týsdagur 4. mai 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 84 - 4. mai 2004
Nr. 84 - 4. mai 2004
31
Tryggingarfelagið
pdf.
Klaksvíkar
Sjómansskúli
– ein virkin skúli
Í august 2004 byrja hesi skeið á
Klaksvíkar Sjómansskúla.
Sjóvinnuflokkur
Við hesum skeiði fæst atgongd til framhaldandi
lestur til skipara, um tygum eisini hava ta neyðugu
siglingartíðina.
Nærri
upplýsingar
hesum
viðvíkjandi fáast við at venda sær til skúlan.
Møguleiki verður eisini at taka dugnaskaparskeið í
sigling, ið gevur rætt til at føra skip upp til 100 tons
út á 30 fjóðringar úr landi.
Í lærutíðini verða skeið tikin innan trygd og
fyrstuhjálp.
Skeiðið varar 20 vikur.Tað eru ongar upptøkutreytir
til at sleppa inn í sjóvinnuflokkin. Fyri tey, sum
seinni ætla víðari, er tað ein stórur fyrimunur at
hava gingið í sjóvinnuflokkinum áðrenn,tí her verð-
ur grundarlagið til fleiri týðandi lærugreinar lagt.
Tvey pláss eru eftir til sjóvinnuflokkin.
Skipskokkaskeið
Útbúgvingin gevur øktan førleika at virka sum
skipskokkur á føroyskum fiskiskipi.
Kokkaútbúgvingin leggur m.a. dent á, at næmingar
læra føðslulæru og reinføri,at proviantera,matgera,
baka og borðreiða.
Í lærutíðini verða skeið tikin innan trygd og
fyrstuhjálp.
Skeiðið varar í 20 vikur. Skeiðið, ið byrjar í august
2004, er fullteknað, men nýtt skeið byrjar aftur í
januar 2005. Har eru nøkur pláss eftir.
Skiparar
Nýtt skeið til skiparar byrjar í august 2004.Til hetta
skeiðið eru bert nøkur heilt fá pláss eftir.
Útbúgvingin til skipara varar í 1 1/2 ár. Upptøku-
treytir til skiparar er treytað at víðkaðu fráfaringar-
roynd fólkaskúlans í lærugreinunum føroyskt,
danskt,enskt,rokning/støddfrøði,alis/evnafrøði við
próvtali í minsta lagi 6 ella javnmett hægri prógv.
Ella hevur gingið á sjóvinnuskúla og staðið dugna-
skaparskeið í sigling.
Umsóknarblað
Umsóknarbløð fáast við at ringja á tel. 456128.
Síðsta freist at tekna seg er 20. mai 2004.
Sethús í Vestmanna
til sølu
Eini eldri sethús á Bakkanum í Vestmanna, matr.nr.
81, verða hervið lýst til sølu, um hóskandi boð fæst.
Húsini eru umleið 41 m2 í trimum hæddum, 2 inn-
rættaðar hæddir og kjallari, grundøkið er 233 m2.
Í ovastu hæddini eru 2 kømur,og eitt stórt rúm sum
kann nýtast til stovu, ella kømur.
Í miðhæddini er køkur/stova, 1 kamar, wc/bað og
gongd.
Húsini eru bygd umleið 1920,og eru umvæld innan
og partvíst uttan, og eru sum nýggj innan, m.a. er
nýggjur køkur, nýggj gólv, nýggj elinnlegging,
nýggj oljufýring og radiatorskipan, og eisini eru
húsini plátaði av nýggjum innan, og isoleraði.
Eisini eru øll vindeygu skift (minus kjallari) tey
síðstu 10 árini, og takið er gott og partvíst nýtt.
Húsini eru sera hugnalig, og liggja í sera hugnalig-
um, veðurgóðum og barnavinarligum umhvørvið.
Áhugað kunnu ringja á tlf. 424792
eftir kl. 17.00
Føroya Heimavirkisfelag
Eykaaðalfundur
Boðað verður til eykaaðalfund í hølum felagsins
í J. Paturssonargøtu 24,Tórshavn,
sunnudagin 9. mai 2004 kl. 15.00.
Fundarskrá: Navnabroyting
Uppskot til navnabroyting eru vælkomin til
fundin. Nevndin tilskilar sær rætt til endaliga
avgerð.
Um fundurin ikki er viðtøkuførur, verður eyka-
aðalfundur 1/2 tíma seinni.
Nevndin
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3769
Navn: Sp/f Bavin
Hjánøvn: Sp/f Turid Olsen
(Sp/f Bavin) og Sp/f Høgni
Olsen (Sp/f Bavin).
Adressa: 240 Skopun
Kommuna: Skopunar
Kommuna
Stovningardato: 12.04.2004
Viðtøkudato: 12.04.2004
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur: Kr.
80.000,00 í øðrum virðum til
kurs 100.
Stovnarar: Petur Høgni
Sofus Olsen, 240 Skopun og
Turid Kristina Olsen, 240
Skopun.
Stjórn: Petur Høgni Sofus
Olsen, 240 Skopun og Turid
Kristina Olsen, 240 Skopun.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av stjórunum
hvør sær ella í felag.
Grannskoðari: Sp/f Revisión
v/ Kaj Joensen, Stoffalág 4,
100 Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
12.04.2004 - 31.12.2004
Endamál: Endamál felagsins
er at reka handil,
timburarbeiði- og/tænastur
og annað starv í hesum
sambandi.
