Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juli 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. juli 2013 · Nr. 86 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Leo Poulsen Poul Michelsen, formaður í Fram­sókn, er ikki ser­liga im­ po­n­er­aður av løg­mans­røðu­ ni hjá Kaj Leo Johanne­sen. - Hann er bjartskygdur í løg­mans­røðuni, og tað er hann av nátúr. Hann nýtir nógv orðini at standa saman og arbeiða í felag, og eg havi virð­ing fyri einum slíkum po­li­tisk­um dokumenti. Men tað er nógv, eg sakni í løg­mans­røðu­ni, sigur Poul Michel­sen. Ikki minst fílist hann á tað, sum verður sagt um fiski­vinnupolitikkin. - Øll vóru samd um eina nýggja leið innan fiski­vinnu­ poli­tikkin undan valinum. Eisi­ni Sambandsflokkurin. Men eftir valið gjørdi Fólka­ flokk­ur­in sín egna fiski­ vinnu­poli­tikk, og tað er tann vegin vit øll verða drigin. Eg sakni, at fiski­vinnu­poli­tikk­ urin verður nøktandi um­ rødd­ur, sigur Poul Michel­sen. Hann heldur, at tað líkist nøkr­um, sum kann føra til eina konfrontatión. - Jákup Vestergaard ger sín egna fiskivinnupolitikk, men tað verður einki sagt um høvuðs­vinnuna í løg­mans­ røðu­ni, og tað undr­ar meg, sig­ur Poul Michelsen. Hann saknar eisini tær ný­ skipan­ir, sum hol var sett á. - Alt er steðgað upp við ný­skipan­unum, og eg havi onga hóming av, hvørja leið vit ætla at ganga, tá tað snýr seg um nýskipanir, sigur Poul Michel­sen. Hann heldur eisini, at tað er neyðugt at brúka meira av orku upp á uttanríkismál. - Vit eru komnir í eina kreppu við ES, og har hava vit selt okkum alt ov bíliga. Vit mugu duga at síggja út um tær loysnir, ið verða sett­ ar út í kortið av dønum, sigur Poul Michelsen. Ov lítið ítøkiligt Hann saknar somuleiðis, at nakað verður sagt um tjóð­ skap­ar­ligu støðu landsins. - Har eru tríggir flokkar í sam­gonguni, sum kalla seg tjóð­skapar­sinnaðar, men kort­ini er ikki eitt orð sagt um tjóðskaparligu støðuna hjá Føroyum, sigur Poul Michel­sen. Hann heldur eisini lít­ ið um felags­andan og sam­ starvs­viljan hjá løg­manni. - Tað er okkurt hissini upp­skot frá andstøðuni, sum verður viðurkent av sam­gongu­ni, men stóra sam­ starv­ið, sum løgmaður tosar um í løgmansrøðuni, sæst ikki aftur í gerandisdegnum, sig­ur Poul Michelsen. Hann saknar eisini eitt kjak um loftrúmið. - Ein yvirtøka av loft­ rúmi­num skuldi útvega 100 arbeiðs­pláss, men ikki eitt orð um tað. Heldur ikki eitt orð um arkt­iska øki. Tað vísir seg, at tá tað kemur til tað ítøki­liga, kundi tað verið kók­að nið­u­r á eina A4 síðu, sig­ur Poul Michel­sen. Hann ásannar, at allar ný­ skipanir eru steðgaðar upp. Løgmansrøðan er alt ov lítið ítøkilig. Eg sakni eisi­ni eina viðurkenning av okkara støðu í altjóða høpi. Nýskipananir, okkara tjóð­skap­arliga støða, fiski­ vinnu­politikkurin, alt mál, ið vera alt ov lítið viðgjørd í løg­mans­røðuni, sigur Poul Michel­sen, formaður í Fram­ sókn. Alt ov lítið ítøkilig Løgmansrøðan kundi verið kókað niður í eina A4 síðu, tá tað kemur til tað ítøkiliga, sigur formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen Leo Poulsen Ein stórur partur av løg­ mans­røðuni snúði seg um fólka­fráflytingina. - Tað gjørdi tað eisini í fjør, men nú er so ein nýggj kanning gjørd og løg­mað­ur hevur fingið 38 til­mæli at seta i verk, fyri at fáa føroyingar at trívast í egnum landi. Løgmaður nevn­di eini seks av hesum til­mæl­um, ið ætlanin er at seta í verk, og tað er positivt, sigur Aksel V. Johannesen. Men har eru so 32 til­ mæli, ið als ikki verða tikin upp á tunguna. - Nevnt verður at styrk­ja um hjá støkum uppi­haldar­um, hækkaðan barna­frá­drátt, hægri