Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juli 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. juli 2013 · Nr. 86 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Frágreiðing løgmans á ólavsøku Harra formaður! Í dag hátíðar­heldur Føroya fólk ólavsøku. Ein hátíð, sum minnir okkum á søgu og kristnan siðaarv, sum eru mill­um fremstu tættir, og sum hava myndað samleikan hjá okkara for­fedrum. Ólavsøkan minnir okkum eisini á, at meðan vit til heilagt eru partar av nøkrum størri, so umboða vit til gerandis ein týðandi part av tí mátti, sum býr í fólkinum og skapar tjóð­ina ‒ sum er lutað út á hvønn ein­stakan okkara. Eins og vit hava lært at lív­bjarga okkum her, hava vit lært at laga okkum eftir skiftandi búskapar­ ligum veruleika. Eins og vit hava treiskast ímóti náttúruni, hava vit treiskast ímóti kreppunum. Landið er ein ábyrgd, latin okk­ um í hendi frá undanfarnum ætt­ um, ein gripur at góðska og bera víð­ari til okkara eftirkomarar. Tað stutta bil, tú streymar gjøgn­ um meg, sigur skaldið um lívið, landið og havið. Hetta stutta bil, okkum unnist, er tað fólkið, ið er kjarnin og okkara týdningarmesta tilfeingi. At styrkjast við at gerast fleiri og at trívast her ‒ tað er fremsta merki í okkara skildri, nú vit savnast á ólavsøku. Sum samfelag og tjóð standa vit fyri stórum avbjóðingum. Vælferðin er eingin sjálvfylgja, og fólkavøkst- urin, sum vit fyrr hava upplivað, er steðgaður. Tað er avbjóðingin. Harra formaður! Okkara bú­ skapur er væl fyri. Arbeiðsloysið er lutfalsliga lágt, og búskapurin er í vøkstri. Vit eru tíbetur sloppin undan at fremja stór inntriv í vælferðina hjá borgar­ unum, sum fleiri stjórnir í Evropa hava framt. Landskassans hall er minkað nógv, og málið er at fáa javnvág á fíggjar­lógini í 2016. Hóast trongar tíðir, har vit hava hildið aftur við útreiðslunum, hava vit framvegis eitt av heimsins bestu vælferðarsamfeløgum. Vit hava framt rationaliseringar, og almennu stovnarnir hava gjørt eitt stórt arbeiði at raðfesta og fáa meira burtur úr játtanunum. Tí kunnu vit loyva okkum at siga, at vit megna at halda vælferðarstøðið fyri minni. Tó merkja summi, at væl­ferðartænasturnar eru undir stór­um trýsti, tí játtanirnar ikki røkka nóg langt. Tað eru jú mørk fyri, hvussu skjótt starvsfólkini kunnu renna. Okkara størsta avbjóðing er, at vit gerast færri. Fólkavøkstur er ikki bara turr tøl, men eisini mát fyri trivnað og menning. Fólkatalið er stórt sæð tað sama sum í 2008, tá ið búskaparkreppan byrjaði. Vit hava ikki upplivað hópfráflyting, sum vit hava sæð í undanfarnum kreppum. Men til­ flytingin er minkað, meðan frá­ flytingin hevur verið støðug. Har­ afturat broytist lutfallið millum ung og gomul. Harra formaður! Búskapar­ vøkstur er avgerandi fortreyt at skapa fólkavøkstur. Men meira krevst. Tað snýr seg eisini um at gera tað gott at búgva her. Annan vegin at gera tað lokkandi hjá fólki at flyta til landið, og hinvegin, at tey, ið búgva her, ikki koma í ta støðu, at tey verða noydd at flyta. Fólkið er okkara styrki. Á ólavsøku í fjør boðaði eg frá, at arbeiðsbólkur skuldi verða settur at gera eina ætlan við átøkum at skapa fólkavøkstur. Hetta arbeiðið er gjørt, og nú hava vit uppskot til ætlan at minka um fráflytingina og økja um tilflytingina. Nøkur átøk eru longu sett í verk, og onnur eru í umbúnað. Tilknýtið til Føroyar ger av, um fólk flyta heimaftur. Landsstýrið arbeiðir við at skipa eina útisetastovu, ið skal hava samband við útisetar