Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mai 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 84 - 4. mai 2004 23 23 22 Nr. 84 - 4. mai 2004 Enn er ikki greitt, um illa sperda B68 fer at finna nýggjan mál- verja, ella um teir fara at dúva upp á teir, sum frammanundan eru á Svangaskarði B68 MÁLVERJIN FARIN Jóannes Hansen Tað stendur einki til á Svangaskarði. Eftir at B68 varð útsligið úr steypa- kappingini hava teir spælt tvær ferðir 90 minuttir í landskappingini. Teir hava tapt báðar ferðirnar, og teir hava ikki skorað. Nógvir av stuðulsspælar- unum frá í fjør eru burtur, og nú hevur íslendski mál- verjin, Albert Sævarsson, stungið í sekkin. Hann fór til Íslands í gjár, og tað hev- ur ljóðað, at Grindavík, sum hann spældi við, áðr- enn hann kom til Føroya, hevur verið ógvuliga áhug- að at fáa hann aftur í málið at standa. Albert og B68 hava FSF góðkendan sátt- mála fyri alt hetta árið. – Av persónligum orsøk- um hevur Albert ynskt at sleppa til hús. Tað hava vit játtað honum. Um hann skal spæla fótbólt í Íslandi, so verður tað sjálvandi ein spurningur millum felagið, sum vil hava hann, og okk- um. Tað er rætt, at Grinda- vík hevur spurt seg fyri hjá okkum, men vit hava ikki skrivað nakran sáttmála um at leysgeva Albert, sigur Niclas Davidsen, formaður í B68. Hvør skal so verja málið hjá tykkum? – Vit høvdu avgjørt ikki roknað við, at vit skuldu hava nýggjan málverja. Vit hava verið stak væl nøgdir við íslendska málverjan. Í løtuni arbeiða vit við, hvussu vit skulu loysa nýggju støðuna. Spurning- urin er, um vit skulu finna málverja aðra staðni, ella um vit skulu brúka ein av okkara egnu málverjum, svarar Niclas Davidsen. Á Svangaskarði er Jacek Przybylski, sum stóran part av síðsta kappingarári vardi GÍ málið og nú verjir B68 málið í 3. deild. Hann býr á Toftum og er komin til Før- oya at arbeiða. Sunnudagin varð Mortan Hansen settur inn í B68 álopið, tá ið tað restaði eitt korter. Í fjør var hann mál- verji á næstbesta B68 lið- num, og tað er neyvan óhugsandi, at hann kundi fingið møguleikan í máli- num á besta liðnum. Í hinum endanum Málverjutrupulleikin er nýggjur á Toftum. Har hava teir aðrar trupulleikar at dragast við. Eftir tvey tey fyrstu umførini er B68 nið- ast. Teir hava einki stig, og teir hava einki mál fingið. Annan sunnudag skulu teir til Runavíkar, har tað um- framt at verða grannaupp- gerð eisini fer at lukta av botnuppgerð. – Vit arbeiða við at sam- anspæla nýtt lið. Eg ivist ikki í, at tað fer at ganga rætta vegin, men tað tekur tíð. Vit eru ikki partur av fjórðingsfinaluni í steypa- kappingin, so vit hava hesa og næstu viku at fyrireika okkum í. Tit hava ikki skorað mál. Hugsa tit um at keypa nýggjan álopsspælara? - Vit hava eyguni við okkum og kanna, um tað er møguleiki fyri at styrkja um liðið. Tað er rætt, at tað hevur gingið illa at skjóta mál, men tað er ikki bara sum at siga tað at fáa ein álopsspælara. Allir teir før- oysku spælararnir eru upp- tiknir. Tað vil siga, at vit skulu uttanlands, um vit skulu hava ein nýggjan. Tá ið vit spældu ímóti GÍ, var tað nýggi útlendski álops- spælarin hjá teimum, sum skoraði fyrra málið. Tað kann koma væl við at fáa styrk uttanífrá. Í løtuni dugi eg ikki at siga, um talan verður um nýggjan álop- spælara hjá okkum, sigur B68 formaðurin. B68 málmaðurin farin av landinum Niclas Davidsen, formaður hjá B68 skal nú út at finna ein nýggjan avloysara fyri íslendiingin Albert, sum hevur verið málverji hjá B68 seinasta ár, og hann hevur vart málið hjá B68 í ár C M Y K 22 Tá ið FCK spældi OB niður og norður, var Todi Jónsson bert evarska lítla løtu á vøllinum, meðan Jákup á Borg als ikki var á OB listanum SUPERLIGAN Jóannes Hansen Tað varð lagt upp til fyrstu Føroya uppgerðina