Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-25, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 85 · ólavsøkan 2013 6 VIKUSKIFTI glæmu av gamla móðurlandinum, eftir at týskurin hevði lagt seg á hesar teigarnar av hinum danska imperium. Bregninge kirkja er eina vitjan verda, hon er frá katólsku tíðini, fyri trúbótina, og altartalvan er unikk, týskarin Claus Berg hevur skorið hana til og kálkmálningarnir eru ikki minni gitnir. Tað serliga við Bregninge er kanska, at Sven Havsteen-Mikkelsen setti seg niður í útryðjuni av býnum. Hann er kendur sum listarmaður og fostursonur Ejnar Mikkelsen, grønlandsfarari og í Føroyum best kendur sum stjóri á hvalastøðini í Lopra. Sven Havsteen var íðin mótstøðumaður undir krígnum, og teir siga, at hann orkaði so illa fyri týskinum, at hann vildi búgva í líðini norðanfyri fyri at tryggja sær, at hann ikki aftur fekk eyguni á grannarnar fyri sunnan. Hann liggur grivin dygst við kirkjumúrin undir liðini á konuni og kenda soninum, arkitektinum Alan Havsteen-Mikkelsen. Leygardagin 6. juni var “landsdystur” í fótbólti á Marstal Stadion. Marstal/ Rise ímóti Grønlandi, hesir seinru fyrireikaðu seg til Bermuda ferðina og vunnu 3-1. Í fyrra hálvleiki hevði Marstal tak á dystinum, men eftir hálvleik vóru grønlendingarnir meiri knáir, hóast nógvi hitin mundi kennast teimum tungur. Vitjanir fingu vit eisini í hesi sjáldsomu útryðju, tvær av døtrum mínum komu framvið tann eina dagin, og tað eina vikuskiftið komu advokaturin av Heygum og frúan framvið. Til ber ikki at taka aftur í alt tað, sum fer fram á slíkari ferð, men tann eina dagin løgdu vit leiðina út í Birkishólm við postbátinum. Sum í gomlum døgum á okkara leiðum, táið mjólka- og postbáturin sigldi ímillum Havnina og Skálafjørðin. Sum landbúnaðarmenn hava danir verið tiknir úr leikum. Oyggin liggur í grundini undir sævarmálanum, men teir hava byrgt uppfyri við eini havverju, og hægsta punktið á oynni/ hólmanum er bara 1,8 metur omanfyri vatnskorpuna. 95,8 hektarar og alt hevur einaferð verið dyrkað. Einaferð búðu 89 fólk í oynni, men sum á okkara leiðum dregur metrosexualiteturin, og nú eru bara 5 fastbúgvandi fólk eftir. Tveir útróðrarmenn, tvey sum arbeiða á Fjóni og skiparin á postbátinum. Útróðrarmenninir lata væl at álla- og rækjumiðunum kring oynna. Toskur fæst eisini, táið tann vertíðin er. Vit gingu oynna á tamb, áðrenn leiðin lá innaftur til Marstal. Eftir at vit høvdu verið inni og vitjað tey, sum nú eiga húsini, har eg vaks upp teir fyrstu 4 mánaðirnar av lívinum, í Skovgyden no. 3, lá leiðin inn á meginlandið aftur. Í ferju og bivreið til Keypmannahavnar. Smáir tveir tímar úr Svendborg til høvuðsborgina í mun til teir tveir sólarringarnar foreldur míni brúktu um at frakta meg sama teinin fyri 57 árum síðani. Nú siti eg aftur á sólpallinum hjá Fíu fastur. Sunnudagur er, og tá plaga vit at ganga kirkjugøtuna út í Kastruplundgøtu. Teir royna at endurnýggja seg í donsku fólkakirkjuni, legði merki til, at ein eldri kona fyri og onnur eftir komu við sjógv á baki niðan á prædikustólin at frambera bønir eftir prædikuna hjá próstinum. Og tað sum kanska kløkkaði meg uppaftur meira var, at alt kirkjufólkið varð boðið til summarfrokost í einum appendixi út frá kirkjuskipinum eftir altargongdina. Har var alt uttan livandi grind á borðinum, í sjálvtøku, og táið teir komu trillandi inn eftir gólvinum við einum platti av Coca-Cola og gullbeiarum frá Tuborg, “Den gyldne dame”, tá bar líkasum av, hetta havi eg bara upplivað einaferð áður, ein jólaaftan í Sjómanskirkjuni í Rotterdam, og eg hugsaði við mær sjálvum, hvussu mong ár mundu liggja ímillum hesa gullølina og eina líknandi støðu í Glyvra kirkju, eini 200 ár hevði eg hildið, og kanska er tað gott tað sama. Frægast er helst, at hvørt er til sína tíð, og at stásið í tignini og halgidóminum verða hildin við líka og í hevd. Nakrir lutir í samfelagnum krevja eina konservativa støðu, teir tíðarleysu, og kirkjan er ein teirra. Mánadagin eftir lendi nýggi jarnfuglurin aftur í Vágum eftir tvær royndir í nógva mjørkanum, og ein framúr ferð var at enda komin. Verk og dagur bíðaðu nú aftur eftir hvíldum og ravløddum mannabørnum. At elta gamlar gøtur á Errey var stimbur fyri sál og likam, og mælt verður øllum at gera hesa royndina. Hóast hon av góðum grundum eigur færri samleikaaktiur í oynni enn eg, so tóktist konan eisini at trívast mikið væl her suðuri við Eystrasalt. Umráðandi og eitt vælsignilsi var tað eisini at vera skorin frá alnót, telefon og føroyskum miðlum eina løtu á Danmarkar fløtum, - í hesum førinum á útoyggj í suðurfjónska oyggjahavinum. Onkursvegna hevði fastirin rætt, samleikatræðrunum slepst ikki undan. Úr Marstal til Glyvrar og síðani á G! Festivalin í Gøtu, soleiðis melur alt sum ein kringekja í einum og sama magni, tað fløðir og fjarar haðartil glæman slóknar, tí vit eru nú bara til sjónar fyri eina tíð. Og tað ræður um at brúka hana á tamb. Mátti tað sum eftir er av summarinum vignast landsmonnum mínum. Góða Ólavsvøku. myndir: privat