týsdagur 4. mai 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 84 - 4. mai 2004
27
27
26
Nr. 84 - 4. mai 2004
Uppflytararnir úr
Fuglafirði vunnu
sunnudagin 4-2 á
oyggjarfeløgunum úr
Runavík. Avgerðin fall
stutt fyri hálvleik, tá
ið stóri spælarin í
dystinum, Magni á
Lakjuni, legði ÍF á
odda 2-1 við brots-
sparki, stutt eftir at
runavíkingar mis-
nýttu eitt brotsspark
1. DEILD
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Teir mongu áskoðararnir, ið
høvdu leitað sær til dyst í
Fuglafirði millum ÍF og
NSÍ
sunnudagin
fingu
valuta fyri pengarnar. Dyst-
urin var undirhaldandi og
málríkur, og serliga fugl-
firðingar borðreiddu til tíð-
ir við stak góðum og skjót-
um fótbóltsspæli.
Avgerandi løtan
Fuglfirðingar komu á odda
tíðliga í dystinum, tá ið
runavíkingar gjørdu sjálv-
mál. Jens Martin gleið, tá
ið hann skuldi taka ímóti
eini afturlegging, og bólt-
urin trillaði í tóma málið.
Nakað eftir hetta eydnaðist
tað gestunum úr Runavík at
javna, tá ið Helgi L. Peter-
sen stútaði eitt innlegg
undir Karstin Joensen í
málinum hjá ÍF til 1-1.
Hetta málið noyðist Karstin
helst at taka á sínar herðar.
Tá ið okkurt um ein hálv-
ur tími var farin av dystin-
um, kom avgerðandi løtan.
Fyrst fóru runavíkingar í
álop, og Jónstein Petersen
smeyg sær inn í brotsteigin
hjá ÍF, har hann bleiv
feldur, og dómarin ivaðist
ikki, men dømdi brots-
spark. Sjúrður Jacobsen var
settur
at
skjóta,
men
Karstin hevði lúrt hann av
og bjargaði væl. Bert fáar
minuttir seinni var vandi á
ferð í hinum endanum av
vøllinum. Bartal Eliasen, ið
nú er blivin álopsleikari,
var um at gerast leysur í
brotsteiginum hjá NSÍ, men
har var hann forðaður ólóg-
liga av Óla Hansen, og so
vóru tað fuglfirðingar, ið
fingu brotsspark. Besti
maður á vøllinum, Magni á
Lakjuni, skoraði hegnis-
liga, og heimaliðið var á
odda 2-1. Magni var fram-
úrskarandi sunnudagin, og
hvørja ferð hann hevði
bóltin, var vandi á ferð. Við
sínum
frálíka
teknikki
hevur hann lætt við at snýta
mótstøðumenninar, og tí-
skil hevði NSÍ ofta tveir
verjuleikarar á honum, og
tað gav sjálvsagt størri
rásarúm
hjá
viðleikum
hansara.
Fuglfirðingar við
yvirlutan eftir steðgin
Hóast tað Ian Højgaard
javnaði fyri NSÍ stutt eftir
steðgin við einum frálíkum
langskoti, ið tók í stongina
heilt uppi við samankom-
ingina, so tóktist tað sum
um, at tey bæði brotsspørk-
ini í fyrra hálvleiki gav ÍF
avgerðandi yvirvágina á
vøllinum.
Í fyrra hálvleiki hevði
spælið
verið
rættuliga
javnt, men eftir steðgin var
ÍF greitt tað betra liðið.
Gamaní høvdu runavíking-
ar bóltin eins nógv og vert-
irnir, men tað gekk ógvu-
liga striltið hjá teimum at
skapa nakað fram eftir vøll-
inum. Fuglfirðingar vóru
hinvegin rættuliga vanda-
miklir framman fyri málin-
um hjá Jens Martin Knud-
sen, og tað gav eisini úrslit.
Um miðjan seinna hálv-
leik fekk ÍF fríspark úti í
øðrum borðinum. Verjan
hjá NSÍ brúkti nógva orku
upp á at ansa eftir Bartali,
og tað gav rúmd fyri øðrum
leikarum hjá ÍF, og ein
teirra, Rúni Elttør, kastaði
seg fram við nærmastu
stong og møtti frísparkin-
um við einum flúgvandi
headara, sum streyk í mál-
ið, og so var ÍF á odda 3-2.
