Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-25, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 85 · ólavsøkan 2013 10 VIKUSKIFTI myndir: privat mína patrulju. Ein metur aftanfyri meg gongur ein vápnaður maður. Hann skal verja meg, um vit verða álopin. Einar fimm metrar aftanfyri hann gongur restin av patruljuni. Vit skulu frá »Hight Ground«, har lega okkara er í oyðimørkini, og niður í »Green Zone«, tann gróðrarmikla dalin í Helmand landslutinum, har tey lokalu búgva. Vit skulu dagliga vísa okkum har og tosa við tey. Knappliga brestir ein vegbumba tríggjar metrar frammanfyri meg, og trykkið er so stórt, at eg verði slongdur gjøgnum luftina. Fyrsti tankin er, at nú havi eg mist bæði beinini. Tað er støv og roykur, og eg síggi einki, tá eg lendi. Eg royni at draga meg sjálvan burtur úr roykinum, tí eg síggi ikki, um nakar ætlar at skjóta meg. »Ligg stillur« rópa teir eftir mær, men eg hugsi ikki klárt og royni desperat at sleppa úr roykinum. »Ligg stillur, for helviti« geyla teir nú, og eg sissist og liggi púra stillur. Vit eru jú í einum øki við vegbumbum og minum allastaðni. Tað er eitt satt undur, at eg einki mein havi fingið. Tá vit hava tryggjað økið, kemur sergenturin og slær meg vinarliga á hjálmin. »Eg helt, at eg misti teg har«, sigur hann. Tann talibansoldaturin, sum sat við spreingileidningum, var dekan ov bráur. Hevði hann bíðað, inntil eg kom fáar metrar longur fram, hevði eg verið ein deyður maður. Ein illusjón – Eg hevði eina kenslu av, at okkurt var galið í heiminum, og eg kendi, at eg mátti gera okkurt fyri at bøta um tað. Eg var idealistiskur, loyalur og eg vildi stríðast fyri míni sannføring, sigur Høgni Petersen. Hann søkti um upptøku í herinum, og í 2010 bleiv hann partur av danska C-Coy liði 9 í Helmand. Høgni tosar róliga og leitar eftir orðunum. – Eg vildi út at berjast móti teimum yvirgangsmonnunum, sum vildu okkum í vesturheiminum og teirra egna fólki ilt. Eg vildi berjast fyri demokratii og frælsi, og eg helt, at herurin var eitt gott stað at gera tað. – Alt lívið havi eg latið mær fortalt, at vit eru tey góðu, og hini eru tey óndu. Okk­ara máti at gera tingini er tann rætti, og tað, sum hini gera, er skeivt. Tað eru vit, sum tryggja ein betri heim. Kríggj verð­ur upphevjað, og hermenn verða sæddir sum hetjur. Høgni ristir við høvdinum. – Eg fór í kríggj fyri hesa illusjónina. Eg setti mítt lív í váða og sá onnur verða dripin fyri hana. Høgni tosar skjótari og nýtir hendur­ nar fyri at undirstrika síni poeng. – Men sannleikin er, at tað er eingin »góður« í einum kríggi. Fólkið í einum krígsraktum landi tapir altíð, óansæð hvør annars vinnur. Og báðir partar, sum kríggjast, eru eins ringir. – Vit fáa at vita, at vit skulu út at hjálpa. Men vit stórt sæð bara oyði­ leggja. Bæði tey londini, vit skulu eitast at hjálpa, og okkum sjálvi. Ein harður tóni er kropin inn í ta áður mildu røddina. – Eg angri ikki, at eg fór. Men eg haldi, at hatta er eitt meiningsleyst kríggj. Afghanistan 2010 - Høgni fortelur: – Eg síggi eld, royk og eitt dekk av bilinum, sum hoyrir til okkara patrulju, koma flúgvandi 40 metrar uppi í luftini. Okkara patrulja er rakt. Eg ivist ikki í, at onkur er deyður nú. Í dag eri eg vakt í leguni, meðan hini eru farin út. Tað má hava verið ein serliga sterk bumba, tá eg merkti ristingarnar heilt niðan í leguna. Tíggju minuttir seinni eru vit á staðnum. Tann fyrsti soldaturin, eg møti, sær heilt undarligur út framm­ aní. – Lat vera við at hyggja inn í bilin, sigur hann og ristir harliga í meg. – Lat vera við at hyggja! Bilurin hevur rakt eina bumbu. Ein danskur, kvinnuligur soldatur, sum sat í bilinum, er deyður. Høgni steðgar eina løtu. Hendurnar rista og eygnabráið er fjart. Hann andar djúpt, summar seg eina løtu, áðrenn hann heldur fram. – Vit tryggja økið og byrja síðani at rudda. Ein lastbilur, sum skal fáa sprongda bilin leysan úr sandinum, kemur til staðið. Eg standi við síðuna av einum øðrum hermanni, og vit traðka til hvør sína síðu, fyri at loyva last­bil­inum framat. Í somu løtu er enn ein ógvuslig spreing­ing. Hin hermaðurin hevur traðk­að á eina minu og er sprongdur í luft­ina. Ein av granatunum hjá honum rívir seg leysa og verður slongd yvirum lastbilin. Hon lendir beint har, sum eg standi og eksploderar. Eg kasti meg niður – eri óskaddur – men panikkur kemur í. Vit halda, at vit verða álopin frá øllum síðum, men vit standa í ein­ um minuøki, og hvørt einasta fet kann kosta okkum lívið. »Amputatión« skríggjar onkur hinu­megin lastbilin. Eg fái ordra til at sweepa meg runt um bilin og yvir til soldatin, sum traðkaði á minuna. Eg – Eg vildi út at berjast móti teimum yvirgangsmonnunum, sum vildu okkum í vesturheiminum og teirra egna fólki ilt. Eg vildi berjast fyri demokratii og frælsi, og eg helt, at herurin var eitt gott stað at gera tað, sigur Høgni Petersen