Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juli 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. juli 2013 · Nr. 86 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Genturnar á Erlu Kongsdóttir og kvinnurnar á Jarnbardi vunnu vóru einastu manningarnar, sum vunnu allar róðrarnar, og tær á Havrúnni í Vestmanna tryggjaðu sær FM, hóast Ørnin úr Sandavági fór avstað við ólavsøkusigrinum í umróðri, sum ongantíð varð rógvin Jóannes Hansen Størstu vinnararnir í kapp­ róðrarárinum 2013 vóru kvinn­urnar á Jarnbardi og genturnar á Erlu Kongsdóttir. Undan ólavsøkuni høvdu hesar báðar manningarnar vunnið allar seks róðrarnar í stórum stíli, og á Havnarvág vóru sigrarnir ikki minni sannførandi. Jarnbardur var hálvt sjeynda sekund fyrr á mál enn Herningur, sum eisini hoyrir til Róðrarfelagið Knørr. Hvussu trivaligur sig­ urin hjá Erlu Kongsdóttir var, ber ikki til at siga, tí tekniskir trupulleikar bóru við sær, at tíðirnar í hesi kappingini ikki eru tøkar. Men talan var í hvussu so er um seks báts­ longdir. Tað kennist næstan óveruligt, at tað skal bera til at vinna so stórt á so stuttum teini. Dramatikkurin Havfrúgvin úr Vestmanna vann í fjør allar róðrarnar í kappingini millum 5-manna­ før við kvinnum og harvið FM í stórum stíli. Ólavsøkuaftan fóru vestmannakvinnur enn eina ferð til hús við FM steypinum, hóast hetta róðrar­árið ikki royndist heilt so væl, sum tað gjørdi í fjør. Á ólavsøku var talan um øgiligan dramatikk. Hav­ frúgvin og Ørnin úr Sanda­ vági fóru stavn um stavn um málið sum fremstu bátarnir í hesi kappingini. Tað bar ikki til at taka dagar ímillum, um annar ella hin báturin var fremri. Tí var – soleiðis sum tað er ásett í reglunum – neyðugt við umróðri millum hesar báðar bátarnir fyri at finna út av, hvør skuldi vinna á ólavsøku. Úrslitið í fyrra róðrinum bar við sær, at Havfrúgvin við í hvussu so er at vinna seks stig hevði tryggjað sær FM heitið. Einki annað enn hetta hevði verið nátúrligt, men umróðurin háttaði sær soleiðis, at Havfrúgvin ikki bara misti sigurin, men eisini tey seks stigini, sum tær úr Vestmanna sum tað minsta høvdu tryggjað sær í vanliga róðrinum. Beinanvegin eftir start­ skotið í umróðrinum varð róðurin skotin av. Myndug­ leikin segði, at Havfrúgvin hevði skeklað seg úr fasta start­inum, áðrenn startskotið gelti. Reglurnar siga, at á ólavsøku verður sovorðið brot sektað við kolldøming. Hetta varð tulkað soleiðis, at Havfrúgvin varð kolldømd. Ikki bara í umróðrinum, men eisini í vanliga róðrinum, har tær høvdu tryggjað sær minst seks stig. Sjálvsagt var talan um øgiligt vónbrot fyri tær á Havfrúnni, sum eina løtu kendu tað soleiðis, at tær um­ framt møguleikan at vinna á ólavsøku, eisini høvdu mist FM heitið. So illa visti ikki við, tí hóast Havfrúgvin einki stig vann á ólav­søku, so hevði eingin av hinum bát­ unum nóg nógv stig at taka Havfrúnna í FM kapp­ingini. Teir, sum standa fyri róðr­ inum, umsita sjálvandi reglur­ nar eftir besta førimuni. Einki man tó vera at ivast í, at margháttliga støðan í sambandi við umróðurin mill­um 5-mannaførini Hav­ frúnna og Ørnina verður orsøk til, at eisini hesin spurning­urin fer at verða viðgjørdur og endavendur, tá ið róðrarárið fer at verða eftir­mett. Gongurólvur snýtti meistaran FM fyri 6-mannafør master við kvinnum hevur verið á skránni tríggjar tær seinastu róðrarstevnurnar. Lómur av Argjum vann bæði á varma­ keldu og vestanstevnu, og harvið vóru kvinnurnar av Argjum favorittar at vinna FM heitið. Tað gjørdu tær eisini, men á ólavsøku gekk tað ikki so væl hjá teimum, sum tað gjørdi tær báðar undan­ farnu ferðirnar. Hesa ferð endaði Lómur á triðja plássi. Gongurólvur hjá Havnar Róðrarfelag vann ólavsøku­ róðurin í tættari kapping við Riddaran úr Miðvági. Fípan Fagra við gentum vann á ólavsøku fyri fimtu ferð í ár kappingina í barnaróðrinum. Einastu ferðirnar, Fípan Fagra ikki hevur vunnið, var á norðoyastevnu og á vestanstevnu. Á ólavsøku var Spógvin, sum vann á vestanstevnu, nummar tvey, Firvaldur nummar trú, Jallurin fýra, Títlingur fimm og so Hulda og Pílur. Jarnbardur við kvinnum hevur vunnið ofta á ólavsøku, og kvinnurnar í Knørrafelagnum eiga bestu tóðina á ólavsøku. Tíðin stavar frá 1995, og mettíðin er 4.21.12. Hesa ferð var vinnaratíðin 4.48.23. Hetta er áttanda besta vinnaratíðin hjá Jarnbardi á ólavsøku. Fingu fult í stórum stíli Fingu fult í