týsdagur 30. juli 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 31. juli 2013 · Nr. 86
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Suðuroying og Havnarbátin
upp á pláss. Klaksvíkingur
leyp beinanvegin framum
kappingarneytarnar, og so
kendist spurningurin bara
at vera, hvussu trivaligur sig
urin fór at verða.
Tann einasti, sum hevur
verið við til at manna Klaks
víking allar róðrarnar í 2006,
2009, 2011, 2012 og 2013 og
harvið hevur verið við til at
vinna 28 róðrar og fimm FM
heiti
Magnus sigur, at hann
á ólavsøku róði við Klaks
víkingi fyri síðstu ferð:
– Hetta var ein heilt ótrúlig
kensla, tí eg hevði gjørt upp
við meg sjálvan, at hatta var
síðsti róðurin hjá mær. Men
hatta var samstundis tann
harðasti róðurin, eg nakran
tíð havi róð, tí eg vildi geva
alt í síðsta róðrinum, sigur
Magnus Norðberg.
Tað eru eisini aðrir av
royndu
monnunum
um
borð á Klaksvíkingi, sum nú
ætla at leggja árarnar inn – í
hvussu so er tá ið tað ræður
um kappingina í 10-manna
farinum. Um báturin verður
mannaður aftur komandi
ár ella ikki er tó ov tíðliga at
siga nakað um.
Í 2013 vóru tað sekstan
rógvarar, sum vóru við til
at vinna FM, og arbeiðsum
støðurnar eru soleiðis, at hjá
fleiri ber tað bara til at vera
við ein part av árinum.
Hóma metið á Argjum
Á Argjum er tað 8-mannafarið,
sum er flaggskipið. FM heit
ið var vunnið við maner, tí
Argjabáturin legði seg beinan
vegin framum Miðvingin, og
reyða báturin var alla tíðina
undan kappingarneytanum.
Hetta er tólvta ferðin, at
argjamenn eru meistarar í
8-mannafarinum. Og nú bjóða
teir teimum heimanfyri ánna
orduliga av. Flest FM heiti av
øllum, síðani tað í 1973 varð
farið undir kappingina í tí
høpi, sum hon er kend, eigur
Havnarbátuin, sum hevur
vunnið trettan ferðir.
10-mannafarið hjá Havnar
Róðrarfelag hevur vunnið
tey flestu av sínum meistara
heitum tey fyrstu árini.
Havnarbáturin var meistari
øll sjey árini 1973-1979. Tað vil
siga, at tá vann hann meiri
enn helmingin av teimum
trettan FM sigrrunum, sum
higartil eru komnir upp á
loggið.
Argjabáturin vann FM
fyri fyrstu ferð í 1991, og
hann hevur tískil seinastu
fjórðingsøldina verið mest
vinnandi báturin.
Framtíðin í Havn
Veteranarnir
umborð
á
Havnarbátinum hava verið
drúgvir í summar. Setn
ingurin hjá teimum hevur
verið at hildið lív í sigurs
vanda bátinum, og tað hava
teir megnað væl, hóast teir
hvørja ferð hava tapt fyri
bæði Klaksvíkingi og Suður
oyingi.
Vónin er, at tað skal eydn
ast at seta nýggja mann
ining við umborð á Havnar
bátinum. Í tí høpinum eru
tað fyrst og fremst óføru
dreingirnir
umborð
á
Drekanum, sum í summar
hava víst, at tað framvegis er
stiril í onkrum manningum í
sigursvanda felagnum.
Drekin vann ólavsøku
róðurin, og Drekin vann FM.
Royndin Fríða úr Vági legði
bragdliga fyri við at vinna á
norðoyastevnu. Fyrrapartin
av stutta teininum á ólavsøku
vóru vágsdreingir fremstir,
men tá ið mest galt um, vístu
drekadreingirnir, at tað eru
teir, sum eru teir bestu.
Sum í kappingini millum
10-mannaførini so var tað
eisini soleiðis í kappingini
millum 5-mannaførini við
dreingjum, at tað vóru teir
úr Havn, úr Suðuroy og úr
Klaksvík, sum vunnu heiðurs
merkini. Kanska er hetta frá
boðan um, at føðiketan er í
lagi, og so er at vóna, at eitt
nú teir á Skálafjørðinum og í
Vestmanna fara at bjóða seg
fram aftur, so kappróðrar
spenningurin aftur fer at
eyðkenna summarið í hesum
róðrarplássum, sum eiga so
nógvar róðrartraditiónir.
joannes@sosialurin.fo
Vinnaratíðin hjá Argjabátinum hesa ferð var
4.12.05. Bestu vinnaratíðina á ólavsøku í kappingini
millum 8-mannaførini eigur Ørvur. Tíðin hjá honum
í 1999 var 4.03.21. Argjabáturin eigur næstbestu
vinnaratíðina. Í 1992 var tíðin hjá honum 4.06.28.
Tekniskir trupulleikar vóru orsøk til, at ongar tíðir
vórðu skrásettar í róðrinum millum 6-mannaførini
við monnum. Tað ber eisini við sær, at eingin
almennur úrslitalisti er at síggja á annars fínu
heimasíðuni hjá Havnar Róðrarfelag – drekin.fo