Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mai 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 84 - 4. mai 2004 29 29 28 Nr. 84 - 4. mai 2004 C M Y K 28 Sonni L. Petersen, EB/Streymur: – Vit eru øgiliga væl nøgdir Einsamalli áleyparin hjá EB/Streymi í dystinum móti HB, Sonni L. Pet- ersen, var øgiliga væl nøgdur við javnleikin sunnudagin. Sonni segði eftir dystin, at hann var ovfarin av, at HB spældi so nógv upp á langar og høgar bóltar, og at teir ikki heldur royndu at spæla seg fram eftir vøllinum. Sonni helt eftir dyst- in, at talan var um ein sannan arbeiðsjavnleik, ið EB/Streymur hevði tryggjað sær, og at slíkir vóru ógvuliga góðir fyri moralin á liðnum. Ann- ars helt Sonni L. Peter- sen ikki, at dysturin var serliga undirhaldandi, men sæð frá teirra sjón- armiði var hann góður á tann hátt, at felagsliðið stóð nógv betur á vøll- inum enn í dystinum móti B36 vikuskifti frammanundan, og at teir eisini tryggjaðu sær sítt fyrsta stig í lands- kappingini. tn Rúni Nolsøe, HB- liðskipari: – Vit dugdu ikki at gagnnýta yvirtals- støðuna Liðskiparin hjá HB, Rúni Nolsøe, var alt annað enn nøgdur við avrikið hjá liði sínum sunnudagin. Rúni helt talan verða um ein vánaligan dyst, har HB ongantíð fekk spælið hjá sær at koyra. Lið- skiparin hjá havnarlið- num helt, at hvørki hann sjálvur ella nakar av liðfeløgum hansara kann verða nøgdur við avrikið hjá sær sunnu- dagin. Vit dugdu als ikki at gagnnýta, at vit vóru ein mann meiri stóran part av dystin, segði hann eftir dystin. Rúni ásannaði eisini, at taktikkurin hjá HB við at fáa bakkarnar at spæla bóltarnar niðan eftir síðunum til vengir- nar, miseydnaðist full- komiliga, millum annað tí at menn nýttu alt ov nógvar berøringar, áðr- enn teir spældu bóltin víðari. Rúni Nolsøe heldur, at higartil í ár hevur tað gingið hampuliga hjá HB í Gundadali, meðan tað hevur gingið illa á úti- vølli, og tað má venda, tí skulu teir endurvinna meistaraheitið, er neyð- ugt eisini at vinna dystir á útivølli, sigur HB- liðskiparin. tn Eitt av liðunum, ið nógv meta sum eitt møguligt oddalið í 2.deild, er AB. Argjamenn vunnu í fyrsta umfarinum ein tepran 1-0 sigur í Lorvík, har sigurs- málið ikki kom fyrr enn í seinastu løtu. Leygardagin vóru argjamenn á vitjan hjá KÍ, sum hevur eitt ógvuliga ungt lið. Dysturin var heldur tam- ur í byrjanini, men kanska vóru tað vertirnir, ið vóru omaná fyrstu løtuna. Hóast hetta vóru tað gestirnir av Argjum, ið løgdu seg á odda, tá ið fyrri hálvleikur var okkurt um hálvrunnin. Eftir eitt hornaspark eydn- aðist tað altíð vandamikla veteraninum Eyðun Sam- uelsen at leggja AB á odda 1-0. Hendan støðan helt sær eisini til hálvleiks. Seinni hálvleikur var ikki meiri enn tríggjar minuttir gamal, tá ið tað eydnaðist Frank Joensen at javna fyri KÍ. Gleðin var tó stokkut, tí bert fimm minuttir seinni legði Hans Jørgin Djurhuus gestirnar á odda aftur. AB trýsti fyri at økja um leiðsluna, men hóast teir fleiri ferðir vóru nær við, eydnaðist tað teimum ikki at skora. Ístaðin bragdaði hjá heimaliðnum, tá ið eitt lítið korter var eftir at