útbúgvingar í Før­oyum og gransking í Før­oy­um. Og tað er positivt, sigur Aksel V. Johannesen. Hann heldur eisini, at tað sær rímiliga positivt út við bú­skapi­num. - Inntøkurnar vóru heldur lægri enn mett í 2012, og so saknaði eg eisini, at meira var gjørt burtur úr silda- og makrelmálinum, sigur Aksel V. Johannesen. Hann heldur, at nú bank­ar­nir hava lækkað rentuna, og Tórshavnar kommuna hev­ur lækkað skattin, eru tað nógv fólk, ið hava meiri peng­ar um hendi. - Tað skal tó sigast, at ætlanin er, at byggja hav­rann­sókn­ar­skipið á privat­um hondum, eins og Eystur­oy­ar­tunnilin skal verða pri­vat­ur. Men tað snýr seg um at gera tað, sum er best fyri borgaran, og tí er tað ikki skilagott, at hav­rann­sókn­ar­skipið og Eyst­ur­oyar­tunnilin verða pri­vat, sigur Aksel V. Jo­hanne­sen. Hann er eisini ivingar­ samur um at útlisitera ávís økir. - Vit hava eina útlisi­ter­ ing, sum eitur bygdaleiðir, og vit áttu at kanna eftir, um tað var ein skilagóð loysn, áðrenn vit royna aðr­ar útlisiteringar, sigur Aksel V. Johannesen. Hann er eisini meira enn ivasamur um at legg­ ja eldra­økið út til komm­ un­ur­nar. - Tað er neyðugt fyrst at fáa eina eldralóg, áðrenn økið verður lagt út til komm­un­urnar at umsita. Eisini hevur verið nógv spart seinastu árini, og tí má tað fíggjarliga fáast upp á pláss, so kommunurnar fáa teir pengar, ið eldraøkið kost­ ar at reka, sigur Aksel V. Johann­e­sen. Annars heldur for­mað­ urin í Javnaðarflokkinum at okkurt positivt eisini var at hoyra i løgmansrøðuni. - Teir ætla at steðga frá­flytingini, og tað er posi­tivt, sigur Aksel V. Johanne­sen, formaður í Javn­að­ar­flokki­num. Gera tað besta fyri borgaran Aksel V. Johannesen var heldur meira positivur enn hinir báðir andstøðuleiðararnir um løgmansrøðuna, men kortini ikki ovurfegin Leo Poulsen Heldur ikki formaðuri í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, var serliga ovfarin av løg­mans­ røðuni hjá Kaj Leo Johanne­ sen. - Eg haldi, at tað líkist mest einum sjálvtøkuborði til summar partar av sam­ felag­num at taka av, meðan løg­mað­ur leggur mjørka út yvir land og fólk, sigur Høgni Hoy­dal. Hann helt, at løg­mað­ ur nevndi ting, ið Arbeiðs­ gevara­felagið hevur sett á stovn. - Men tað var lítið sam­ svar við veruleikan, og røð­an hóskar ikki til okkara sam­ felag. Har var einki sum helst boð upp á nakað innan vinnu­ politikk ella tað tjóð­skap­ arliga, sigur Høgni Hoydal. Hann heldur, at kreppan í sambandi við ES vísir, at tað er neyðugt, at vit taka loys­ing og síðani taka málið í egnar hendur. - Har er eingin politisk kós at hóma í løgmansrøðuni, einki boð upp á nakað sum helst. Tað er at vóna, at hetta verður seinasta løg­mans­ røðan hjá Kaj Leo Jo­hanne­ sen, sigur Høgni Hoydal. Hann ætlar sær í hvussu er at stríðast fyri, at fáa sam­ gongu­na at leggja frá sær í heyst. - Tað einasta nýggja í løg­ mansrøðuni er, at tað skulu fleiri almennar tæn­ast­ur gerast privatar, tó at hann ikki nevnir ítøkiliga hvørj­ ar tænastur, talan er um. Tó so, at nýggja hav­rann­sókn­ ar­skipið skal byggjast av privat­um og so skal landið leiga tað frá teimum privatu, sig­ur Høgni Hoydal. Hann er heldur ikki fegin um ein annan privatan fíggj­ ar­leist. - Eysturoyartunnilin skal eisini fíggjast av privatum, og tað er ein loysn, sum vit ikki taka undir við. Annars haldi eg, at tað, sum var gott í løg­mans­røðuni, var ikki nýtt, og tað, sum var nýtt, er ikki gott, staðfestir Høgni Hoy­ dal. Einki gott og nýtt Tað, sum var gott í løgmansrøðuni, var ikki nýtt, og tað, sum var nýtt, var ikki gott, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi