hósdagur 25. juli 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 85 · ólavsøkan 2013
5
Stállemmurin leggur seg líðandi og vit
smoyggja okkum ígjøgnum trongu
slokuna niðan í býin, sum tilvildarliga
gjørdist mín føðibýur. Ómetaliga vakur,
og tey sum búleikast her gloyma ikki
søguna, tey hava fingið ein europeiskan
heiður fyri at hava varðveitt býin betri
enn tey flestu. Tað er so smátt farið at
skýma, og leigaðu húsini í miðjum
Marstal standa og bíða okkum. Ein
fryntlig kona kemur við lyklunum, og
nú gerst lítið meira enn at fáa viðførið
inn á skápsrøkurnar. Møðin hevur máað
burturav megini, og tyngdin flytur
okkum skjótt út á villar dreymanna
víddir.
Danir eru stundisliga á fótum, í
hvussu er teir sum ætla sær í kirkju ein
sunnumorgun. Kl. 10 brestir kúlvurin
í klokkuna, og nú situr man undir
tróðrinum í hesum heilaga húsi, har
H. N. Krarup-Hansen, sóknarprestur
í sóknini í ein mansaldur, lat nakrar
danskar dropar av vatni úr hvíta
skírnarfuntinum á enni, fyri at lima
meg inn í hina heilagu sferu Hansara,
sum stjórnar øllum lutum oman av
bláloftum. Gamalt var ikki at fara av
oyggj við einum ódoyptum barni. Fáar
dagar eftir hendan 22. januar 1956 sá
eg mítt veruliga móðurland á fyrsta
sinni, táið vit komu skúmandi inn á
Havnarvág við Tjaldrinum. Annars er
Marstal kirkja helst hin einasta á okkara
leiðum, sum eigur tveir skírnarfuntar,
ein hvítan og ein svartan. Nú royna
teir at káva útyvir tað, men sannleikin
er helst, at børn úr hjúnaløgum vóru
skírd við hin hvíta funtin ímeðan
børn hjá ógiftum pørum ella einligum
mammum máttu líða tortin at fáa
vælsignilsið úr svarta funtinum. Eftir
altargongdina fór hvør til sítt, her ráða
fornar siðvenjur, í mun til aðrar staðir
í hesum fjølbrigdaða landi. Meira um
tað seinri.
Sólin skein oman og niðan í samfullar
14 dagar. Ikki skýggj á lofti og hitin
kjálkaðist upp ímóti fjórðingshundrað
stigum, og tá ber alt til. Mest umráðandi
er at spenna frá dagligu arbeiðsrútmuni,
at skifta taktina, táið frítíð er. Seta
ferðina niður, bara fylgja áhuga og
forvitni. Leggja allar dagligar ábyrgdir
niður eina løtu. Hevur tú verið tengdur
at maritimum umvørvi dastið av
lívinum, so er hendan oyggin og serliga
Marstal ein funnin fressur. Tað rýkur av
sjógvi, og sjálvt bannararnir omanfyri
tey keypshugaðu í gongugøtuni eru
prýddir við signalfløggum. Hetta er
sjóvinnubýurin burturav. Søgan er
øgilig og hon er í óvanliga stóran mun
eyðmerkt á kenda sjósavninum niðri
við havnalagið. Nógv skip og bátar
eru smíðað fram við sjóvarmálanum,
og teir siga, at ta einu tíðina vóru 13-
14 skipa- og bátasmiðjur í býnum.
Turrdokkin, sum framvegis er í sving,
er týskur arvur, komin eftir stríðsárini
sum krígsendurgjald. Flestu føroyingar
bera kenslu á Marstal umvegis hin
gitna Navigatiónsskúlan, har eisini
nógvir føroyingar hava nomið sær
hægstu nautisku útbúgving. Pápi
mín gekk her í 54, 55 og nakað
inn í 56. Myndugleikarnir inni á
meginlandinum, í Keypmannahavn,
hava tíðum hótt við at taka skúlan
av, snúningsásina í býnum, men tað
miseydnaðist á hvørjum sinni, og
nú er hann mest framkomni skúlin í
landinum og tann eini av tveimum.
Hin er í Svendborg. Fyri okkum er tað
serligt, at tveir føroyingar hava verið
stjórar á skúlanum, Fischer Heinesen
og Dánjal Jákup Joensen, sum seinri
gjørdust stjórar í ávikavíst Klaksvík
og í Havn.
Annars er ikki trupult at fáa tíðina at
ganga her um leiðir. Ein dagin løgdu vit
á hjólhestum á leiðina ímillum Marstal
og Ærøskøbing og aftur. Onkursvegna
høvdu vit misskilt landafrøðiliga kortið
og endaðu úti á akrinum, har nøkur
hópin vill ungneyt í eini frumskóg
hóreiggjaðu sær sum um heimurin
skuldi bresta fyri eygum teirra.
Treystliga royndi man sum frægast
at traðka á pedalarnar í hesum síða
grasinum, og brádliga hoyrdist eitt hvølt
kvinnuljóð í kjalarslóðini, og eg ivaðist
ikki í, at ein mannúlvur hevði læst
kjaftin um øklaknútin á konuni, sum
av øllum alvi kýtti seg á hesi vilstu slóð.
Helst var tað bara ein skinnfluga, sum
hevði havt hug á henni, ella bara hevði
fløkt seg í flákrandi hárið - og umsíður
komu vit út ímóti sævarmálanum aftur.
Tað kitlaði ikki sørt í slitnu knøunum
eftir at hava traðkað einar 28 kilometrar
av sær hendan dagin.
Tað tykiskt sera umráðandi fyri
fólkið á oynni, at tey í mest møguligan
mun eru sjálvbjargin. Við føði og orku,
tú rennir teg í hesar sólpallarnar allar
staðir, og nú verða teir lagdir á mest
sum hvørja tekju eisini. Vit akaðu
nakrar ferðir ímillum høvuðsbýirnar
syðri á, men neyðugt er eisini at taka
land norðanfyri. Á endanum stendur
hesin gigantiski vitin, sum sigst vera
gjørdur so trivaligur fyri at fólkið í
Slesvík-Holstein kundi síggja eina
myndir: privat