týsdagur 30. juli 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 31. juli 2013 · Nr. 86
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
harav tey 10 eru endað við
einum FM heiti, er sjálvandi
nógv at minnast aftur á.
- Tað er greitt, at tá tú hev
ur vunnið so nógvar róðrar,
sum eg havi, so eru tað ikki
allir, ið telja eins nógv. Men
tann
allarfyrsti
róðurin,
eg stýrdi, hann minnist eg
væl. Tað var inni á Skála, og
hóast talan bert var um eina
bygdastevnu,
so
stendur
tann sigurin fastur í minni
num,
sigur
Jannie
Dam
Jacobsen.
Tað var ikki tí, at hon visti
so nógv um, hvat hon gjørdi.
- Eg visti einki. Eg visti
ikki, hvat ein bátslongd var,
eg visti ikki, hvat ein skutur
var og eg visti ikki, hvat ein
stavnur var. Eg brast í grát í
endaspurtinum, sigur Jannie
Dam Jacobsen.
Orðini tá vóru: nokk so
tætt, eitt sindur tætt ella ikki
so tætt. Nú kemur ein grønur
ella nú kemur ein hvítur.
Árið eftir var spennandi
heilt fram til ólavsøkuróður
in, og har var kravið ein sigur,
um FM heitið skuldi í hús.
- Tann róðurin vunnu
vit so, at tann róðurin situr
eisini
ógvuliga
fastur
í
minninum, sigur Jannie Dam
Jacobsen.
Hvørt meistaraheitið hev
ur sítt at siga.
- Fyrsta meistaraheitið
visti eg ikki vit fóru at vinna,
fyrr enn eg stóð við tí í
hondini, meðan tað í ár gjørd
ist rættiliga tíðliga greitt, at
tað kundi lata seg gera. So
eg haldi, at tað fyrsta var tað
besta, men eg má samstund
is siga, at eg havi hugsað
um meistaraheiti nummar
10 leingi, sigur Jannie Dam
Jacobsen.
Ein slík ítróttarhetja setir
sær alla tíðina nýggj mál, so
hvørt sum tey settu verða
nádd.
- Nú er málið hjá mær
heilt greitt at vinna FM heiti
nummar 10 við Jarnbardi,
sigur Jannie Dam Jacobsen,
sum er væl stuðlað av bæði
mammuni, systrini og ikki
minst sjeikinum, ið sjálvur
rør við Argjabátinum.
av kappróðri
Jannie Dam Jacobsen við
steypinum á ólavsøku.
Hon hevur vunnið FM
heitið 10 ferðir í 17 ár
Mynd: Jóannes Poulsen