Eina løtu seinni øktu fugl-
firðingar um leiðsluna við
einum væl gjøgnum spæld-
um álopi. Hanus Eliasen
spældi
Bartal
Eliasen
leysan í vinstra borði, og
Bartal gjørdi skjótt av og
spældi beinan vegin inn
fyri til Eyðolv Petersen, ið
kom tuskandi, og hann
beindi bóltin í netið, og so
var dysturin avgjørdur.
Hetta seinasta málið var
sera skjótt og væl spælt, og
spælararnir hjá ÍF rørdu
bóltin bert eina ferð, áðrenn
hann bleiv spældur víðari,
og tað gjørdi, at verjan hjá
NSÍ ongantíð kom upp á
pláss, áðrenn bólturin lá í
málinum.
Seinastu løtuna av dyst-
inum var spælið heldur til-
vildarligt, men tað var
nærri 5-2 til ÍF, enn tað var,
at NSÍ fekk pyntað um
úrslitið.
ÍF-NSÍ 4-2 (2-1)
1-0 Sjálvmál
1-1 Helgi L. Petersen
2-1 Magni á Lakjuni brts.
2-2 Ian Højgaard
3-2 Rúni Elttør
4-2 Eyðolvur Petersen
Hvalbingar gjørdu bart, tá
ið teir leygardagin fingu
vitjan av leirvíkingum.
Uppflytararnir úr Royn
vundu burtur úr LÍF, sum
ongantíð fingu fótin fyri
seg í dystinum. Tað gekk
ikki long tíð, áðrenn stóri
spælarin í dystinum, Gisli
Sveinbjørnson,
legði
heimaliðið á odda 1-0, og
sami maður økti seinni í
fyrra hálvleiki til 2-0.
Áðrenn leirvíkingar fingu
høvi til at koma í skifting-
arrúmið í hálvleikssteðgin
at tosa um, hvussu teir
skuldu steðga hvalbingum,
eydnaðist tað Royn at
punktera LÍF, tá ið Sasha
økti um leiðsluna til 3-0 til
Royn, sum eisini var hálv-
leiksstøðan.
Spenningurin var nú full-
komiliga farin úr dystinum,
men hetta merkti tó ikki, at
vertirnir tóku sær av løtt-
um, tí teir hildu fram við
sínum ágangandi spæli, og
Gisli Sveinbjørnson økti til
4-0 við sínum triðja máli í
dystinum. Sasha smæddist
heldur ikki burtur, og hann
skoraði til 5-0, áðrenn Rúni
Thomsen setti punktum, tá
ið hann skoraði til endaligu
støðuna 6-0 til Royn. Við
sigrinum hevur Royn nú
tryggjað sær síni fyrstu stig
í landskappingini, meðan
LÍF enn einki stig hevur.
tn
Royn-LÍF 6-0 (3-0)
1-0 Gisli Sveinbjørnson
2-0 Gisli Sveinbjørnson
3-0 Sasha
4-0 Gisli Sveinbjørnson
5-0 Sasha
6-0 Rúni Thomsen
Hanus Eliasen, ÍF:
– Vit vóru
vanda-
miklari
Ungi og evnaríki mið-
vallaleikarin hjá ÍF,
Hanus Eliasen, helt
eftir dystin, at tað var
fult uppiborið, at ÍF
vann á NSÍ. Hanus helt
dystin verða javnan,
men at ÍF hevði verið
nógv tað vandamiklara
liðið. Eisini helt Han-
us, at brenda brots-
sparkið hjá NSÍ lyfti
heimaliðið,
meðan
søgan kanska hevði
verið ein heilt onnur,
um NSÍ hevði skorað.