í super- liguni í langa tíð. Men einki spurdist burturúr føroyska dreyminum, tá ið Todi Jónsson og FCK leygar- dagin vitjaðu OB, sum undan vikuskiftinum hevði boðað frá, at teir fóru at hava Jákup á Borg í fimtan manna hópinum. Jákup var 16. maðurin á OB listanum, og tað vóru bara hann og eykamálverj- in, sum ikki komu á vøllin. Todi Jónsson var á FCK listanum. Tað var ikki fyrr- enn í síðsta minutti, at hann kom á vøllin fyri Álvaro Santos. Tá var FCK á odda 4–0, og soleiðis gjørdist úrslitið. FCK avrikið var sera sannførandi, og ikki minst í álopinum var tyngdin stór. Álvaro Santos legði upp til fyrsta málið, sum miðvall- arin Hjalte Bo Nørregaard skoraði. Hjalte B Nørre- gaard skoraði eisini næsta málið. Uppleggið alt sum tað var átti Jesper Bech, sum hesa ferð var í FCK álopinum saman við Álvaro Santos. Jesper Bech skor- aði tvey tey síðstu málini. Harvið staðfesti hann so miriliga, at hann í løtuni verður roknaður sum fremsti álopsspælarin hjá FCK – frammanfyri skadda Zuma, Álvaro Santos, Toda Jónsson og Peter Møller, sum loysti av, tá ið eitt stórt korter var eftir. 14.031 áskoðarar hugdu at í Odense. Teir sóu heima- liðið royna at sprella fyrstu løtuna, og so var tað FCK. Liðini skulu hittast aftur í Odense í hálvfinaluni í steypakappingini í annað- kvøld. Tað kann vera, at OB leygardagin gav skarv- in yvir, tá ið FCK hevði fingið fleiri mál, og alt har- við bendi á, at stigini fóru at fara til Keypmannahavn- ar. Men tað skal broytast rættuliga nógv, um OB í annaðkvøld skal gera nakað sum helst við FCK. 4–0 tapið var tað fyrsta hjá í langa tíð hjá OB, sum frammanundan hevði vunn- ið níggju heimadystir á rað. Fylgja væl við Millum tey, sum vedda um danskan fótbólt, er FCK vorðið alt størri favorittur at vinna DM. Men Esbjerg skal avgjørt ikki avskrivast. Sunnudagin vunnu teir 2–0 á Viborg. Stadion í Esberg er í løtuni sum eitt byggi- pláss, men áhugin fyri fót- bólti er kortini fyri upp- gangandi í Esbjerg. Hesa ferð vóru 8.360 og hugdu at, og tey flestu vóru í góð- um hýri. Øll vóru ikki komin á plássini, tá ið svenski álopsspælarin, Fredrik Berglund, setti hol á, og fram ímóti dystarenda var tað Jan Kristiansen, sum skoraði nógv mál í fjør, ið staðfesti heimasigurin við rimmar langskoti. Í Brøndby var heimaliðið undir trýsti, tá ið teir seint seinnapartin sunudagin høvdu vitjan av AGF. Gest- irnir vóru ongantíð vanda- miklir, og Brøndby vann 2–0. Harvið eru tað fram- vegis trý lið í DM kapping- ini. Í annaðkvøld skal Brøndby til Aalborg at spæla seinnu hálvfinaluna í steypakappingini. Fyrra uppgerðin endaði málleys. Sær svart út Eitt skifti í heyst og eisini í vár tóktist tað sum um, at AGF hevði kós ímóti niður- flytingini. Úrtøkan er fram- vegis einki serlig. Men hon er uppaftur lakari hjá AB og Frem, sum tykjast fáa meiri enn ilt við at bjarga sær í deildini. Eisini hjá Herfølge gongst illa. Hesa ferð tapti Frem lyklauppgerðina í Farum ímóti FCN 2–1. Hóast Her- følge eisini tapti – FCM fór av Sjællandi við 4–1 sigri – so sær tað rættuliga svart út hjá Frem, sum er seks stig aftanfyri Herfølge, ið er hinumegin strikuna. Sunnudagin skulu Frem og Herfølge dystast. AB tykist hava mist trúnna uppá, at tað skal bera til at sleppa undan botnplássinum og harvið niðurflytingini. Hesa ferð taptu teir 3–1 í Aalborg, har heimaliðið umframt ímóti steypafinaluni eisini hevur sett kós ímóti fjórða pláss- inum. Nú er AaB bara tvey stig aftanfyri OB. Jann Ingi Petersen var á vøllinum alla tíðina, meðan An- drew av Fløtum og Hjalgrím Elttør vórðu skiftir inn, tá ið Fremad Amager legði rygg til stórtap ímóti Johan B. Hansen og Horsens DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Eftir at teir fyrstu umførini eftir vetrarsteðgin søplaðu