og veita teimum ráð, ætla tey at flyta heim­ aftur. Næsta ár verður farið undir ser­ støk átøk at kunna ungar úti­setar um møguleikar á føroyska arbeiðs­ marknað­inum. Arbeiðsgevarafelagið hevur ment heimasíðuna leinkjan.fo, ið skal fáa samband millum føroyskar ar­beiðsgevarar og lesandi. Arbeitt verður við at seta í verk eina skipan við vinnustarvslæru fyri nýútbúgving, so smáar og miðal­stórar fyritøkur kunnu royna at hava nýútbúgvin í starvi, og tey kunnu fáa sær starvsroyndir. Okkara arbeiðsloysisskipan fær nýútbúgvin at setast aftur at koma til Føroyar at leita sær eftir ar­beiði. Landsstýrið fer at taka spurning­in upp við als, um vit kunnu lata nýútbúnum stuðul eitt tíðarbil, meðan tey kunnu leita eftir arbeiði. Farið er undir at gera broytingar í lógini um barsilsskipan. Ein broyt­ ing verður at leingja tíðarskeiðið, foreldur kunnu vera heima hjá børn­um við barsilspeningi. Ætlanin er eisini at gera skipan­ ina lagaligari soleiðis, at foreldur betur kunnu leggja farloyvið til rættis, sum tað hóskar teimum best, m. a. við at drýggja barsilspeningin í longri tíð enn galdandi skipan. Leikpartabýtið millum kvinnur og menn í Føroyum er siðbundið eins og í øðrum útjaðarasamfeløgum. Før­oyar hava eitt stórt kvinnutrot, og tað er stór avbjóðing. Sjøtul er settur á arbeiðið at gera ein javnstøðupolitikk, har fyri­lit serliga verður tikið fyri viðurskiftum, ið eru tengd at arbeiðs­marknaðinum. Hjá støkum uppihaldarum og lág­løntum eru ansingargjøld ofta ein tungur útreiðslupostur, og ar­ beitt verður saman við kommun­ unum at tillaga skipanina við frí­ plássum á dagstovnum. Hjá mongum er óvissan um stovns­pláss ein forðing fyri at flyta heimaftur. Ætlanin er at gera tað møguligt at fáa váttan um stovns­ pláss, áðrenn flutt verður heim. Bústaðarmøguleikarnir eru ov avmarkaðir, og stórur tørvur er á fleiri leigubústøðum fyri rímiligan kostnað. Felagið Bústaðir er farið undir at gera leigubústaðir kring landið. Málið er at gera 100 nýggjar bústaðir um árið næstu fimm til sjey árini. Til tess at tryggja kappingarførið við grannalondini verður arbeitt við at útgreina, hvussu til ber at lækka skattatrýstið á arbeiðsinntøku í Føroyum. Ein liður í hesum er at gera eitt hugskotskatalog um, hvussu inntøkugrundarlagið hjá tí al­menna kann víðkast, so landið fær meiri inntøkur. Fólk flyta millum lond, og føroy­ ingar fáa sær útlendskan maka. Men ofta er tað tung gongd hjá mak­anum at fáa uppihaldsloyvi. Lands­stýrið fer at kanna gjøllari, hvussu tað kann gerast lættari hjá føroy­ingum við útlendskum maka at flyta heim. Harra formaður! Eitt av stóru málunum hjá lands­ stýrinum er at yvirtaka útlendinga­ økið. Hetta málið er tíverri seink­að, tí ivamál eru viðvíkjandi viður­skift­ unum við schengen-myndugleikan. Arbeitt verður áhaldandi at loysa málið. Tað er sera týdningarmikið, at útlendingar, sum seta búgv í Før­oy­ um, gerast partur av sam­felagnum og fáa góð kor. Okkara grundsjónarmið er, at margfeldni og opinleiki ber okk­ um best framá. Fólk úr øðrum lond­um kunnu á fleiri økjum ríka og fjøltátta okkara samfelag og vera við í spennandi uppgávuni at brynja landið til framtíðina. Nýggj lóg um integrasjón verður løgd fyri løgtingið í hesi tingsetu. Endamálið er at áseta reglur, sum í fyrstu syftu gevur vaksnum út­ lendingum rætt til undirvísing í føroyskum máli og kunning um føroysk viðurskifti. Vinnan hevur tíðum ilt við at útvega arbeiðsmegi við heilt ávísum førleika. Neyðugt verður