Hanus Eliasen var
væl nøgdur við avrikið
hjá
fuglfirðingum
sunnudagin, og hann
helt, at allir mans hjá
ÍF kempaðu væl og
høvdu trúnna upp á, at
teir fóru at vinna dyst-
in. Hanus segði eftir
dystin, at hann helt
álopsspælið hjá ÍF
koyra sera væl í dyst-
inum, og tað tóktist
sum um runavíkingar
ongantíð av álvara
fingu spælið hjá sær at
hanga saman.
tn
Jónstein Petersen,
NSÍ:
- Vit fáa
ikki glið
á spælið
Tað var ein ógvuliga
vónbrotin
Jónstein
Petersen, ið vit fingu
orðið á eftir dystin
móti
fuglfirðingum.
Jónstein var als ikki
nøgdur við avrikið hjá
NSÍ, og hann segði, at
NSÍ als ikki fær glið á
spælið hjá sær. Vit
hava alt ov nógvar feil-
avleveringar,
segði
Jónstein og legði aft-
urat, at tað ongantíð
eydnaðist hjá teimum
at koma upp í gear.
Hetta sást eisini aftur,
helt Jónstein, tí NSÍ
hevði alt ov trupult við
at skapa nakrar mál-
møguleikar.
Jónstein
Petersen
heldur, at um NSÍ skal
hava nakran møgu-
leika at gera nakað við
GÍ, nú liðini hittast í
fjórðingsfinaluni
í
kappingini um Løg-
manssteypið komandi
vikuskifti, so noyðist
NSÍ at sýna størri
stríðsvilja og fáa glið á
spælið hjá sær.
tn
ÍF-NSÍ 4-2 (2-1)
Brotsspørk vóru avgerandi
Royn-LÍF 6-0 (3-0)
Stórsigur til uppflytararnar
Verjuleikarin hjá ÍF, Rúni Elttør, skoraði annað vikuskiftið á rað
savnsmynd
C
M
Y
K
26
Á nýggja undirlag-
num á Svangaskarði
brúktu teir fyrra um-
farið at skjóta tvey
mál, og so bíðaðu teir
eftir heimaliðnum,
sum vildi men ikki
megnaði at koma
afturíaftur
B68–GÍ
Jóannes Hansen
GÍ er á aldukambinum. Eft-
ir fult stigatal í steypakapp-
ingini hava teir í lands-
kappingini hildið fram við
somu ferð. Tveir dystir og
tveir sigrar og teir eru
einsamallir á odda.
Hjá B68 liggur illa fyri.
Teir eru foknir úr steypa-
kappingini, og í landskapp-
ingini eru teir eftir tvey tey
fyrstu umførini sørir –
einki stig og einki mál.
Tí var einki at siga til, at
tað var munur á, eftir at
hornorkestrið hevði blást
og borgarstjórin hevði hild-
ið røðu.
Gøtumenn eru væl skip-
aðir. Málverjin er tryggur. Í
miðverjuni hevur Poul Enn-
garð fingið nýggjan makk-
ara. Hann og Atli Greger-
sen tykjast longu vera væl
samanspældir, vongverjar-
nir gera sítt, og á miðvølli-
num kenna allir sín setning.
Eftir fimm minuttir var
neyðugt at skifta út, tí Han-
us Jacobsen hevði beklað.
Beiggi hansara, Poul Henn-
ing Jacobsen, flutti aftur á
vongverjan,
og
Símun
Louis Jacobsen varð settur
inn á miðvøllin. Tað gekk
upp á stás og seks minuttir
eftir útskiftingina hevði GÍ
lagt seg framum.
Hjá B68 er tað tungt. Tá
ið man á heimavølli ikki
hevur fleiri enn ein spælara
heilt har frammi, so ber tað
sjálvandi boð um, at tað
fyrst og fremst um at binda
fyri í verjupartinum. Eftir
at GÍ stutt undan hvíldini
hevði økt um leiðsluna,
vóru fyritreytirnar heilt
broyttar fyri seinna umfari-
num. Tá royndi B68 at flyta
spælið fram og trýsta, men
teir vóru ikki nøkur serlig
hóttan fyri oddaliðið.
Undan steðginum rakti
Mikkjal Thomassen ikki
nóg væl eftir innlegg, og
Øssur Jacobsen megnaði
ikki við høvdinum at stýra
nóg væl eftir eitt annað inn-
legg. Í 2. hálvleiki sendi
Øssur Hansen fríspark á
træverkið, og Mortan Han-
sen, sum síðsta korterið
loysti Súna Fríða av, hevði
gott skot, sum Hallur Han-
sen bjargaði væl.