leika, tí fekk Andrass Jacobsen javnað til endaliga úrslitið 2-2. Harvið fekk KÍ síni fyrstu stig í kappingini, meðan AB hevur fýra stig og liggur væl fyri í ovaru hálvu av stigatalvuni. tn KÍ-AB 2-2 (0-1) 0-1 Eyðun Samuelsen 1-1 Frank Joensen 1-2 Hans J. Djurhuus 2-2 Andrass Jacobsen Hóast HB leikti við 11 monnum móti 10 í ein góðan tíma, eydn- aðist tað teimum ikki at basa sundalags- monnum á Mølini á Eiði sunnudagin 1. DEILD Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Føroyameistararnir úr HB hava fingið eina vánaliga byrjan upp á jubileumsárið hjá felagnum. Í fyrsta um- fari í landskappingini vóru teir fyri eyðmýkjandi ósigri á Skála, og sunnudagin fingu teir bert tað eina stigið við sær aftur til Havnar, eftir at hava verið á vitjan á Eiði. Venjarin sett seg á beinkin Liðið hjá HB var eitt sindur broytt í mun til dystin á Skála. Leikandi venjarin, Heine Fernandez, hevði sett seg sjálvan á beinkin og givið unga Hendrik Rubek- sen, ið spældi ein framúr góðan dyst móti KR sein- asta vikuskifti, møguleikan frá fyrsta bríksli. Harafturat var Símun Eliasen við aftur í miðverjuni hjá havnar- monnum. Havnarmenninir royndu at trýsta frá fyrsta bríksli, men hóast teir høvdu bóltin nógv, vóru teir ikki serliga vandamiklir. Tá ið 26 minuttir vóru leiktir, var tó vandi á ferð beint uttan fyri brotsteigin hjá heimalið- num. Heðin á Lakjuni fór fram við seinasta verjuleik- aranum hjá EB/Streymi, Andrej Pacek, sum síðani gjørdi eina neyðbremsu, og tað kostaði honum eitt framskundað brúsubað frá dómaranum, Eiler Rasmus- sen. Nú væntaðu tey flestu, at HB fór at hava lætt spæl, men so var ikki. Sundalags- menn umskipaðu liðið hjá sær, og millum annað kom Sorin Anghel aftur í mið- verjuna at spæla, og hann spældi ein rimmardyst, hóast hann til tíðir fekk alt ov langan snór frá dómar- anum, tá ið hann lá og venaði seg á vøllinum. Fáir málmøguleikar Venjarin hjá EB/Streymi, Piotr Krakowski, hevði valt at seta Knút Vesturtún at mansverja HB-liðskiparan, Rúna Nolsøe, allan dystin. Líka mikið hvar á vøllin- um, ið Rúni var staddur, so var Knút í rygginum á hon- um, og at hetta darvaði spælinum hjá meistarunum nógv, sást á øllum brøgd- um. HB hevði bóltin stóran part av dystinum, og teir royndu eisini at trýsta spæl- ið inn í brotsteigin hjá heimaliðnum, men tað eydnaðist teimum ongan- tíð. Sundalagsmenninir stóðu væl á vøllinum, og gestirnir úr Havn fingu ongantíð spælið hjá sær at koyra. Av somu orsøk vóru so at siga ongir málmøgu- leikar í dystinum, og tað sigur ikki so lítið, at størsti málmøguleikin í dystinum var, tá ið útiliðið fekk frí- spark á brotsteigarmarkin- um í sambandi við útvís- ingina av Pacek. Eina aðru ferð skallaði Rógvi Jacob- sen hjá HB bóltin móti mál- inum eftir eitt hornaspark, men ein verjuleikari hjá EB/Streymi stóð úti við stongina og fekk beint bólt- inum burtur av vandaleið. Móti endanum av dystin- um setti HB-venjarin, Heine Fernandez, seg sjálv- an á vøllinum, og tá kom eitt sindur meira bit í tann- leysa HB-álopið, men tað spurdist tó ongantíð nakað burturúr, og tá ið dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í dystinum, hingu havnar- menninir við høvdinum, meðan vertirnir vóru ovur- fegnir fyri eina stigið, ið teir høvdu tryggjað sær við bert tíggju monnum á vøll- inum. Tamir føroya- meistarar Nú tvey umfør eru leikt, hava bæði EB/Streymur og HB bert tað eina stigið, og tað eiga serliga havnar- menninir at verða ónøgdir við. Havnarfelagið ætlar sær ikki lítið, nú teir fylla 100 ár, men enn er einki sum bendir á, at liðið kann verða við til at kappast um meistaraheitið. Miðvøllur- in, sum síðsta kappingarár var berandi parturin á lið- num, er als ikki komin í gongd, og saknurin í eitt nú Andrew av Fløtum og Tór- Ingar Akselsen er stórur. Sundalagsmenn hava havt trupla byrjan upp á kappingarárið við fyrst útidysti móti B36 og síðani heimadysti móti HB, og í EB/Streymi eru tey neyvan heilt ónøgd við, at tað hevur eydnast teimum at fáa eitt stig burtur úr hesum báðum dystum. Komandi vikuskifti snýr tað seg um fjórðingsfinalurnar í kapp- ingini um Løgmanssteypið, og tá skal EB/Streymur í Gundadal at dystast móti júst HB, men tað verður uttan Andrej Pacek. EB/Streymur-HB 0-0 (0-0) KÍ-AB 2-2 (0-1) Argjamenn fingu javnleik í Klaksvík EB/Streymur-HB 0-0 (0-0) Tannleysir havnarmenn Tað eydnaðist sundalagsmonnum at halda tørn móti HB, hóast teir vóru ein mann færri í ein góðan tíma savnsmynd Vágbingar hava held- ur ikki roynt at tapa, men hjá teimum kendist tað hesa ferð meiri, sum um teir høvdu mist tvey held- ur enn vunnið eitt stig VB–SKÁLA Jóannes Hansen Tað er óhoyrt í føroyskari fótbóltssøgu, men nú er tað ein veruleiki. Eftir tvey tey fyrstu umførini er Skála framvegis ósigrað. Eftir greiða sigurin á heimavølli ímóti meistarunum úr HB, komu teir sunnudagin norður um aftur við einum stigi, eftir at teir høvdu vitjað VB, sum hevði heimavøll á Sevmýri. Einki mál varð skorað. At hvørgin parturin fekk hol á, sást aftur í leikgongdini. Tað ráddi um at binda fyri, soleiðis at tað, ið var á kontini, ikki hvarv. Gestir- nir høvdu bóltin nógv, og stríðið um miðvøllin var stórt. Dan Djurhuus (eftir steðgin Jákup Olsen) og Milan Kuljic hjá heimalið- num, stríddust við Paula G. Hansen og Nenad. Skálamenn spældu við nett sama liðnum, sum frammanundan hevði vunnið ímóti HB. Tað vil siga, at vongverjarnir báðir, Bárður Danielsen og Iulian Florescu, sum undan Suð- uroyar ferðini vóru ivasamir, vóru førir fyri at spæla, og teir stóðu seg væl. Skálamenn høvdu bóltin nógv. Tað sást, at teir vóru áhugaðir í at varðveita tað, sum teir høvdu, og harvið høvdu teir ikki so nógvar málmøguleikar. Skjótu menninir heilt har frammi vóru ongantíð so mikið leysir, at tað var neyðugt hjá Bjarna Johansen at spíla seg út yvirfyri teim- um. Jónhard Frederiksberg og Eugen Stanciu vórðu hildnir í stuttum tjóðri av Eyðuni Jacobsen og Anders Sørensen. Síðstu løtuna loysti Bogi Gregersen Eugen av, men tað segði tað sama. Í tveimum førum undan steðginum vóru Skálamenn frammanfyri VB málinum. Í øðrum førinum stútaði miðverjin Dusan, men tað varð bjargað, og í hinum førinum var tað hin mið- verjin, Arnhold Berg, sum