týsdagur 4. mai 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 84 - 4. mai 2004
25
Tvøramenn hava fingið
fulla úrtøku, nú tvey umfør
eru farin av landskapping-
ini í 2. deild. Í fyrsta umfari
vann TB ein sannførandi 6-
2 sigur á B71 á Sevmýri,
men leygardagin stóð nógv
á, tá ið aldursforestin í før-
oyskum ítrótti var á vitjan
hjá B36 í Gundadali.
Gestirnir fingu eisini
bestu byrjanina upp á dyst-
in, og teir løgdu seg á odda
í fyrra halvleiki við einum
máli, sum Hallur Christian-
sen skeyt. Hendan støðan
helt sær eisini leingi, men
so hvørt sum dysturin leið,
gjørdist heimaliðið eisini
vandamiklari. Hetta gav
úrslit stutt fyri tíð, tá ið tað
eydnaðist Halgir Arge at
javna fyri B36. Gleðin var
tó stokkut, tí í seinastu løtu
eydnaðist tað tvøramonn-
um at bjarga sær øll trý
stigini, tá ið Bárður Dimon
skoraði sigursmálið til 2-1.
Við sigrinumhevur TB nú
seks fyri tveir dystir, og
liggja teir ájavnt við vága-
menn í oddinum av næst-
bestu fótbóltsdeildini. Hav-
ast skal eisini í huga, at
landsliðsskiparin
Óli
Johannsen enn ikki er tøkur
hjá TB, men tá ið hann
verður við aftur um fáar
vikur, verður liðið óivað
eitt vet sterkari, so tað sær
ikki so galið út hjá tvøra-
monnum.
tn
B36-TB 1-2 (0-1)
0-1 Hallur Christiansen
1-1 Halgir Arge
1-2 Bárður Dimon
B36-TB 1-2 (0-1):
Sigursmál kom
í seinastu løtu
Hóast teir tóktust
vera á veg ímóti tapi,
so megnaðu teir í KÍ
at stríða seg so væl
uppí aftur leikin í
Gundadali, at tað
síðsta løtuna rættu-
liga reið um snarið
B36–KÍ
Jóannes Hansen
Tað var undirhald fyri allar
pengarnar í Gundadali. KÍ
vitjaði B36, og tað var
intensitetur og spenningur.
Kring steðgin fór heima-
liðið framum 2–0. Harvið
bendi alt á heimasigur. Ikki
minst tí B36 fyrstu lítlu løt-
una av seinna umfarinum
vísti nógv meiri hugflogs-
ríkt spæl, enn teir høvdu
gjørt í 1. hálvleiki. At John
Petersen var komin á vøllin
var serliga fyrstu løtuna
góður styrkur í framrættaða
spælinum.
Álopini skolaðu ímóti KÍ
málinum. Santos og Jens
Erik nýttu hæl og tá, og
møguleikar spurdust burt-
urúr. Tá ið sjey minuttir
vóru farnir av 2. hálvleiki,
gjørdist miðvallarin Niels
Joensen eftir innkast í
høgru leysur dygst uttan-
vert
brotsteigin.
Hann
royndi seg við fløtum skoti,
hælurin á Niclasi Niclassen
broytti kósina á bóltinum
so mikið, at Jákup Mikkel-
sen var prísgivin, og so sá
einki út hjá KÍ. B36 var
frammanfyri 2–0 og í
hopla.
So gloymdi B36 at taka
uppgávuna í tí álvara, sum
skal til. Santos og eisini
onkrir aðrir høvdu hug at
spæla og dusa sær. Áskoð-
ararnir vóru við upp á tað,
tá ið brasilski síðuspælarin
fekk
mótstøðumenn
at
mala so um seg sjálvar, at
teir fóru á afturpartin. Men
hetta var ikki effektivt, og
tað gjørdist ikki betri av, at
Santos var sera málfikser-
aður. Sum televarpið fyrstu
tíðina frysti B36, og hóast
teir av og á funnu stevið
aftur, so var talan um dýrar
støðgir.
Stríddu og spældu
Fyri KÍ var tað køld pøs, tá
ið Egil á Bø fimm minuttir
undan hvíldini við perlu-
skoti úr høgru og í handara
síðunetið legði B36 fram-
um. B36 – teir høvdu einki
horna havt frammanundan
– fekk trý horna eftir lítlari
løtu. Í síðsta førinum kom
bólturin til væl upplagda
Bárð Mortansson, sum í
vinstru tamdi – tað sá út
sum um, at hann gjørdi tað
við arminum, men tað helt
dómarin ikki – og smekk-
aði til. Jákup Mikkelsen
hálvbjargaði, og bólturin
støkk út til Egil, sum skor-
aði vakra málið.