Málini
GÍ gjørdi ikki mistøk, og
teir dugdu væl at sekta mis-
tøkini hjá mótstøðumonn-
unum. Popczynski reikaði
nógv og var ofta afturi á
miðvøllinum, har hann var
við sínum góða bóltførleika
og vísa eyga fyri spælinum
var við til at seta ferð á. Vit-
us Kofoed er stórur og
sterkur, og hann tykist
megna væl at halda upp á
bóltin, meðan tað verður
bíðað eftir, at viðspælarar-
nir skulu koma fram. Hans
Pauli Petersen bjóðaði seg
til í høgra borði, og Mag-
nus Skoralíð tykist tora alt
meiri í vinstru.
B68 verjan gjørdi fleiri
fríspørk. Tað var eftir eitt
fríspark, sum teir kendu seg
noyddar at gera eftir bólttap
aftarlaga, at GÍ fekk hol á.
Úr høgru sendi Magnus
Skoralíð til handara stólp-
an, har Vitus Kofoed í
fimm metra fjarstøðu var
púra blankur, tá ið hann í
bleytum boga stútaði upp
um B68 málverjan.
Tveir minuttir undan
steðginum var aftur heilt
galið hjá heimaliðnum. Teir
mistu í uppspælinum, verj-
an var komin fram á vøllin,
og tá ið Súni Olsen hevði
stungið bóltin fram ímill-
um, hevði Símun Louis
Jacobsen nógv pláss og
góða tíð at seta framvið
B68 málverjanum.
Eftir steðgin var GÍ meiri
varðið. Teir bíðaðu, meðan
B68 royndi, uttan at teir
gjøgdust heilt vandamiklir.
Fleiri ferðir var GÍ um
reppið at fáa mál, eitt nú tá
ið Atli Gregersen eftir
horna og úr góðari støðu
smekkaði upp um málið.
Tað kundu teir gulu og bláu
væl liva við.
GÍ er á aldukambinum,
og tað er hugaligt hjá teim-
um – bæði í landskapping-
ini og steypakappingini. Á
Toftum kennist tað í løtuni
ikki so hugaligt. Teir eru
leysir av steypakappingini,
og teir bíða framvegis eftir
fyrsta stiginum og fyrsta
málinum.
B68–GÍ 0–2 (0–2)
0–1: Vitus Kofoed 11.
0–2: Símun Louis Jacobsen
43.
Dómari: Lassin Isaksen
B68: Albert Sævarsson –
Oleif Joensen, Herbert í
Lon Jacobsen, Kári Sig-
vardsen, Jákup Eli Olsen –
Jóhan
Petur
Poulsen,
Mikkjal Thomassen (Eyð-
stein Skipanes, 65.), Bogi
Petersen, Øssur Hansen,
Øssur Jacobsen (Kristian
Anton Andreasen, 65.) –
Súni Fríði Barbá (Mortan
Hansen, 75.)
Gult kort: Øssur Jacobsen,
Herbert í Lon Jacobsen
GÍ: Hallur Hansen – Leiv-
ur Hansen, Poul Ennigarð
(Jónreid Dalheim, 70.), Atli
Gregersen, Hanus Jacobsen
(Símun Louis Jacobsen, 5.)
– Hans Pauli Petersen, Súni
Olsen,
Poul
Henning
Jacobsen, Magnus Skoralíð
– Krzyzstof Popczynski,
Vitus Kofoed (Poul Arne
Jacobsen, 63.
Gult kort: einki
B68–GÍ 0–2 (0–2):
Gøtumenn halda stílin
B71-Sumba 2-1 (2-1):
Sandoyingar á
stigatalvuna
Sandoyingar reistu seg, eftir at teir seinasta vikuskifti
vóru fyri lemjandi ósigri á Sevmýri. Leygardagin
hevði B71 vitjan av sumbingum, sum eisini høvdu tapt
sín fyrsta dyst, og á heimavølli eydnaðist tað B71 at
vinna ein týðandi 2-1 sigur á Sumba.
Øll málini í dystinum komu fyri steðgin. Tummas P.
