Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-25, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 85 · ólavsøkan 2013 8 VIKUSKIFTI Samrøða Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Afghanistan 2010 - Høgni fortelur: »Eg eri ein deyður maður« Eg endurtaki orðini fyri meg sjálvan, áðrenn eg fari út gjøgnum portrið frá leguni. »Eg eri ein deyður maður«.. »Eg eri ein deyður maður.« Eg má síggja meg sjálvan sum ein deyðan mann, annars klári eg ikki útføra missiónina. Eg má broyta mínar tankar, koma í battle-mind og rudda allar forstýrandi hugsanir og kenslur burtur. Vit ganga beint út í vandan – og eg gangi fremstur. Eg eri sweepari; tað eri eg, sum gangi við minuleitaranum og leiði hinar í míni patrulju. Aðru ferð eg var úti á patrulju í Helmand, sá eg tann fremsta mannin verða sprongdan í luftina. Hann steig á eina minu. Eg veit, at eg kann gera tað sama. Eg havi eisini upplivað, at hermenn frá Taliban hava havt meg sum beinleiðis mál, og at kúlurnar hava flogið um oyruni á mær. Eg veit, at tað kann henda aftur í dag. Eg veit, at hesin patruljutúrurin kann vera tað seinasta, eg geri í lívinum. »Eg eri ein deyður maður«. Friðarvaktir Tað er skundur, sum eyðkennir slots­ pláss­ið frammanfyri Christiansborg í Keyp­mannahavn. Bilar, súkklur, fólk til gongu. Øll hava eitt mál, og øll skunda sær. Øll – uttan skiftandi friðar­vaktirnar, sum hvønn einasta dag síðani 2011 hava sitið har. Mál teirra er at minna politikararnar á, at teir hava eina ábyrgd fyri at at søkja frið – og at summi eru ósamd í donsku krígsluttøkuni. Seinastu mánaðirnar hava tað tó verið fleiri fólk hjá Friðarvaktini. Tveir krígsveteranar, sum báðir hava verið útsendir við Nato, hava hvønn dag ver­ ið har og stuðlað. Annar er Høgni Petersen úr Havn. Hann er í sínum NATO uniformi frá Afghan­istan, og sum sláandi andstøðu ber hann eisini eitt stórt, litfagurt Peace- flagg. Hann hevur stríðst í kríggi, men nú stríðist hann fyri friði. Tað róliga føroyska sinnalagið eyð­ kennir Høgna. Hann hevur mild eygu, og tað er tað sæst, at hann hevur verið nógv úti í sólini. Ljósu eygnavippurnar kransa brennandi eygnabráið. Hann tosar hóvliga og við mildari rødd - slett ikki, um tú kundi væntað av einum demonstrerandi hermanni. Hann gevur mær eitt stórt klemm, og tað kemur eitt sindur óvæntað. Hinar friðarvaktirnar smílast – tey eru helst von við fólk, sum ikki eru von við klemm frá fremmandum. – Man skal hava 12 klemm dagliga, tað veist tú av, ha? spyrja tey smílandi, og so koma tey øll at klemma. Løtu seinni, tá vit sessast við ein­um kaffimunni, greiðir Høgni frá sín­um upplivingum í Afghanistan, og hvussu tað ber til at skifta frá ytsta høgra­veing­ inum til ytsta vinstra­veingin. Afghanistan 2010 - Høgni fortelur: Minuleitarin bippar hart og uttan íhald og staðfestir harvið, at metal er í jørðini undir okkum. Her hava verið so nógvar eksplosiónir farnu árini, at her er metal allastaðni. Eg brúki tí meiri eyguni, logikkin og magakensluna, tá eg leiði Kríggið er ein illusjón 27 ára gamli Høgni Petersen úr Havn hevur verið í kríggi. Hann hevur sæð fólk verða særd og doyggja. Brennandi ynskið um at gera heimin betri førdi hann til Afganistan, men nú stríðist hann í Danmark ímóti tí krígnum, sum hann sjálvur var ein partur av fyri trimum árum síðani. – Vit halda, at vit í vesturheiminum eru tey góðu, men tað er eingin »góður« í einum kríggi, staðfestir hann mynd: privat