týsdagur 30. juli 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. juli 2013 · Nr. 86
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Eitt margháttligt kjak hev
ur tikið seg upp nú útlit eru
til, at Vágatunnilin og Norð
oyatunnilin um fá ár verða
útgoldnir.
Tunnilslógirnar
siga, at tá útveganarpening
urin av tunnlunum er aft
urgoldin, skulu tunnlarnir
latast
landinum.
Onkur
politikari hevur ført fram,
at við hesi lógarorðing eiga
tunlarnir umframt at halda
sínar skyldur til lánistovnin
(íleggingargrunnin) at rindan
partapeningin aftur til land
ið. Í samrøðu við Dimma
lætting tann 24/7 tykist
tunnilsstjórin Uni Daniel
sen at vera av somu áskoð
an. Spurningurin er hvussu
orðingin "tá útveganarpen
ingurin av tunnlunum er aft
urgoldin" skal skiljast.
Tað eru tveir ella kanska
tríggir mátar at fíggja eina
íløgu. Íløgan kann fíggjast
við eginpeningi, lántøku ella
eini samanseting av báðum.
Vága- og Norðoyatunnilin
eru fíggjaðir við eini saman
seting av eginpeningi frá
landinum og lántøku. Tá
lánini eru afturgoldin er
útveganarpeningurin aftur
goldin!! Lántøka skal aftur
gjaldast, eginpeningur skal
ikki afturgjaldast. So einfalt
er tað.
Tunlarnir eru sjálvstøðug
ar løgfrøðisligar eindir sum
partafeløg. Hesi feløg hava
skyldu til at yvirhalda sínar
lániavtalu, men hava hvørki
løgfrøðisliga ella moralska
skyldu at rinda landinum
nakran partapening aftur.
Bara tann sannroynd, at
landið hevur latið tunlunum
peningin sum partapening er
í sjálvum sær eitt sannførandi
prógv um hvat ætlanin var
við peninginum. Um ætlanin
var at tunnlarnir skuldu
rinda innskotspeningin aftur
til landið, hevði landið avgjørt
latið tunlunum peningin sum
ábyrgdarlán við áseting um
afturgjaldstreytir. Men tað
gjørdi landið ikki! Almennu
innskotini vórðu skrásett
sum partapeningur og har
við bundin eginpeningur.
Tað sigur alt um endamálið.
Um onkur kortini skuldi
verið í iva, ber til at síggja
viðmerkingarnar til upp
runaliga lógaruppskotið um
Norðoyatunnilin, tá hetta
varð lagt fram á sinni. Í við
merkingunum
stóð
m.a.
"Væntandi kunnu einar 100-
120 mió fíggjast við bumm
pengum, so landsins partur
verður millum 230-310 mió um
fyrinbils kostnaðarmetingar
vísa seg at halda."
Tað kann ikki sigast meira
greitt.
Almennu
pengar
nir vórðu ásettir útfrá hvat
mann væntaði at bumm
gjøldini megnaðu at gjalda,
og partapeningurin var ein
íløga í føroyska vegakervið.
Tá tunnilsuppskotini á
sinni vórðu løgd fram, var
mótstøðan hørð. Ávísir leið
andi politikarar ávaraðu ímóti
Norðoyatunlinum tí hann
var alt ov dýrur og almenni
váðin ov stórur. Alternativið
var, at bygdar vórðu tvær
nýggjar ferjur at røkja sigl
ingina
um
Leirvíksfjørð
umframt dagføring av ferju
legum v.m. Hetta hevði helst
kostað landinum einar 400
mió umframt árliga aftur
vendandi játtan til rakstur.
Tað eydnaðist kortini "mafi
uni" í útjaðaranum at tosa
politisku skipanina til for
nuft, og játtaðar vórðu 235
mió av almennum pengum
til Norðoyatunnilin. Harvið
spardi landskassin einar 200
mió kr, sum ein dagføring
av sjóvegis sambandi hevði
verið dýrari. Nú vilja ávísir
politikarar og kanska tunnils
leiðslan við, hava bumm
gjøldini at rinda hesar 235
mió aftur. Hetta verður gjørt
við støði í eini kreativari
tulking av lógartekstinum.
Henda tulking er beinleiðis
í stríð við tað, sum varð sagt
og skrivað, tá løgtingið á
sinni samtykti hetta mál.
Norðoyatunnilin og Vága
tunnilin eru sólskinssøgur,
men tað tykjast mong tíverri
at hava ilt av.
Míni ráð eru: Gloymið
tykkara kreativu lógartulking
og haldið tykkum til gjørdar
avtalur!
Tunnilsprát
Jákup Mikkelsen
fíggjarnevndarlimur
Hetta er ivaleyst tann mest
einfaldi háttur at lýsa støðuna
í dag. Hendan samgongan
tekur frá teimum veiku til at
lata teimum bólkum sum eru
væl betri fyri. Tann vanliga
burturforkláringin er, at tey
fara at gera íløgur í vinnulívið
so tað forslær, og vit skapa
soleiðis nýggj arbeiðspláss.