Frammanundan hevði KÍ
havt bóltin meiri, og teir
høvdu havt størsta møgu-
leikan, tá ið Erling Fles úr
eitt sindur spískum hevði
stútað innlegg úr vinstru og
til handara stólpan við síð-
una av.
Merkisvert var tað, at KÍ
hevði leikliga yvirvág stór-
ar partar av fyrra umfari-
num, sjálvt um B36 mið-
vøllurin var yvirmannaður.
B36 hevði í útgangsstøðuna
bara Áka Mørk á toppinum.
Aftanfyri hann vóru fimm
miðvallarar, sum skiftust
um at bjóða seg fram at
stuðla í fremstu røð. Hjá KÍ
vóru fýra miðvallarar. Í
álopinum vóru Erling Fles
og Stig Edvin Aksnes, sum
var lítið sannførandi undan
steðginum, men eftir steðg-
in blomstraði eisini hann,
og teir báðir syrgdu fyri
tveimum málum.
Fýra minuttir eftir seinna
B36 málið fingu klaksvík-
ingar nýggjan íblástur, og
tá høvdu teir í løtum
yvirvág á miðvøllinum, har
Arnold
Joensen,
Atli
Danielsen, Jan Joensen og
Símun Joensen arbeiddu
nógv og høvdu felags stev.
Dygst frá rangstøðu-
markinum og eftir neyva
framlegging frá Stig Edvin
Aksnes slapp Erling Fles
frá ikki serliga sannførandi
– burtursæð frá Póli Thor-
steinsson – B36 verjuni, og
hann setti trygt framvið
Trónda Vatnhamar. Fýra
minuttir seinni var aftur
galið hjá B36. Í vinstra
borði og frammanfyri mið-
strikuna vunnu klaksvík-
ingar bóltin, næstan frá
baklinjuni smekkaði Stig
Edvin Aksnes innfyri, og
Erling Fles var fyrstur á.
B36 royndi onkra løtuna
at trýsta. Bárður Mortans-
son slapp onkra ferðina frá
Marek og til baklinjuna og
legði innfyri, men Aleksan-
der Djordjevic og Niclas
Niclasen lósu spælið væl.
Jens Erik Rasmussen slapp
eina ferð púra leysur ímóti
Jákupi Mikkelsen, sum
bjargaði. Í hinum endanum
vildu klaksvíkingar hava, at
bólturin hevði verið innan-
fyri, áðrenn B36 verjan eft-
ir horna ruddaði burtur,
men tað mettu dómari og
linjuverji ikki.
B36–KÍ 2–2 (1–0)
1–0: Egil á Bø 39.
2–0: Niels Joensen 52.
2–1: Erling Fles 55.
2–2: Erling Fles 61.
Dómari: Suni Johansen
B36: Tróndur Vatnhamar –
Arnbjørn Daniesen, Egil á
Bø, Pól Thorsteinsson,
Sverrir Kjærbo – Niels
Joensen, Ronnie Samuel-
sen (John Petersen, 46.),
Bárður Mortansson, Jens
Erik Rasmussen, Alex San-
tos – Áki Mørk
Gult kort: John Petersen
KÍ: Jákup Mikkelsen –
Leon Bjartalíð (Jan An-
dreasen, 60.), Niclas Nicla-
sen,
Aleksander
Djordjevic,
Marek
Vierbiczki – Arnold Joen-
sen, Jan Joensen, Atli
Danielsen, Símun Joensen
– Erling Fles, Stig Edvin
Aksnes
Gult kort: Marek Vier-
biczki, Atli Danielsen, Jan
Joensen, Jan Andreasen
B36–KÍ 2–2 (1–0):
B36 trýsti ov ofta á koblingina
Liðskiparin hjá KÍ, Atli Danielsen, í nærdysti við Ronnie Samuelsen hjá B36.
mynd: Álvur Haraldsen
Kapping styrkir um
KÍ liðformaðurin Atli Danielsen taldist millum teir
mest eyðsýndu. Hann stríddist og var sannførandi
bæði í verju– og álopspartinum. Nú hava klaksvíking-
ar eyguni vendum ímóti fjórðingsfinaluni í steypa-
kappingini, sum teir skulu spæla í Fuglafirði leygar-
dagin. Atli roknar við sera torførari uppgerð, men
hann heldur samstundis, at javnleikurin í Gundadali
vísti, at tað gongur rætta vegin.
– Vit eru væl nøgdir. Eg haldi, at vit løgdu væl fyri
í 1. hálvleiki, men í 2. hálvleiki vóru vit ikki væl við
fyrstu løtuna. Tá ið teir vóru komnir framum við
tveimum málum, sá tað ikki so væl út. Tíbetur skoraðu
vit skjótt til 2–1, og tá fingu vit orduliga um endan.
