Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-25, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 85 · ólavsøkan 2013 11 mynd: privat mynd: rebekka rafael gangi spakuliga við minuleitaranum. Hann bippar hysteriskt allatíðina, og eg veit ikki, um eg stígi á eina minu. Tá eg komi runt um bilin síggi eg, at bæði beinini eru sprongd av við knøini. Tað eru lunsar av kjøti, blóð og klædnapetti allastaðni. Sjúkrahjálpararnir siga mær, hvat eg skal gera. Teir síggja, at eg eri púra sansaleysur. Mín fyrsti tanki er: Eg kann ikki gera hetta. Mín næsti tanki er: Tað noyðist eg, annars doyr hann. Fylg pengunum Eftir fýra mánaðir í Afghanistan klár­ aði Høgni hvørki at eta ella sova. Hann hevði ilt við at forsvara fyri sær sjálv­ um, hví hann var har og hvør mein­ ing­in var. – Tað er hart at skifta hugsan um eitt kríggj, har tú hevur sett lívið í váða, og har tínir vinir eru deyðir. Eg vildi so fegin finna eina meining við tí. Men eg havi ilt við at finna hana. Vit vóru bara har, blivu skotin eftir og sprongd í luftina, men vit fluttu okkum hvørki aftur ella fram í landinum. Eg trúði uppá kríggið, tá eg kom, men eg fekk so nógvar meiningsleysar og ræðu­ ligar upplivingar, at eg misti trúnna, staðfestir Høgni. Hóast hann hevur posttraumatiskt stresssyndrom, sum mitt í tí heila sendir hann aftur til ræðuleikarnar í kríg­num, megnar hann nú at hava eitt full­tíðarstarv. Men fyrstu tíðina eftir at hann kom heim, vóru tað sálarfrøðingar og sálar­medisin, sum hildu honum omaná. Hann hevði ilt við at takla sínar tankar, sum gingu beint ímóti tí, hann altíð hevði trúð uppá og staðið inni fyri. At enda fór hann at kanna tað, hann hevði ein spírandi illgruna um. Og tað, hann fann útav, gjørdi hann rasandi. Nú er hann sannførdur um, at kríggið í Afghanistan ikki snýr seg um at hjálpa, men um pengar og vald. – Vit hjálpa ongum við at fara í kríggj. Tað er tað absolutt ringasta, vit kunnu gera við hvønnannan. Ynskja vit at hjálpa teimum, so mugu vit finna eina loysn, sum veruliga hjálpir. – Børnini vaksa upp í eini krígszonu, tey verða skadd av minum, sum eru ætlaðar okkum, og vit bumba landið fullkomiliga í sor. Høgni heldur, at ynskir tú at finna veruligu orsøkinar til heimsins kríggj, skalt tú bara fylgja pengunum. – Meðan tey londini, vit fara inn í at »hjálpa«, verða bumbað aftur til stein­øldina, so er tað altíð onkur í vestur­heiminum, sum tjenar feitt uppá tað. Kríggj er ein milliardaforrætning, men fyri at summi kunnu tjena, mugu onnur rinda prísin. Og prísurin er ofta blóð – tíverri. Høgni væntar ikki, at tað, at hann stendur uttanfyri Christiansborg við einum flaggi, fer at tryggja frið í heiminum. – Men eg vóni, at fólk fáa eyguni upp fyri tí, sum hendir, og byrja at hugsa sjálvi. Eg veit, at summi kalla meg »krígsskaddan«, »klikkaðan« og »konspiratiónsteoretikara«. Eg vóni, at tey hava rætt, og at tað veruliga eri eg, sum havi misskilt alt, sigur Høgni og smílist. Smílið nær tó ongantíð upp til eyguni. – Eg sigi ikki, at mínar hugsanir eru endaligi sannleikin. Men alt bendir á, at tað er nakað um tað, eg sigi. Tað er skjótt at staðfesta, at eisini í Danmark for­vinna fyritøkur milliardir uppá krígg­ini í miðeystri. Og tað er sjálvandi ein góð orsøk til at halda gongd í kríggj­ unum. Men eg vil eggja fólki til at kanna tað. So fáa vit at síggja, hvørja mynd tey sjálvi finna fram til. Høgni fór í kríggj, tí hann var sann­ førdur um, at okkurt var galið í heim­ inum. Tað sannføringina hevur hann fram­vegis. Men nú metir hann ikki, at kríggj hevur nakað gott við sær. Vegurin fram er, at fólk halda uppat við at fylgja autoritet­unum púra blint. – Vit mugu byrja at hugsa sjálvi og seta spurnaðartekin, heldur Høgni. Afghanistan 2010 - Høgni fortelur: Tyrlan kemur eftir honum, sum hevur mist bæði beinini. Hann er í lívsvanda. Eg biði um loyvi til at seta meg inn í ein av bilinum, so eg kann fáa frið eina løtu. Eg hyggi at hondunum, sum eru smurdar inn í blóð og kjøtpetti av vin­ manni mínum. Fyrstu ferð, síðani eg kom til Afghanistan, hugsi eg: Hví gera vit hetta móti hvørjum øðrum? Hetta gevur jú onga meining yvirhøvur. Fakta Høgni Petersen • 27 ár, úr Havn • Býr í Keypmannahavn • Hærens Basis útbúgving í 2005 • Hærens Reaktionsstyrke útbúgving í 2009 • Úts. til Helmand, Afghanistan, februar 2010 • Heimsendur juni 2010 • Líður av Posttraumatisk Stresssyndrom • Stuðlar dagliga friðarvaktini við Christiansborg • Fulltíðarstarv sum vicuvertur 947 danir útsendir til altjóða operatiónir 678 vóru í Afghanistan 151 vóru í Baltikum 35 vóru í Kosovo 23 vóru í Mali Hinir 23 vóru spjaddir í ymsum londum Eisini vóru tað: 276 útsendir við NATO 34 útsendir við ST Nýggjastu tølini frá Hærens Operative Kommando vísa at 1. apríl 2013 vóru: Ikki er gjørligt at sálda útsendu føroyingarnar úr donsku tølunum – Tað er skjótt at staðfesta, at eisini í Danmark for­ vinna fyritøkur milliardir uppá krígg­ini í miðeystri. Og tað er sjálvandi ein góð orsøk til at halda gongd í kríggj­unum. Men eg vil eggja fólki til at kanna tað. So fáa vit at síggja, hvørja mynd tey sjálvi finna fram til, sigur Høgni Petersen