hósdagur 25. juli 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 85 · ólavsøkan 2013
4
VIKUSKIFTI
Ferðafrásøgn
Tórbjørn Jacobsen
87 ára gamla fastirin, sum ikki hevur
tørv á heimahjálp, og sum íðin røkir
síni áhugamál saman við vinkonum
í grannalagnum, spælir kort, íðkar
fimleik og tuskar kring um býin á
hjólhesti, hevur av góðum grundum
havt serligar kenslur fyri mær og øvut.
Úr ættarbregðinum er hon bersøgin av
lyndi, leggur ikki fingrarnar ímillum,
og nú eg júst eri afturkomin úr
Marstal, sigur hon mær frá ferðini,
táið eg á fyrsta sinni kom uppá land
her í tronganum við Oyrarsund. Hon er
ikki farin av málinum, tosar við somu
treystu føroysku tungu, sum táið hon
flutti av landinum fyri sjeyti árum
síðani.
Veturin 56 var kuldin annars nógvur
á meginlandinum, og stræti og sund
vestanfyri frystu og gjørdu siglingina
nærum ógjørliga. Kortini hevði ferjan
úr Ærøskøbing vríggjað seg ímillum
flakarnar niðan til Svendborg, sama
var lagið úr Nýborg til Korsør, og
haðani gekk leiðin á lunnavagni til
Keypmannahavnar. Tað mesta av
tveimum sólarringum á ferð høvdu
ørkymlað hendan fýra mánaðir
gamla óvitan í babylyftuni, túraðu
foreldur hansara steinsovnaðu frá
heimsins meldri, táið kjálkarnir møttu
pútuvárunum, og fastirin sigur, at hon
ongantíð hevur fingist við ein so illan,
garterandi og balstýrnan nýføðing.
Ikki á ævini. 57 ár seinri sita vit bæði
her og kaga upp í himmalin, eygleiða
mjúkligu vagganina í trækrúnunum og
spjalla um leyst og fast, og serliga um
hvussu okkara vegir áhaldandi hava
runnið saman aftur. Hetta er mítt heim
í donsku høvuðsborgini.
“Tað var so rímiligt, at tú fórt tær
ein túr til Marstal aftur”, heldur hon
fyri á forna eysturoyarmálinum.
“Táið man bæði er gjørdur, føddur og
skírdur í einum býi, slepst ikki undan
samleikanum haðani”, heldur hon fram.
Rætt hevur hon. Mannabarnið er lítið
annað enn eitt produkt av umstøðunum
og íleguni sjálvandi. Hon tosar við meg,
sum hon tosaði við kanariufuglin, eftir at
hon var vorðin einkja. Hann lá víðopin
og steindeyður ein morgunin hon dróg
tjøldini frá búrinum. Mín ampi var, at
hann kanska hevði fingið varandi mein
av alkoholiskum yvirdosis. Einaferð eg
hevði gjørt mær eina trivaliga blanding
eftir ein møðsaman túr loftvegis úr
útlondum, fleyg hann út úr búrgrindini,
setti seg á glastromina, og eftir at
hava pikkað í oftara lagi niður í løgin,
bókstaviliga fingið sær uppí nevið, lætti
hann veingjunum, og setti seg aftur á
vaglið. Fá sekundir seinri skinklaði
hann á beinunum, misti fótafestið,
og lá avdottin í hølvispønunum eina
løtu áðrenn hann ressaðist við aftur.
Obduktiónin staðfesti kortini, at hann
doyði av elli.
Táið ein var til skips í mánaðir í
senn var áneyðin fyri at ferðast sum
ferðamaður samsvarandi lítil. Hetta
merkiliga landkrabbalívið broytti
tann hugin. Tørvur er á at koma út
um landoddarnar soleiðis av og á.
Vetrarnir fara illa við føroyingum. Í
lýsingum sært tú ein eksotiskan stað
fyri og annan eftir, sum tú átti at lagt
leiðina eftir. Vietnam, Cuba, Guinea
Bizzau, Russland, Cambodia fyri ikki at
siga Norðurkorea. Við døgverðaborðið
sita trúlovaði, vinir, hjún og børn helst
dastið av heystinum og vetrinum og
kjakast og samráðast um frægastu
loysnina fram ímóti sumrinum. Vit
bæði Heimastýrið komu til sættis
um eina styttri ferð, sum munar lítið
í kaffiprátinum, táið tað glintar frá
stokkunum í bindiklubbunum, men
sum kortini gjørdist ein almikið góð
ferð, góðir fjúrtan dagar á Errey, Ærø
sum teir nú rópa hana, og í suðurfjónska
oyggjahavinum.
Ein av eldru jarnfuglunum hjá AA
lættir sær á í Vágum, leygardagur er, vit
eru á gáttini til mánaðarskiftið juni/juli
í ár. Ein leigað bivreið stendur og bíðar
okkum í Billund, og haðani aka vit í
skundi eftir hesum breiðu asfaltálunum
ímillum kornakrarnar. Komin suður
ímóti Óðinsstaði kemur stígur í,
jarðarferðarhuglag á motorvegnum.
Alskyns akfør so langt eygað ber, fyri
aftan- og framman. Í lurtinum sigur ein
mjúk kvinnurødd, at tvey akfør hava
kyst hvørtannað í eini yvirháling og
liggja sum ein blokada, nú fólk fara
hastandi í summarfrí. Vit leggja á eina
síðugøtu, men við ongum GPS´ara
kann tað vera vandaleið, og vit krøktu
okkum óætlað í fjónsku høvuðsborgina,
Óðinsstað, og ikki fyrrenn Ann leyp
út úr bivreiðuni, og rópti spyrjandi
inn í eina bodega um veg, og eg stóð
parkeraður til ampa fyri alt og øll, fingu
vit um endan aftur, og vóru nakrar
minuttir ov sein til bíløgdu ferjuna á
Svendborg-Ærøskøbing leiðini.
Og nú eru vit har sum alt byrjaði -
hjá manninum á ferðini. Bilstjóranum.
Tað rýkur úr kaffikoppunum og vindlinum, og nýggi baksturin glíður
kimiliga niður ígjøgnum vælindini, og hetta brennandi heita likamið
á bláloftum bræðir okkum á sólpallinum her úti á Amager
Eltandi gamlar
gøtur á Errey
Ein øðrvísi ferðafrásøgn
Hesuferð er tað Tórbjørn Jacobsen,
sum greiðir frá ferðauppliving