týsdagur 30. juli 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 31. juli 2013 · Nr. 86
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tøkni
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína
útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á
spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger
Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni
við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin,
lærari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum,
vegleiða teg um tínar møguleikar innan
útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða
fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum
ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri
útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar
til post@sosialurin.fo, og so svara Holger og
Bjørg tær her í Sosialinum.
Lestrarvegleiðing er
•
at vera tøk/ur hjá næminginum/
studentinum til persónliga
vegleiðing um skúlagongdina/
lesturin og búskaparligar, sosialar
og persónligar trupulleikar
•
at ávísa fólki við breki til
serundirvísing
•
at kunna um rættindi og skyldur
í samband við skúlagongdina/
lesturin
•
at undirvísa í grundleggjandi
lestrartøkni, notattøkni,
innlæringarhættum og
arbeiðsvanum
•
at kunna um reglur og møguleikar
at fáa búskaparligan stuðul og eitt
stað at búgva
•
at kunna um lestrarleið, valfak og
víðari lestur
Lestrarvegleiðingin kann
millum annað hjálpa tær um
•
tú ynskir hjálp við at leggja
skúlagongdina/lesturin til rættis
•
tú fegin vilt í starvsvenjing ella eitt
skifti uttanlands
•
tú ikki stendur eina próvtøku ella
verður sjúk/ur í samband við eina
próvtøku
•
tú skalt í barnsburðarfarloyvi
•
tú umhugsar at fara í farloyvi
•
tú stendur í stað við einum størri
skrivligum arbeiði
Hvørjum hjálpir lestrar
vegleiðarin tær so við?
•
kunning um allar útbúgvingar
•
almennari upplýsing um bygnaðin
av útbúgvingum
•
at fáa skil á teimum reglum og
mannagongdum, sum eru galdandi
á tíni útbúgving
•
at leggja lesturin til rættis og yvirliti
yvir lestrargongdina
•
framtíðarætlanum/starvsynskjum:
Hvat vilt tú við tíni útbúgving?
•
at finna eina loysn í samband við
eina falna próvtøku
•
próvtøkuangist – eg missi takið á
støðuni í samband við próvtøku.
Hvat skal eg gera?
•
einum práti, um alt ikki gongur sum
tað skal ella um okkurt er, sum tú
ivast í
•
avriksflutningi av fakum
•
umsóknum um ymisk
undantaksloyvi
Tú
kanst
søkja
vegleiðing
av
persónligum
áðum.
Tað
kennist
kanska eins og tú ert við at steðga
upp í útbúgvingini, tú kanst hava mist
motivatiónina ella hava avriksótta.
Her
er
relevant
at
nevna,
at
lestrarvegleiðararnir hava tagnarskyldu
við undantaki av próvtøkusviki.
Hvussu fer ein
vegleiðarasamrøða fram?
•
Tú hittir lestrarvegleiðaran í einum
opnum vegleiðingarrúmi
•
Tú kanst vænta eina samrøðu, ið
tekur nakrar fáa minuttir og upp til
ein tíma ella meira
•
Tú kanst fáa nýggj innspørk, soleiðis
at tú sjálv/ur kanst arbeiða við
tínum lestrarvali
•
Tú fært hættir og reiðsskap til at
velja – men vegleiðarin velur ikki
fyri teg
•
Tú kemur eitt stig á leiðini – tú
ert altíð vælkomin aftur til
vegleiðingina
Hvat er lestrar- og
starvsvegleiðing?
Spurnarsíðan
Spyr og fá svar um útbúgvingar.
Allar. Allastaðni.
Spurningur 1:
Er eri farin at hugsa um, at eg ætli mær
undir eina víðari útbúgving nú. Er
møguligt at sleppa inn á eina útbúgving
aftaná summarfrítíðina í ár?
”Seinur”
Svar til ”Seinur”
Ja, flestu útbúgvingarnar í Norðurlondum
og UK, sum vit hava kunnleika til, geva
ungfólki møguleika at søkja at sleppa inn
til leysu plássini, um tað framvegis eru
nøkur leys, tá uppgerðin yvir tey, sum hava
søkt inn ”rættstundis”, er úti nu umleið 1.
august.
Síðani ber til at søkja leysu plássini, sum
eru eftir, áðrenn lesturin byrjar.
Hesi kan finnast t.d. á
hesum støðum:
Í Føroyum: www.setur.fo
Í Danmark: www.kot.dk - ella á
heimasíðuni hjá teimum ymsu
universitetunum.
Í Noreg: www.samaodnaopptak.no
Í Svøríki: www.antagning.se
Í UK: www.ucas.com/clearing
Spurningur 2:
Eg eri júst sloppin inn á eina útbúgving
uttanlands. Hvar kann eg fáa hjálp til tað
praktiska?
”Upptikin”
Svar til “Upptikin”
Á hvørjum ári fara hundraðtals føroyskar
pisur undir víðari lestur, bæði í Føroyum
og uttanlands. MFS, ASK og Eik skipa
aftur í ár fyri væl umtóktu Pisudøgunum.
Tiltakið er ætlað tær, ið fer undir víðari
lestur uttanlands, og endamálið er at geva
tær høvi at seta spurningar, fáa góð ráð og
tosa við onnur, ið eru í somu støðu sum tú,
soleiðis, at tú kemur so væl frá byrjan sum
gjørligt. Eisini vera umboð fyri føroysku
Ráðgevingina í Danmark og Leinkjan.fo
við í ár.
Hetta er ein sera spennandi tíð, ið krevur
nógva fyrireiking, og sum eisini hevur
nógvar spurningar við sær. Tí skipa EIK,
MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta) og
ASK (Altjóða Skrivstovan) fyri Pisudøgum
á hvørjum ári.
Skráin er hendan:
Hóskvøldið 1. august kl. 19.30 á deildini hjá
Eik í Saltangará
Fríggjakvøldið 2. august kl. 18.30 á
Miðnámsskúlanum í Suðuroy
Mánakvøldið 5. august kl. 19.30 á
Ungdómsdeildini hjá Eik í miðbýnum í
Havn.
Les meira: www.18-25.fo
V.h. Bjørg og Holger
Spurningar