Síðstu løtuna kundi tað fara báðar vegir, og vit kunnu
væl liva við 2–2.
Serliga fegnan sigur Atli seg vera um, at álopsspæl-
ararnir stóðu seg so væl í 2. hálvleiki.
– Tað hevur verið kapping um plássini aftari á vølli-
num. Vit roknaðu tað fyri dyggan smeit, tá ið álops-
spælarin Jacob Bymar varð skaddur. Sunnudagin sóu
vit, at hann skal stríðast fyri at sleppa innaftur, og tað
er positivt.
Áttu at havt bundið um
B36 liðformaðurin Pól Thorsteinsson hevur ikki so
nógv at finnast at javnleikinum. Hann er samdur við
starvsfelaganum í KÍ um, at síðstu løtuna kundi tað
fara báðar vegir. Men Pól Thorsteinsson iðrar seg um,
at teir ikki megnaðu at varðveiðta leiðsluna, tá ið teir
vóru komnir framum við tveimum málum.
– Talan er um heppið mál, tá ið bólturin broytir kós
og snýtir Jákup Mikkelsen. Men tað telur eisini, og tá
ið við vóru á odda 2–0, áttu vit at havt bundið um í
verjupartinum. Klaksvíkingar stríðast meiri tá, teir fáa
skjótt eitt mál, og so var púra opið aftur, sigur Pól
Thorsteinsson.
Eftir steðgin kom Ronnie Samuelsen ikki á vøllin
aftur. Pól Thorsteinsson veit at siga, at tað var neyðugt
at taka John Petersen inn, tí Ronnie var so mikið
skaddur, at hann illa fekk spælt.
25
24
Nr. 84 - 4. mai 2004
C
M
Y
K
24
Illa sperdu feløgini
eiga nú tvær vikur at
rætta tað, sum tey
hava hildið verið
orsøkin til ússaligu
gongdina og soltnu
úrtøkuna í tveimum
teimum fyrstu um-
førunum, og KÍ
viðhaldsfólkini fara
heilt víst at fjølgast,
um teirra lið fram-
vegis fer at fáa stóra
úrtøku
2. UMFAR SAMANUM
Jóannes Hansen
GÍ er einasta felagið, sum
eftir tvey tey fyrstu umfør-
ini hevur fulla úrtøku. Tað
er merkisvert, at GÍ fram-
vegis eigur fyrsta stiga-
missin til góða. Bæði í
steypakappingini
og
í
landskappini.
Bara eitt felag hevur
einki stig fingið í tveimum
teimum fyrstu umførunum.
Tað er B68. Sunnudagin
vóru tað toppliðið og botn-
liðið, sum spældu á nýggja
graslíkinum
á
Svanga-
skarði. Munurin var eyð-
sýndur soleiðis at skilja, at
GÍ eigur eitt væl saman-
spælt fótbóltslið, sum bæði
á verjupartinum og í álops-
partinum hevur eina greiða
fatan av, hvað tað gongur út
uppá, og hvussu málið skal
røkkast. So langt eru teir
ikki komnir á Toftum, har
teir stríðast við at seta nógv
nýtt fólk í týdningarmiklar
ódnir.
B68 hevur einki mál
skotið, nú landskappingin
er 180 minuttir gomul. Tað
stendur heldur einki serliga
til hjá HB og NSÍ. Bæði
hava tey talst millum favo-
ritt liðini. Nú hevur NSÍ eitt
stig og málmunin 3–5, og
HB hevur eitt stig og
málmunin 1–3.
EB/Streymur eigur eisini
til góða at skjóta fyrsta
málið. Men hóast teir einki
mál fingu á heimavølli
ímóti HB, so mundi tað
kennast sum meiri enn
hálvur sigur, at teir í ein
tíma megnaðu at halda tætt
ímóti HB. At ellivu HB
spælarar ikki megnaðu at
gera av við tíggju heima-
menn á Mølini, sigur nógv
um støðuna í HB.
HB trupulleikin sæst eitt
nú aftur í, at liðið higartil
ikki hevur víst sannførandi
avrik, og at spælið avgjørt
ikki hevur borið brá av at
vera av tí slagnum, sum HB
ofta hevur diskað upp við,
tá ið teir hava verið upp á
tað besta, og sum teir iva-
leyst meiri enn fegnir vilja
vísa, nú teir skulu halda
100 ára dagin og stríðast
fyri at seta FM met.
Í NSÍ og í B68 tykist tað
sum um, at tað serliga er í
málskjótingini,
at
tað
stendur illa til. Í NSÍ hava
teir roknað Helga L. Peter-
sen og Gert Langgaard at
vera miðvallarar. Teir siga
seg nýta teir í fremstu røð,
tí teir ongar rættuliga
álopsspælarar eiga. B68
hevur einki mál skorað, og
tað boðar ikki frá góðum.