við høvdinum stýrdi bólti- num við síðuna av máli- num. Í einum føri vildu skála- menn hava brotsspark, men Birgir Sondum, sum hevði gott skil á, lætst ikki um vón. Alexandur Johansen lyfti fríspark úr seytjan metrum upp um manngarð- in. Skálamenn vildu halda, at ein í manngarðinum nýtti hondina at steðga bóltinum við, men tað helt dómarin ikki. Fegnaðust uttan at tað var mál Heimaliðið hevði kanska størri møguleikar enn gest- irnir. Birgir Jørgensen lá sum altíð framvið, men hann hevði ikki marginalir- nar á sínari síðu. Í tí eina førinum brast flatt langskot hjá honum í stólpan og síð- ani út til málspark, og eina aðra ferðina var hann ikki nóg neyvur við stútara úr seks metrum. Skála mál- verjin Igor Bjarni Kostic stóð har, sum bólturin kom. Vágbingar longdust eftir, at málið, sum ivaleyst hevði loyst upp fyri spælinum, skuldi koma, og ta einu ferðina hoyrdist tað á fagnaðinum, at áskoðararnir hildu tað vera mál. Miðvallarin í høgru, Palli Augustinussen, lyfti bóltin upp um málverjan, men tíverri fyri Palla og vágbingar, so dalaði bólturin dygst aftanfyri tvørtræið. Hann tók í nettakið, og tað mundi vera orsøkin til stóra, men stutta fagnaðin. Hetta var tiðja ferðin, at Skála spældi landskapping- ardyst á útivølli ímóti VB. Enn eiga skálamenn fyrsta málið á. Í fjør vann VB 2–0, og í fyrraárið var tað – júst sum tað var sunnudag- in – málleyst. VB–Skála 0–0 Dómari: Birgir Sondum VB: Bjarni Johansen – Mortan úr Hørg, Eyðun Jacobsen, Anders Søren- sen, Dalius Stalelinas – Palli Augustinussen, Dan Djurhuus (Jákup Olsen, 46.), Milan Kuljic, Símun Samuelsen (Poul N. Poul- sen, 81.) – Birgir Jørgen- sen, Mindaugas Grigala- vicious Gult kort: eingin Skála: Igor Bjarni Kostic – Bárður Danielsen, Arnhold Berg, Dusan Jaic, Iulian Florescu – Hanus Thor- leifsson, Pauli G. Hansen, Nenad Stankovic, Alexand- ur Johansen (Rúni Rasmus- sen, 79.) – Jónhard Fred- eriksberg, Eugen Stanciu (Bogi Gregersen, 74.) Gult kort: Nenad Stanko- vic VB–Skála 0–0: Skálamenn eru framvegis ósigraðir Alexandur Johansen og liðfelagar hansara av Skála fingu enn eitt stig, tá ið teir leiktu málleysan javnleik móti VB á Sevmýri Mynd: Áki Bertholdsen Úrtøkan er ikki nóg góð Hóast úrslitini í steypakappingini vóru eitt sindur mis- jøvn, so vóru tað ábendingar um, at vágbingar vóru hampuliga væl fyri og kanska fóru at blanda seg í kappinini um heiðursmerkini. Kappingin er bara tvey umfør gomul, og tað kann væl vera, at VB, sum er ein- asta felagið, ið hvørki hevur vunnið ella tapt, fer at standa seg væl. – Vit vóru væl nøgdir við at fáa eitt stig í Runavík. Men vit mugu staðfesta, at vit hava ilt við at skjóta mál. Í Runavík fingu vit eitt upp á brotsspark, og ímóti Skála fingu vit einki. Tað er fyrst og fremst tann trupulleikan, sum vit skulu loysa, um vit skulu vinna og harvið hugsa um at taka okkum upp eftir á støðu- talvuni, staðfestir VB málverjin Bjarni Johansen. Hann heldur, at tað var týðuligt, at skálamenn vóru komnir suður fyri at fáa eitt stig við til hús og so vóna, at teir kundu skorað sigursmálið. – Teir dugdu at spæla