglunum, so
telja innanhýsis uppgerðir-
nar áðrenn málini, tá støð-
urnar skulu gerast upp, og
tí vistu føroysku leikararnir
av, at tær undir øllum um-
støðum gjørdust vinnarar
av okkara bólki. Ein stað-
festing, sum skuldi vísa seg
at vera enn tryggjari, tá
Ísrael og Belgia leiktu javn-
leik í sínum dysti, soleiðis
at tey bæi liðini bæði end-
aðu við trimum stigum
mótvegis okkara fýra.
Avgreiðsla
Tað var eisini sjónligt, at
hetta bert var ein dystur,
sum skuldi avgreiðast.
Sjálvandi leggja leikarar-
nir altíð í úrslitið av dysti,
tá tær fara á vøllin, men tað
var leingi greitt, at tær ikki
løgdu eins nógv í tað
hesaferð, sum tær høvdu
gjørt tað dagin fyri.
Og frá venjarabeinkinum
vórðu eisini nøkur taktist
skift. Slitnu Helena Dam
Poulsen
og
Katrin
á
Neystabø vóru spardar til
seinnu uppgávur, og nógvar
av leikarunum, sum undan
hesum høvdu verið á beink-
inum fyri tað mesta, fingu
nú heilt fitt av spælitíð.
Tað líktist tó leingi ein-
um føroyskum sigri, men tá
okkara í seinna hálvleiki
fóru at taka sær av løttum,
vendist ikki aftur. Letland
tóktist samstundis fáa alt
betri mót upp á uppgávuna,
og tá tær vunnu seinasta
korterið við 8-2, var ikki
stórt meira hjá okkara at
gera.
Bíligt tap
Talan varð tó ikki um tað
stóru
katastrofuna
fyri
okkara lið. Sjálvandi er eitt
tap ongantíð nakað, sum
strembað verður eftir, men
dysturin hevði tó fleiri
týðandi element við sær.
Ikki minst at fleiri av
lyklaleikarunum fingu ein
minni strævnan dag, enn
tær annars høvdu, sam-
stundis
sum
fleiri
av
óroyndu leikarunum fingu
spælitíð.
Og so fekk føroyska liðið
eisini at vita, at tað skal
altso kempast og stríðast í
hvørjum einasta dysti. Tað
gjørdu tær bara ein hálvleik
hesaferð, og tað var ikki
nóg mikið.
Dysturin í tølum
Føroyar-Letland 24-27
(16-12):
Føroyskir málskjúttar: Joan
M. Djordjevic 4, Simona
Hansen 4(2), Lív Sørensen
3, Annika Ljósstein 3,
Gurið Mortensen 2, Anna
Kr. Samson 2, Una Olsen 2,
Heidi Maria Akselsen 1,
Nikolina Eyðbjørnsdóttir 1,
Anna Maria Samuelsen 1,
Gunnleyg Berg 1
Føroysk brotskøst: Simona
Hansen 3/2, Nikolina Eyð-
bjørnsdóttir 1/0, Annika
Ljósstein 1/0
Letlendsk brotskøst: 11/5
Føroyskar útvísingar: Lív
Sørensen 2, Gunnleyg Berg
2, Anna Maria Samuelsen
1, Simona Hansen 1, Ann-
ika Ljósstein 1
Letlendskar útvísingar:
Eingin
Sum siður er í slíkum
kappingin, sum Chal-
lenge-Trophy
er,
so
skuldi eisini eitt stjørnu-
lið, eitt All-Star team,
takast út.
Hetta varð gjørt á tann
hátt, at venjararnir hjá
ymsu londunum greiddu
atkvøðu
um,
hvørjar
leikarar teir hildu vera
tær bestu í kappingini, og
síðani varð eit lið sett
saman út frá hesum.
Og her vísti tað seg so,
at tvær av føroysku hond-
bóltskvinnunum vóru at
finna á liðnum.
Ikki heilt óvæntað var
Gunnleyg Berg onnur
teirra. Við framúr striku-
spæli var hon alla tíðina
ein av lyklunum í før-
oyska
spælinum,
og
hóast mótstøðuverjurnar
royndu at byrgja fyri, so
megnaðu tær ongantíð at
steðga hesum partinum
av føroyska spælinum.
Afturat sær á stjørnu-
liðið fekk Gunnleyg so
Simonu Hansen, sum
varð kosin besti høgri
bakkur í kappingini. Ikki
minst man tað vera skot-
styrkin hjá Simonu, sum
hevur imponera mót-
støðuvenjararnar somik-
ið nógv, at tey valdu hana
til ársins leikara.
-jm
Føroyar-Finnland 31-30 (28-28(25-25(13-11))):
Um-umdystur
Tvær á stjørnu-
liðið
Bæði Gunnleyg Berg og Simona Hansen fingu pláss á
sokallaða All-Star liðnum, sum varð samansett eftir
kappingina
Bíligir lærupengar
Annika og Gunnleyg royna at stríðast, men tað gjørdu hvørki
tær ella liðið í nóg stóran mun, og so vann Letland ein
uppibornan sigur á føroysku kvinnunum
Ikki minst var tað framúr
strikuspæl frá Gunnleyg
Berg, sum var viðvirkandi til
sigurin í hálvfinaluni
Og so kundi tann heilt stóri sigursdansurin framførast. Føroyar eru í finaluni
C
M
Y
K
20