Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juli 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. juli 2013 · Nr. 86 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Leo Poulsen Tá hon var 15, stóð valið mill­ um fótbólt ella kapp­róð­ur. - Eg hevði inntil tá brent fyri fótbólti, og vit skuldu til Danmarkar hetta árið, tá onkur spurdi meg, um eg ikki hevði hug at koma at rógva kapp við teimum, sigur Jannie Dam Jacobsen. Hon var so og hugdi, með­ an ein annar róðursmaður róði við genturnum umborð á bátinum, og fyri at vera heilt erlig, var hon ikki hug­ tik­in. - Eg helt ikki, at tað gjør­di størri ávirkan á meg. Men eg veit ikki, tað endaði við, at eg fór at stýra og Dan­mark­ar­ ferð­in varð av ongum, sigur Jannie Dam Jacobsen. Soleiðis stýrdist henn­ara ítróttarliga kós frá fót­bólti­ num yvir til kappróðurin. - Eg visti, at eg hevði per­ fek­ta bygningin at gerast róður­s­maður, tí eg var 158 senti­metr­ar høg og vigaði 38 kilo tá, sigur Jannie Dam Jacobsen. Hon hevur ongantíð ang­ ra, at hon valdi kapp­róð­u­rin fram um fótbóltin, og tað vísa tey 17 árini, hon hevur róð, síðani hon byrjaði í 1996. - Øll hesi árini havi eg bert lagt eitt ár burtur ímillum, og tað var í 2009, sigur Jannie Dam Jacobsen. Hon róði øll tey fyrstu 13 ár­ini við Jarnbardi, áðrenn hon fekk sær eitt sabbats ár. - Eg byrjaði so aftur í 2010 við Sølmundi. Tær høvdu eina manning, men mangl­ aðu ein róðursmann, og hó­ ast eg ivaðist nógv, fór eg við, og tá vann eg einasta FM heiti, sum eg havi vunnið utt­ an fyri Knørr og Jarnbard, sig­ur Jannie Dam Jacobsen. Árið eftir róði hon við Jalli­num, og tað var bert annað árið, at hon sat við árar­nar, áðrenn hon í 2012 royn­di seg við Suðringi. - Í ár eri eg so aftur um­ borð á Jarnbardi, sigur Jannie Dam Jacobsen. Hevur stóran týdning Og nú hon vinnur 10. FM heit­ið 17. árið hon rør, er hon líka bitin av kappróðri. - Eg veruliga brenni fyri tí. Samanhaldið er so fan­ tast­iskt, og nú tað nærk­ast enda­num, eri eg veruliga kedd um tað, sigur Jannie Dam Jacobsen. Tað hevur nakað heilt ser­ ligt við sær at rógva kapp. - Tað er ótrúliga stuttligt, og samanhaldið er so ógvu­ liga gott, sigur Jannie Dam Jacob­sen. Tað hevur eisini gingið væl hjá teimum umborð á Jarn­bardi. Tað er ein rættiligur rúsur at vinna. Um tað ikki hevði ging­ið so væl, og vit ikki lógu fram­mi í oddinum, rokni eg ikki við, at tað hevði verið líka stuttligt, sigur Jannie Dam Jacobsen. Serliga árið í ár hevur tað ging­ið væl, og samanhaldið er heilt framúr. - Tær góðtaka tað, sum eg sigi, og eg lúgvi ongantíð fyri teimum. Tær skulu ikki kon­ sen­tr­era seg um nakað ann­ að, enn at rógva, restina skal eg syrgja fyri, sigur Jannie Dam Jacobsen. Og júst tað, at vera róðurs­ mað­ur, hevur størri týdning, enn fólk flest halda. - Tað haldi eg heilt vist. Róðurs­maðurin er tann týdn­ing­ar­mesti, tí rógv­ar­ar­ nir eru sum motorar, og gera tað, ið verður sagt. Tað er helst ójavnt frá róðursmanni til róðursmann, men hjá okk­um hava vit altíð brúkt tað, at tær skulu ikki hugsa ov nógv, sigur Jannie Dam Jacob­sen. Tað verður gjørt soleiðis, at rógvararnir gera, sum tað verð­ur sagt. - Men tað merkir so eisini, at tær stóla fult og fast upp á tað, sum eg sigi, og tað merk­ ir eisini, at eg ikki lúgvi fyri teimum, sigur Jannie Dam Jacobsen. Vann við Sølmundi Men hvussu var tað so hjá Jann­ie at skifta bát í 2010, eft­ir at hava róð við sama báti hjá sama felag i 13 ár? - Tað var við øgiliga bland­að­um kenslum, at eg fór umborð á Sølmund. Tær manglaðu fólk í síðstu løtu, og tær vandu inni á Skála­fjørði­num, so tað pass­ aði nokk so illa hjá mær við arbeiði og annað, sigur Jannie Dam Jacobsen. Hon tosaði við systir sína, um at hjálpa til, so tær fóru