týsdagur 30. juli 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. juli 2013 · Nr. 86
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Dreymurin hjá Klaksvíkingi at seta met á
ólavsøku varð heldur ikki til veruleika hesa
ferð. Metið hjá Skálabátinum frá 1992, sum
er 3.52.00, stendur framvegis. Vinnaratíðin
hjá Klaksvíkingi hesa ferð var 4.05.04.
Beinta úr Miðvági var eisini á ólavsøku best í dreingjakappingini
í barnaróðrinum. Harvið vunnu óføru dreingirnir úr Vágum allar
sjey kappingarnar í summar burtursæð frá á norðoyastevnu, tá
ið Junkarin úr Kvívík vann. Ta ferðina luttók Beinta ikki. Junkarin
var nummar tvey fimm ferðir, og eina ferð var hann nummar trý.
Magnus Norðberg er ein av fleiri umborð á Klaksvíkingi,
sum segði farvæl á ólavsøku, tá ið høvuðsstaðurin vann
tríggjar av fýra kappingum millum mannfólkini
Jóannes Hansen
Róðrarárið er av, og longu
tá ið kjalarvørrurin sást frá
10-mannaførunum, ið vóru
á veg aftur ímóti dráttinum,
har fegnu viðhaldsfólkini hjá
trífalda meistaranum og trí
falda ólavsøkuvinnaranum
Klaksvíkingi bíðaði fyri at
syfta bátin upp á land, spøkti
spurningurin, hvussu tað
verður næsta ár.
Í bygdum og býum, har
kappróðurin
hevur
havt
fastatøkur á, og tað hevur
gingið væl – ikki minst hjá
10-mannaførunum
–
siga
royndirnar,
at
samleika
kenslan er væl sterkari ella
øðrvísi frá norðoyastevnu
av og fram til á ólavsøku, tá
ið báturin er við í kappingini
og helst vinnur, enn hon er,
tá ið hann ikki er við, ella tá
ið tað gongur minni væl.
Hetta kunnu tey skriva
undir upp á í eitt nú Vest
manna og á Skálafjørðinum.
10-mannafarið
hjá
Kapp
róðrarfelagnum NSÍ vann
FM fyri fyrstu ferð í 1998, og
síðani var hann eisini meist
ari í 1999, 2002, 2003, 2005,
2007 og 2010. Síðani hevur
ikki verið nógv at hoyra til
gulu snekkjuna av Skála
fjørðinum, og hetta eru tað
fleiri, sum harmast um.
Eysturoyingur
kveikti
felags kenslu í stóum og víð
um øki, men nú er hann burt
ur, og tað er ikki tað sama,
serliga hesa ársins tíðina. Tí
verður nú arbeitt fram ímóti,
at Eysturoyingur skal halda
seg framat aftur næsta ár.
Um tað fer at eydnast, fer
bara tíðin at vísa.
Í høvuðsstaðnum iðra tey
seg um, at fleiri 10-manna
før í alt summar hava stað
ið í neystinum, men á ólav
søku gekk væl hjá teimum í
høvuðsstaðnum í mannfólka
kappingunum. Í heimasjógvi
vórðu tríggjar av fýra kapp
ingum vunnar – Drekin við
dreingjum, Jarnbardur og
Argjabáturin.
Jarnbardur fyri
fyrstu ferð
Á ólavsøku høvdu teir á
6-mannafarinum Sølmundi,
ið eru ein partur av grundar
lagnum
undir
vónini
á
Skálafjørðinum um, at tað,
sum ikki hevur verið sein
astu árini, aftur skal verða
veruleiki,
møguleika
at
tryggja sær FM heitið, men
tað gekk ikki. Eftir illveðurs
túrin í Sørvági, tá Sølmundur
endaði á áttanda plássi, hevði
Jarnbardur møguleikan at
tryggja sær FM sigurin á
ólavsøku, og teir í Knørra
felagnum tóku av.
Sundabáturin
við
úti
setamanning
var
fyrstur
á mál í kappingini millum
6-mannaførini við monnum.
Sigurin vunnu óføru úti
setarnir í tættari kapping
við Stráluna, sum ikki hevur
verið millum teir fremstu í ár.
Triðja plássið hjá Jarnbardi
var nóg mikið at tryggja bláa
6-mannafarinum hjá Róðrar
felagnum Knørri fyrsta FM
heitið nakrantíð.
Tað er komið fyri áður,
men tað er ikki á hvørjum
ári, at ein bátur, sum vinnur
tvær av sjey kappingum,
verður
meistari.
Soleiðis
er tað hjá Jarnbardi í ár.
Hann var fyrstur á mál á
Sundalagnsstevnu
og
á
Fjarðastevnu. Í hinum fimm
kappingunum vóru úrslitini
hjá Jarnbardi støðugari enn
hjá kappingarneytunum, og
tað bar FM heitið við sær.
Hjá Sølmundi gekk tað
aftur hesa ferð av skriðuni,
tí hann endaði á áttanda
plássi og harvið var ólav
søkuúrtøkan
einki
stig.
Sølmundur hevur annars
vunnið tríggjar róðrar í
summar – á norðoyastevnu,
á jóansøku og á varmakeldu.
Ivi í Klaksvík
Trý tey seinastu árini hava
Klaksvíkingur og mongu við
haldsfólkini hjá 10-manna
farinum har norðuri kent
tað hugaligt, tí væl trimmaða
og roynda manningin hevur
vunnið so nógv, og tað hevur
borið trífaldan sigur í FM
kappingini við sær.
Nú kann tað væl fara
at vísa seg, at gylta skeiðið
er av. Í hvussu so er við tí
manningini, sum ólavsøku
aftan við maner setti bæði
Teir settu
punktum á
toppinum