at gera manna­ gongdir viðvíkjandi útlendskari ar­beiðsmegi smidligari. Tí fer landsstýrið at linka kravið um arbeiðs­loysisprosent í sambandi við at lata dyrnar upp fyri arbeiðsmegi úr Es-londum. Harra formaður! Avgerandi er at skapa betri møguleikar fyri útbúgving her heima. Vinnan og tað almenna hava tørv á lærdari arbeiðsmegi, bæði bók­ligari og yrkisligari. Føroyskir handverkarar eru um­ bidnir úti í heimi, men her heima er eisini stórur tørvur á hand­verk­ arum. Tað hevur stóran týdning, at vit útbúgva handverkarar, eisini í trongum tíðum, og at pláss eru til lærlingar. Landsstýrið fer at kanna, hvussu tað almenna kann vera við til at eggja vinnuni at seta fleiri lærlingar, og tað fer eis­ini at seta lærlingar á almennu arbeiðs­pláss­ unum. Harra formaður! Hægri út­búgv­ ing er ein grundleggjandi fyritreyt fyri búskapar- og fólkavøkstri. Fróðskaparsetrið mennist støð­ugt. Fleiri útbúgvingar verða bodnar út, og talið av umsóknum er í ár metstórt. Heili 378 umsóknir vóru til komandi lestrarár. av teim­ umum eru 274 upptikin. Í summar verða hesar nýggju út­ búgvingarnar bodnar út: bachelor­ útbúgving í orku- og umhvørvisverk- frøði, masterútbúgving í løgfrøði og masterútbúgving í lesivegleiðing. Tað er umráðandi, at allar okkara útbúgvingar eru á altjóða stigi, og í heyst fara uttanhýsis serfrøðingar at eftirmeta Fróðskaparsetrið. Arbeitt verður við at knýta tættari bond millum vinn­una og út­búgving- og granskingar­um­ hvørvið. Ætlanin er eisini at seta á stovn skipan við vinnu-ph.d. Í samstarvi við vinnuna verður nú nágreinað, hvørjum førleikum tørvur er á, so at størri samsvar er millum tørv og útbúgvingartilboð. Búskaparvøkstur og gransking ganga hond í hond. Tí arbeiðir landsstýrið miðvíst við at skapa so góðar karmar sum til ber fyri gransking, menning og íverksetan. Granskarasetrið Inova er sett á stovn í samstarvi við Vinnu­frama, vinnuna og almennar granskingar­ stovnar. Endamálið er at bjóða fólki við ymsum førleikum og áhuga­ málum eitt tvørfakligt umhvørvi at arbeiða í. Tað stendur nú granskarum, vinnuni og nýggjum íverksetarum í boði at gagnnýta karmarnar og leggja lunnar undir nýggjar vinnur og arbeiðspláss. Vit verða eisini eftir ætlan partur av nýggja granskingars­sam­ starv­inum hjá Es, Horizon 2020. Harra formaður! Vit skulu tryggja øllum góð fíggjarlig kor á ellis­árum. Grundarlagið undir hesum varð lagt í vár, tá ið løgtingið sam­tykti týðandi part av nýggju pensjóns­ skipanini, sum kemur í gildi 1. januar 2014. Nýggja skipanin fer sum frálíður at broyta alt pensjónsøkið, tí øll, ið hava arbeiði, fara at spara upp til egna eftirløn. Enn er eftir at taka støðu til, hvussu almennu pen­sjón­ irnar skulu skipast frameftir. Hetta arbeiði verður væntandi liðugt í heyst. Vit skulu tryggja øllum eitt skynsamt fíggjarligt grundarlag. Fiski- og alivinnan hevur frá land­inum fingið atgongd til hav­ til­feingi. Tað er rætt og rímiligt, at vinnan rindar fyri hesi rættindi. Eftir ætlan verða uppskot um tilfeingisgjøld í fiski- og alivinnuni løgd fram í heyst. Landsstýrið er farið undir at nýskipa fiskivinnuna. Nakrar broytingar eru longu framdar. Inntøku­trygdin hjá sjófólki er latin pørt­unum á arbeiðsmarknaðinum at umsita, og skipan við tilfeingis­ gjaldi av makrel- og sildaveiðu er sett í verk. Fiskivinnan er lívæðrin í okkara samfelag. Politiskt eru vit samd um, at hon skal hava bestu karmarnar grundaðar á burðardygga nýtslu av havsins tilfeingi. Men vit eru ikki