Skráseting Føroya tann 27.
apríl 2004
Kristin Balle
_______________________
Til handilin við Landavegin verður søkt eftir
fyrikomandi og røskum
krambafólki
til skiftandi vaktir. Uml. 30 tímar/viku
Ring ella støkk inn á gólvið og spyr eftir Annbritt.
Tlf. 59 51 60 ella 31 21 61
Klaksvíkar Býráð hevur gjørt av at seta
á stovn mentanardeild til at taka sær
av tí vaksandi talinum av málum innan
skúla- og mentanarøkið.
Mentanardeildin, sum er deild í
býráðsumsitingini, hevur sum høvuðs-
uppgávu at vera fyrisiting hjá mentan-
arnevnd býráðsins, ið m.a. fyrisitur
menta- og skúlamál sambært komm-
unustýrisskipan býráðsins.
Mentanardeildin
hevur
m.a.
um
hendur:
• at fyrireika mál til viðgerðar í
mentanarnevnd býráðsins
• at avgreiða daglig umsitingarmál og
mál, sum eru samtykt av nevnd/um
og býráði
• at umsita tann partin av føroysku
skúlalóggávuni, ið sambært lóg um
fólkaskúla, frítíðarundirvísing og
øðrum skúlalógum eru lagdar út til
kommununa,
• at hava umsitingarligt eftirlit við
stovnum og deildum innan skúla- og
mentanarøkið,
sum kommunan
varðar av,
• at arbeiða fyri at samskipa nevndu
stovnar til ein enn meira miðvísan
og samskipaðan leiklut í lokal-
samfelagnum,
• at finna fram og fyrireika møgulig
nýggj tiltøk á skúla- og mentanar-
økinum til frama fyri trivnað og
framburð í lokalsamfelagnum,
• at fyriskipa ávís hátíðarhald og
• at fyriskipa vinabýasamstarvinum
og møguligum øðrum líknandi til-
tøkum í samljóði við stevnuna hjá
býráði, nevnd og leiðslu
• at vera við til at orða tey mentanar-
politisku stevnumiðini hjá Klaksvíkar
Kommunu
Deildin verður í fyrsta lagi mannað við
bert hesum eina starvsfólkinum,sum tí
kemur at hava um hendur allar upp-
gávur hjá deildini.Tann, ið settur verð-
ur, krevur tí bæði at duga at arbeiða
yvirskipað og við dagligum avgreiðsl-
um hvørt um annað.
Arbeiðsuppgávur leiðarans verða
m.a.:
• at hava dagligu ábyrgdina av
mentanardeildini og at fremja upp-
gávur hennara
• at vera skrivari hjá mentanarnevnd-
ini
• saman við leiðsluni og hinum deild-
arleiðarunum í býráðsumsitingini at
leggja framtíðarætlanir fyri deildina
og býráðsumsitingina sum heild
Menningarmøguleikar: Vit bjóða eitt
spennandi umhvørvi, har deildarleið-
arin fær høvi at ávirka møguligar
broytingar, ið kunnu ávirka arbeiðs-
innihald og umstøður.
Arbeiðsviðurskifti: Má tola skiftandi
arbeiðstíðir og til tíðir eitt stórt ar-
beiðstrýst.
Fyrisitingarstøði: Deildarleiðarin hev-
ur beinleiðis tilvísing til býráðsskriv-
aran.
Førleikakrøv: Viðkomandi útbúgving
frá hægri lærustovni, miðallanga út-
búgving ella samsvarandi førleikar.
Kunnleiki til kommunal viðurskifti og
umsiting,og innlit í skúla og mentamál
kunnu geva fyrimun.
Persónligir eginleikar: Framtakshug-
aður, leiðareevni, samstarvshugaður,
dynamiskur,loyalur,støðugur,tollyntur
v.m.
Lønar- setanartreytir verða samsvar-
andi avtalu við avvarðandi felag.
Nær byrja. Starvið verður sett skjótast
gjørligt.
Fleiri upplýsingar og møguligir spurn-
ingar kunnu setast John Færø býráðs-
skrivara, tlf. 41 00 00.
Umsóknir og viðkomandi skjøl
verða at senda Klaksvíkar Kommunu,
Postboks 2, 700 Klaksvík, og skulu
verða okkum í hendi í seinasta lagi
hósdagin tann 6. mai 2004.
Klaksvíkar Býráð
Leiðari fyri mentanardeildina
Stongt
Vegna skeið er handilin stongdur frá miku-
degnum 5. mai til og við mánadegnum 10. mai.
Átrokandi boð kunnu sendast á fax 318101 ella
telefon 212676/312676.
A. H. Jensen
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3768
Navn: Sp/f Kioskin á
Keiuni.
Adressa: c/o Jógvan Líggjas
Gregersen, 470 Eiði
Kommuna: Eiðis Kommuna
Stovningardato: 26.04.2004
Viðtøkudato: 26.04.2004
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 80.000,00 til kurs
100.
Stovnarar: Jógvan Líggjas
Gregersen, 470 Eiði og Anna
Kristiansen, 470 Eiði.
Stjórn: Jógvan Líggjas
Gregersen, 470 Eiði.
Tekningarreglur: Felagið
verður bundið við undirskrift
av stjóranum.
Grannskoðari: Sp/f
Grannskoðarastovan á Skála,
480 Skáli.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
26.04.2004 - 31.12.2004
Endamál: Endamál felagsins
er at eiga og reka handil og
annað virksemi í hesum
sambandi.
Skráseting Føroya tann 27.
apríl 2004
Kristin Balle
_______________________
Lesið
Sosialin
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
C
M
Y
K
31
30