Olsen legði tíðliga í dystinum sandoyingar á odda, tá
ið hann við høvdinum bendi einum innleggi frá Clay-
ton í málið, og tað gekk ikki long tíð, so økti Jónsvein
Thomsen við einum frálíkum heilfluktara um munin
til 2-0 til B71. Sumbingar góvu tó ikki skarvin yvir, og
stutt fyri hálvleik eydnaðist tað teimum at minka um
munin, tá ið Norbert skoraði til 2-1. Sandoyingarnir
vóru omaná fyri steðgin, og teir kundu havt størri
leiðslu, men vóru ikki nóg neyvir í avgerandi løtunum.
Gestirnir royndu at trýsta í seinna hálvleiki, men
B71 megnaði at halda tørn, hóast teir seinasta korterið
spældu við 10 monnum, eftir at Jónsvein Thomsen
hevði fingið sína seinnu ávaring.
tn
B71-Sumba 2-1 (2-1)
1-0 Tummas P. Olsen
2-0 Jónsvein Thomsen
2-1 Norbert
Duttu ov langt aftur
Pauli Jarnskor er hjálparvenjari hjá Krzyzstof Pop-
czynski. GÍ veteranurin, sum í níti árunum var partur
av liðnum, ið vann fýra FM heiti á rað, er sjálvandi væl
nøgdur við úrtøkuna higartil.
– Vit kunnu ikki annað enn vera nøgdir. Tað verður
framvegis arbeitt við at samanspæla spildurnýtt lið, og
higartil hevur tað gingið sum eftir ánni. Men nú fara
vit at fáa okkum rættuliga royndar. Tað verður strevið
í fjórðingsfinaluni í steypakappingini ímóti NSÍ, og í
næsta landskappingardystinum, sum verður á heima-
vølli ímóti B36, fara vit rættuliga at fáa okkum roynd-
ar.
Pauli heldur, at teir í 2. hálvleiki á Svangaskarði
duttu í so langt aftur.
– Vit vóru frammanfyri 2–0. Um vit høvdu megnað
at skora eina ferð afturat, so hevði alt verið avgjørt.
Tað verður ofta sagt, at tvey mála leiðsla er vandamik-
il. Tað kunnu teir í B36 skriva undir uppá, eftir at KÍ
kom afturíaftur ímóti teimum. B68 hevði bóltin nógv í
2. hálvleiki, men teir vóru ongantíð rættuliga vanda-
miklir. Tað halda vit eisini komst av, at okkara verju-
spæl var væl skipað.
jh
Fjúrtan ár síðani seinast
GÍ og B68 eru fast inventar í bestu deildini. GÍ hevur
verið har síðani 1980, og B68 hevur verið har síðani
1981. Eftir 24 uppgerðir í landskappingini á Svanga-
skarði sær samantalda úrslitið soleiðis út, at GÍ hevur
vunnið trettan ferðir, B68 hevur vunnið fýrar ferðir, og
sjey ferðir hevur tað verið javnt.
Sunnudagin vann GÍ fyri aðru ferð 2–0 á Svanga-
skarði. Fyrra ferðin var í 1990. Sunnudagin fór B68
fyri sjeyndu ferð av heimavøllinum, uttan at tað hevði
eydnast teimum at skora ímóti GÍ.
Størsti GÍ sigurin á Svangaskarði var í 1994, tá ið
teir vunnu 7–0! Í 2000 vunnu teir 7–3. Síðani tá hevur
verið javnt tvær ferðir – 2–2 og 1–1 – og í fjør vann
B68 fyri fyrstu ferð síðani 1989. Í fjør var úrslitið 3–2
til B68, men nú var GÍ enn eina ferð omaná. Um tað
er nøkur troyst í tí, so kunnu toftamenn ugga seg við,
at teir ofta plaga at standa seg betri í Gøtu, enn teir
plaga at gera á heimavølli ímóti GÍ.
Í løtuni tykist tað ikki víst at 25. uppgerðin á
Svangaskarði millum B68 og GÍ fer at vera næsta ár.
Hvussu tað at verða við tí, fer greiða at fáast á fyrst í
oktober.
jh
Gøtumenn liggja nú einsamallir á odda í 1. deild við fullum stigatali.
savnsmynd