Eg eri heilt greiður yvir, at teir
trúgva hesum ikki somikið
sjálvir, at teir írokna hetta
tá ymiskar framrokningar
verða gjørdar. Munnu teir
ikki eisini vita, at hendan
eykagávan teir geva teimum,
verður nýtt til nýtslu og upp
sparing?
Innflutningurin
av luksusvørum av bilum,
merkiklæðum, channel no.5
o.l., Louis Vuitton og Prada
taskum, og einkultum stutt
leikabátum verður øktur, og
er beinleiðis til skaða fyri
handilsjavnvágina. Og tað er
ikki flakakvinnan í Leirvík
ella Klaksvík, ei heldur Kalli
Katt, ið leggja seg eftir hesum
vørum.
Formaðurin
í
valfelag
fólkafloksins
hevur
júst
verið frammi og sagt, at tað
skal loysa seg at arbeiða,
men eg ivist ikki í, at tað
eru aðrir mátar at gera
hetta uppá, uttan at venda
Robin Hood á høvdi, við
flatskattaskipaninni,
tí
hon gagnar einans teimum
sum eru væl fyri, og hini
mugu gjalda. Læraraparið á
studentaskúlanum
kunnu
t.d. siga, at nú tað loysir
seg at arbeiða meira, skulu
vit so ikki fara at arbeiða
21-22
tímar
um
vikuna,
tímalønin(45 min.)er umleið
1600-1700 kr., so kunnu vit
keypa soninum ein bil, so
vit hava okkara(hvør sín) í
friði? Og við hesi undurfullu
skipan kunnu vit eisini bjóða
foreldrunum við í summarfrí.
Í somu grein bukkar og nígar
hann fyri makkaraparinum í
landsstýrinum, og tvíheldur
um, at hesir er tað besta
sum er hent Føroya landi,
og at niðurgerðingin av tí
veika fólkinum má, fyri alt
í verðini, halda fram.” Pen
ingur skal ikki brúkast til
fólk, ið ikki tíma úr songini”,
og her sker hann øll yvir ein
kamb: Pensjónistar, fyritíðar
pensjónistar,
arbeiðsleys,
einligar mammur og pápar,
avlamin og óhjálpin fólk,
sálarliga sjúk, og so sosialt
niðurkomin fólk. Ja, hetta
er komandi umboð hjá hesi
samgongu.
Eg má so spyrja, hvar er
tann sosiala skráin hjá sam
gonguflokkunum? Teir smáu
flokkarnar kann mann loypa
um, men hvat við teimum
størri.
Sambandsflokkurin
hevði fyrr eitt sokalla sosi
alt bein at standa á, men
høgrasneiðingin er vorðin
so ógvuslig, at tann sosiali
parturin er horvin. Fólka
flokkurin hevur ongantíð
havt hetta í síni skrá, tí teirra
filosofi er: at tað sum ikki
kann standa má falla. Tað er
beinleiðis ófatiligt, at teir lata
ein part av fólkinum bara fara
fyri skeyti, tí vit hava annað
at brúka pengarnar til. Tað
er sera lítð føroyskt háttalag
teir sína, hvørs eyðkenni jú
eru, at hjálpa hvørjum øðr
um, við tí politikki sum verð
ur framdur í verki.
Um tað er teirra ætlan at
skapa A og B borgarar, so má
mann nokk siga, at tað hevur
eydnast til fulnar. Men tað er
framvegis millum tey fólk, ið
eru uppaftur betri fyri av
skattaskipaninni, fleiri, ið
ikki halda tað er rætti veg
urin at ganga, og føla seg
beinleiðis illa. Men hjá hesum
er ikki so nógv at gera tí lóg
er lóg. Tað er sjálvandi ikki
bara flatskatturin tað snýr
seg um, tá tey veiku verða
rakt, men eisini tann nýggi
hátturin
almannastovan
arbeiðir eftir, har aftur teir
veikastu
bólkarnir
verða
raktir. Tað tykist fyri mær
sum, at hvørja fer teir báðir
ísakaldu floksformennirnir
siga seg gera átøk, at fáa Før
oyar aftur á beint, at rætta
skútana upp, at fáa skuldina
burtur, so gongur tað útyvir
tann veikasta partin av før
oyingum. Tað er sera løgið,
at hugflogið røkkur bara har
til.
Um nakrar fáar dagar
heldur løgmaður sína Ólav
søkurøðu,
har
komandi
politikkurin verður lýstur.
Spennandi at fáa at vita um
niðurgerðingin av teimum
veikaru bólkunum ferð at
halda fram, um tann stættar
gjógv teir hava skapt, skal
halda fram, og kanska økjast,
við fleiri gávum til tað “betra”
fólki, og ikki minst til vinir og
kenningar. Sjálvt um tað eru
røddir í samgonguni sum
eru ivasamar um gongdina,
verða hesi neyvan hoyrd, tí
tað er ein klika í toppinum,
ið orða skránna. Eg eri tíverri
bangin fyri, at tann øgiliga
høgrasnaring sum er byrjað
fer at halda fram. Livst so
spyrst. Góða Ólavsøku.
Tann umvenda Robin Hood søgan
Levi Mørk
Bíleggið kalendaran nú
og sendið hann út í heimin
Tel. 341800
Johanna Vang · johanna@sos.fo
Ann Christiansen · ann@sos.fo
2014