sam­an inn í ta verkætlanina. - Tað var ein rættiliga trupul tið, tí eg vildi eitt nú ikki ganga í teirra draktum, og eg vildi illa fara at taka ímóti steypinum. Eg kendi, at eg í veruleikanum hoyrdi til á Jarnbardi, sigur Jannie Dam Jacobsen. Øll kendu hana eisini sum Jannie á Jarnbardi, so tað var ein trupul tíð. - Kappingarárið mundi vera hálvrunnið, áðrenn eg dug­di at venja meg við tað, og fyrs­tu stevnuna meira ella min­ni goymdi eg meg aftan fyri hinar, sigur Jannie Dam Jacob­sen. Hvussu var og ikki, so hepn­aðist hetta kapp­ing­ar­ árið so mikið væl fyri Jannie, at hon saman við hinum um­ borð á Sølmundi vunnu FM- heit­ið fyri seksmannafør við kvinn­um. Men hóast Jannie Dam Jaco­b­sen hevur róð í heili 17 ár, so hevur hon ongan hug at gevast enn. - Nú havi eg gingið í barsil alt ár, so tað hevur passað so ógvuliga væl, men nú skal eg so byrja at arbeiða aft­ur í september, so eg tori ikki heilt at siga. Men um tær flestu frá í ár halda fram, hal­ di eg við hundrað pro­sents vissu eisini fram. Um ikki, má eg umhugsa støðuna, men hugurin er heilt víst har, sig­ur Jannie Dam Jacobsen. Tað kann vera trupult at manna bátin við góðari mann­ing, og tað hevur ávirk­ an á hennara avgerð. - Eg má líka síggja, hvat eg havi at arbeiða við, men hugur­in er púra víst har, sigur Jannie Dam Jacobsen. Ein annar møguleiki er, at hon fer við einari manning, sum stendur klár, og sum hon kennir væl. - Men tað skal eingin ivi vera um, at Jarnbardur er mítt hjartabarn, slær Jannie Dam Jacobsen fast. Vit pissa uttanfyri Tað var meira ella minni at tilvild, at Jannie endaði í Róðr­ ar­felagnum Knørri, og hon hevur ongantíð hugs­að nak­að serligt um um­støður­nar­. - Tey flestu halda uttan iva, at okkara umstøður eru út av lagi vánaligar, men í mun til tað, sum vit vóru van­ar við, eru umstøðurnar rætti­liga góðar, sigur Jannie Dam Jacobsen. Hon var von við eitt neyst yviri við Valdemar Lützen, har pláss var fyri tveimum bát­um. - Tað regnaði niður í høvd­ ið á okkum, og tað blásti og geys inn millum hurðarnar og millum steinarnar, tí tal­an var um eitt gamalt grót­neyst. Nú hava vit so fingið Even­ sens Pakkhús úti í Tinganesi, sum fyri onnur bara er ein betong­kassi, men sum fyri okk­um er veruliga gott, sigur Jannie Dam Jacobsen. Inni har er pláss fyri øll­ u­m bátunum hjá Knørri. - Vit hava trý 5-mannafør, tvey 6-mannafør, eitt átta- og eitt 10-mannafar, og aftrat tí ein, sum er minni enn 5-mannafar, sum børnini brúka at rógva í, sigur Jannie Dam Jacobsen. Men hóast Evensens Pakk­hús er eitt stórt fram­ stig frá neystinum yviri við Valde­mar Lützen, so er fram­ veg­is okkurt, ið kundi verið betri. - Vit hava framvegis ongar brús­ur og einki felagshøli sum so. Nú skulu vit so heiðra FM heitið, og tað má so gerast í hølunum, og so mugu bátarnir kroystast upp í veggirnar, fyri at fáa pláss, sigur Jannie Dam Jacobsen. Tað var mest sum av til­ vild, at tað gjørdist Knørrur, ið gjørdist hjartabarnið hjá Jannie. - Eg kendi einki til rógv­ ing, tá eg varð biðin um at koma umborð at stýra, so hetta vóru umstøðurnar, eg var uppvaksin við. Og tað byrjaði eisini at ganga so gott beinan­vegin, og vit fingu eitt so gott samanhald, og tað hevði eg ikki hug at bróta, sigur Jannie Dam Jacobsen. Hon heldur, at so máttu WC- og brúsuumstøður vera tað, tær vóru. - Vit hava pissað uttanfyri í mong Harrans ár, eins og tey eisini hava gjørt aðra­ staðn­is fyrr, sigur Jannie Dam Jacobsen. Brast í grát Eftir 17 árum í kappróðri, Í samfull 17 ár hevur Jannie Dam Jacobsen verið púra burtur í kappróðri, og hon hevur eisini 10 meistaraheitir at vísa á í 67 sigrum hesi árini. Og tað skal nógv til, um hon ikki eisini tekur 18. árið við, sum verður tað 15. umborð á Jarnbardi Eg eri púra bitin