Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-25, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2013síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 85 · ólavsøkan 2013 7 Nevnd burturúr Í komandi Summar útgávunum fara vit at hyggja nærri at børnum undir skúlaaldri, sum eru nevnd burturúr. Vit fregnast um søgurnar handan serligu nøvnini, og hvørjar tankar foreldrini hava gjørt sær, áðrenn børnini fingu navn. Lesarar eru vælkomnir at senda inn uppskot um børn við serligum nøvnum – og søgum tengdar at nøvnunum – til post@sosialurin.fo Navnið »Ýr« stavar úr orðinum »ýr«, ið er eitt slag av træi, ið er serstakliga sterkt og liðiligt Óli Jákup Jacobsen Ýr Einarsson Patursson er 1 ára gomul, fødd í apríl 2012. Foreldrini eru Tjóðhild Patursson og Eyðbjørn Einarsson Jespersen. Navnið »Ýr« stavar úr orðinum »ýr«, ið er eitt slag av træi, ið er serstakliga sterkt og liðiligt. – Orðið er at finna í nógvum gomlum kvæðum, har serliga boðar hjá reystum monnum hava verið gjørdir úr ýr viði. Á svenskum kallast træið idelgran, sigur Tjóðhild. Ikki einnevnd í Føroyum Ein kann undrast á, hvar man fær hugskot til eitt navn, sum ikki hoyrist vanliga millum manna. – Satt at siga stendur navnið í Navnabókini. Eg kenni eisini fleiri gentur úr Íslandi, ið kallast Ýr, men tá er tað oftast í samansettum formi, sigur Tjóðhild, sum saman við Eyðbirni og Ýr býr í Nólsoy, men upprunaliga er úr Havn. – Okkara Ýr er ikki einnevnd í Føroyum. Tá vit avgjørdu at kalla dóttrina Ýr, vóru vit tó ikki vitandi um nakra aðra. Men tá prestur prátaði við okkum áðrenn barnadópin, segði hann, at hann nýliga hevði doypt eina aðra gentu, sum eisini kallaðist Ýr. Júst eftir barnadópin hjá Ýr, upp­livdu Tjóðhild og Eyðbjørn eina stuttliga hending. – Vit vóru á veg til døgurðan, sum vit skuldu eta saman við gummum og gubbum, og tá kemur ein smágenta upp á eini 5 ár rennandi yvir og hyggur í vognin. Hon spyr so, hvussu diddan kallaðist, og tá vit so svaraðu henni, at hon kallast Ýr, svaraði hon »Tað geri eg eisini«, greiðir Tjóðhild frá. Tjóðhild vitandi eru fýra Ýr í alt í Føroyum. Ætlaði fyrst eitt annað navn Gjøgnum ein graviditet er vanligt, at komandi foreldrini hugsa og tosa um navnið á barninum. Soleiðis var eisini hjá Tjóðhild og Eyðbirni. – Eg havi altíð havt eitt navn gjøgnum allan mín uppvøkstur, sum eg havi verið serliga glað fyri, og sum eg plagdi at identificera meg við. Inntil Ýr bleiv fødd, var eg nokk so vís í, at vit fóru at kalla hana hetta ávísa navnið, sigur Tjóðhild, ið tó ikki vil avdúka, hvat navn talan er um. – Tá Ýr so kom í verðina, líktist hon akkurát Eyðbjørn, og tá passaði hitt navnið als ikki til hana. Ongar keðiligar reaktiónir frá fólki Ofta verður hoyrt, at børn verða happað av sínum navni, um tey eita okkurt serstakt. – Kann man ikki blíva happaður fyri øll nøvn? Vit hava onga keðiliga reaktión møtt frá fólki. Nú á døgum er tað eisini vorðið moderna at geva børnum sínum eitt serstakt navn og gjarna stutt eisini. So Ýr verður nokk bara eitt av hasum mongu stuttu nøvnunum, sigur Tjóðhild, sum hevur búð og lisið í Lund í Svøríki inntil í fjør, tá Eyðbjørn og hon fyrst fluttu eitt stutt skifti til Barcelona og síðan til Føroya í vár. – Tað einasta eitt sindur stuttliga eg hoyri í sambandi við navnið er, at onkur hevur sagt seg kenna ein hund, ið eis­ini kallast Ýr. Men uttan hatta havi eg ikki hoyrt nakað serligt, sigur hon. Sjálv hevur Tjóðhild eitt heldur serligt navn, men hon sigur, at tað ongantíð hevur verið keðiligt fyri seg. – Eg havi aldrin upplivað nakra happ­ing. Ofta halda fólk seg hava hoyrt skeivt, tá eg fortelji, hvussu eg eiti, og tað er so tað. Tá alt kemur til alt, so er eitt navn bara eitt navn, sigur Tjóhild. – Tað var ikki sum so tilvitað, at vit valdu eitt heldur serstakt navn til dóttir okkara. Vit ivaðust millum trý ymisk, men tað endaliga valið fall so á Ýr, sigur 24 ára gamla Tjóðhild Patursson, ið er mamma Ýr Foreldur: Tjóðhild Patursson og Eyðbjørn E. Jespersen Bústaður: Nólsoy Navn: Ýr 1 ár Navnið er úr gomlum kvæðum