sannførandi oddasessin burtur, gongur tað aftur við ein spentar ál hjá Johan B. Hansen og Horsens. Nú tað resta átta umfør, eru teir næstfremst og fimm stig frammanfyri Randers. Á odda í næstbestu deild- ini er Silkeborg. Niðurflyt- ararnir vunnu á heimavølli 3–1 á Randers. Í Horsens vóru fýra før- oyskir landsliðsspælarar á vøllinum. Johan B. Hansen var allar 90 minuttirnar í Horsens verjuni. Jann Ingi Petersen var allar 90 minuttirnar á liðnum hjá Fremad Amager. Tá ið tað restaðu fýra minuttir av fyrra umfarinum kom Hjal- grím Elttør inn, og tá ið tað restaði ein hálvur tími, slapp Andrew av Fløtum upp í part. Horsens legði seg bein- anvegin framum. Tá ið minni enn eitt korter var farið, var Horsens framman fyri 2–0, og teir vunnu 4–0. Vánirnar eru einki serlig- ar fyri, at Christian Høgni Jacobsen skal spæla í næst- bestu deildini, um hann fer at halda fram í Vejle, tá ið hann verður komin fyri seg aftur eftir drúgvan skaða- steðg. Hesa ferð var Vejle í Keypmannahavn, har teir á Eysturbrúgv taptu 2–1 ímóti Skjold. Vejle er triði niðast og harvið á veg ímóti niðurflyting. Brøns- høj við 20 og Fremad Amager við 21 stigum eru tey, ið tað verður neyðugt hjá Vejle at taka, um teir skulu sleppa undan niður- flytingini. Johan er á veg upp Føroyingarnir høvdu lítlan og ongan leiklut J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Føroyar – No ella hinvegin rs Lágárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 1.960 2.280 - - - 2.920 Bilur + 3 fólk 2.640 3.120 - 3.600 3.840 - Bilur + 4 fólk 3.320 3.960 4.440 - - - Bilur + 5 fólk 4.000 4.800 - - - - Háárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 2.480 2.960 - - - 3.760 Bilur + 3 fólk 3.300 4.020 - 4.620 5.100 - Bilur + 4 fólk 4.120 5.080 5.720 - - - Bilur + 5 fólk 4.940 6.140 - - - - Prísirnir í lágárstíð eru galdandi fyri 1 persónbil (upp til 7,0 m longd og 2,5 m hædd) og valda talið av ferðandi annan vegin. Børn yngri enn 6 ár, ið ikki hava egna koyggju, ferðast ókeypis. Prísirnir í háárstíð eru galdandi fyri 1 persónbil (upp til 5,0 m longd og 1,9 m hædd) og valda talið av ferðandi annan vegin. Børn yngri enn 6 ár, ið ikki hava egna koyggju, ferðast ókeypis. Lágárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 2.720 3.200 - - - 4.320 Bilur + 3 fólk 3.580 4.300 - 5.110 5.530 - Bilur + 4 fólk 4.440 5.400 6.080 - - - Bilur + 5 fólk 5.300 6.500 - - - - Háárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 3.720 4.160 - - - 5.800 Bilur + 3 fólk 4.780 5.440 - 6.820 7.420 - Bilur + 4 fólk 5.840 6.720 7.560 - - - Bilur + 5 fólk 6.900 8.000 - - - - Føroyar – Danmark ella hinvegin Tórshavn – Hanstholm ella hinvegin Lágárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 1.420 1.710 - - - 2.240 Bilur + 3 fólk 1.860 2.295 - 2.715 2.970 Bilur + 4 fólk 2.300 2.880 3.280 - - 3.940 Bilur + 5 fólk 2.740 3.465 - - - - Háárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 1.880 2.240 - - - 2.900 Bilur + 3 fólk 2.460 3.000 - 3.480 3.810 - Bilur + 4 fólk 3.040 3.760 4.160 - - 5.080 Bilur + 5 fólk 3.620 4.520 - - - - ella hinvegin Lerwick ella hinvegin Lágárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 2.330 2.650 - - - 3.530 Bilur + 3 fólk 3.045 3.525 - 4.185 4.545 - Bilur + 4 fólk 3.760 4.400 4.960 - - - Bilur + 5 fólk 4.475 5.275 - - - - Háárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 3.080 3.440 - - - 4.640 Bilur + 3 fólk 4.020 4.560 - 5.460 5.940 - Bilur + 4 fólk 4.960 5.680 6.480 - - - Bilur + 5 fólk 5.900 6.800 - - - - – Íslan ella hinvegin vn – Seyðisfjörður ella hinvegin Bilur + 2 fólk til Danmarkar úr 2.720,- Bilur + 2 fólk til Noregs úr 1.960,- Bilur + 2 fólk til Hetlands úr 1.420,- Bilur + 2 fólk til Íslands úr 2.330,- p Summarið 2004 Summarið 2004