bóltin runt, uttan at teir harvið gjørdust vandamiklir. Vit mugu rokna við, at vit á heimavølli skulu skapa dystirnar og spæla okkum til møguleikarnar. Vit høvdu møguleikar at gera sigurs- málið, men higartil hava vit ikki havt marginalirnar við okkum, staðfestir VB veteranurin. jh Eitt fet í senn Tað kann ikki sigast annað, enn at tað eru nýggjar tíðir á Skála. Eftir heimasigurin á HB og javnleikin á úti- vølli ímóti VB, er Skála framvegis ósigrað, og teir kunnu sambært støðutalvuni erpa sær av at eiga besta fótbóltsliðið kring Skálafjørðin (um GÍ ikki verður rooknað við til tað selskapið, sjálvt um gøtumenn eiga nógv framvið fjørðinum). – Vit skulu ikki klaga. Frammanundan høvdu vit viljað selt dystin ímóti VB fyri eitt stig. Nú aftaná halda vit, at soleiðis sum tað tók seg upp, so var tað í lagið, at vit fingu eitt stig, sigur Pauli Poulsen, sum er hjálparvenjari hjá Johan Nielsen. Nú miðja tit hægri enn bara at sleppa undan niður- flytingini? – Tað fært tú meg ikki at siga. Vit taka ein dyst í senn. Vit eru ikki við í fjórðingsfinaluni í steypakapp- ingini, so nú fáa vit nakrar dagar eyka at venja í. Í fjør vóru vit nógv skaðaplágaðir. Í tveimum teimum fyrstu umførunum hava vit spælt við sama liðnum. Tað er týdningarmikið, og tað er eisini týdningarmikið, at tað er ikki frítt, at tað verður kappast um plássini, sigur Pauli Poulsen. Í triðja umfarinum skal Skála spæla á heimavølli ímóti ÍF. Tað vil við øðrum orðum siga, at talan verður um uppgerð millum tvey lið, sum higartil hava staðið seg betri, enn tað kanska frammanundan varð roknað við. jh Vágamenn fingu eina góða byrjan upp á stríðið um aft- ur at vinna sær sess í bestu deildini, tá ið teir seinasta vikuskifti vunnu 4-1 á Royn á heimavølli. Hetta vikuskifti var mótstøðulið- ið aftur úr Suðuroy, men hóast spælt var á Krossi- num í Sumba, so vóru tað ikki sumbingar, men vág- bingar, ið vágamenn dyst- aðust við. Í fyrra hálvleiki sá ikki út til, at talan skuldi gerast um nakran serligan málríkan dyst, tí málmøguleikarnir vóru fáir, og spælið fór fyri tað mesta fram á miðjum vølli. Tað var tí ikki heilt av leið, at tað stóð á jøvnum 0- 0, tá ið farið var til hálv- leiks. Í seinna hálvleiki var søgan ein heilt onnur. Ikki gekk long tíð, so legði Per Joensen gestirnar úr Vág- um á odda 1-0, men heima- liðið javnaði stutt eftir við einum máli, sum Eyðstein í Lágabø skeyt. Síðani spældi FS Vágar sambafót- bólt eina løtu, tí teir fingu trý brasiliansk mál á rað, fyrst tvey frá Silva og síð- ani eitt frá Wellington, og so vóru gestirnir bráddliga á odda 4-1. Vágbingarnir fullu í fátt, og tað hjálpti heldur ikki um støðuna, at teir fingu bæði málverjan og ein útileikara útvístan í seinna hálvleiki. FS Vágar økti um leiðsluna seinastu løtuna við málum frá Jákup Joensen og John Johansen, so at endaliga úrslitið gjørdist stórsigur 6-1 til FS Vágar, og tað var helst í meira lagi. tn VB-FS Vágar 1-6 (0-0) 0-1 Per Joensen 1-1 Eyðstein í Lágabø 1-2 Silva 1-3 Silva 1-4 Wellington 1-5 Jákup Joensen 1-6 John Johansen VB-FS Vágar 1-6 (0-0): Skrædnaði eftir steðgin