Triðja umfarið í lands-
kappingini er ikki á skránni
fyrrenn annan sunnudag.
Illa staddu feløgini arbeiða
við at fáa styrkir aðra staðni
frá, men tað er ikki altíð
bara sum at siga tað. Í HB
leingjast tey eftir Jákupi á
Borg og Jan C. Dam, sum
kanska fara at koma um
ikki so langa tíð, og so
Tór–Ingari Akselsen, sum
sigst fara at síggjast aftur í
HB eftir summarsteðgin,
og so kanska onkrum øðr-
um.
Bæði í NSÍ og í B68 hava
teir leitað uttanfyri eingja-
garðarnar eftir álopsspæl-
arum. NSÍ bjóðaði gamla
B68 spælaranum Marcello
Marcellino úr Brasilia og
henda vegin at venja fyrr í
ár, men álopsspælarin varð
sendur til hús, tí hann var
ikki nóg góður.
Á kambinum
Burtursæð frá gøtumonn-
um eru tað Skála og KÍ og
so ÍF, sum hava fingið bestu
byrjanina. Vágbingar hava
ikki tapt enn, men tað eigur
ikki at vera nøktandi hjá
VB ikki at fáa meiri enn eitt
stig burturúr á heimavølli
ímóti Skála. Sjálvt um
heimavøllurin var á Tvør-
oyri, og sjálvt um Skála
frammanundan á heima-
vølli hevði vunnið ímóti
HB.
Fuglfirðingar vóru stak
væl upplagdir seint seinna-
partin sunnudagin. Eftir
góða avrikið og einki stig í
Gøtu, vóru teir grammir
eftir at fáa úrtøku burturúr,
og tað fingu teir væl og
virðiliga ímóti NSÍ. Sigrar
bera sjálvsálit við sær, og
tað verður spennandi at
síggja, hvussu tað fer at
hilnast hjá ÍF.
Skála eigur framvegis til
góða at tapa í nýggju
landskappingini.
Undan
ferðini um Suðuroyarfjørð
varð sagt á Skála, at teir
fóru at rokna eitt stig ímóti
VB sum sera gott úrslit.
Í Klaksvík hava teir verið
trilvandi
og
spyrjandi,
hóast eingin hevur ivast í, at
nýggi venjarin hevur gott
tak á spælarunum og hevur
megnað at birt uppundir
annars stóra áhugan.
Kassameistarin hjá B36
mundi leggja til merkis, at
tað vóru ikki so nógvir
klaksvíkingar í Gundadali
hesa ferð, sum tað plaga at
vera, tá ið KÍ vitjar. Tað
kann bera boð um, at KÍ
viðhaldsfólkini framvegis
ivast. Ivaleyst illneitaðust
fleiri inn á seg sjálvi
sunnudagin um, at tey ikki
vóru farin um fjørðin. Um
góða KÍ gongdin heldur
fram, so kunnu kassameis-
tarar í øðrum feløgum heilt
víst fegnast um, at KÍ við-
haldsfólkini fara at fjølgast.
Støðan, 1. deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál mál munur
stig
1 GÍ
2
2 -0 -0
5
2
3
6
2 B36
2
1 -1 -0
6
2
4
4
3 Skála
2
1 -1 -0
3
1
2
4
4 KÍ
2
1 -1 -0
3
2
1
4
5 ÍF
2
1 -0 -1
6
5
1
3
6 VB
2
0 -2 -0
1
1
0
2
7 NSÍ
2
0 -1 -1
3
5
-2
1
8 HB
2
0 -1 -1
1
3
-2
1
9 EB/
Streymur
2
0 -1 -1
0
4
-4
1
10B68
2
0 -0 -2
0
3
-3
0
Støðan, 2. deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál mál munur
stig
1 FSV
2
2 -0 -0
10
2
8
6
2 TB
2
2 -0 -0
8
3
5
6
3 AB
2
1 -1 -0
3
2
1
4
4 VB
2
1 -0 -1
3
7
-4
3
5 Royn
2
1 -0 -1
7
4
3
3
6 B36
2
1 -0 -1
3
3
0
3
7 B71
2
1 -0 -1
4
7
-3
3
8 KÍ
2
0 -1 -1
3
4
-1
1
9 Sumba 2
0 -0 -2
2
4
-2
0
10LÍF
2
0 -0 -2
0
7
-7
Leitað
verður
eftir álops-
spælarum
Fleiri feløg leita eftir monnum, sum kunnu skjóta bóltin í málið
Mynd: Álvur Haraldsen