Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-30, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juli 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 31. juli 2013 · Nr. 86 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 samd um, hvussu vit røkka hesum máli. Eg vil hava eina breiða semju um, hvussu vit nýskipa fiskivinnuna til tess at skapa tryggar karmar og burðardygt grundarlag undir høvuðsvinnu okkara. Lógaruppskot um fiski­vinnu­ nýskipan verður latið løgtinginum í hesi tingsetu. Landsstýrið fer undir royndar­ verkætlan at útveita ávísar al­ mennar tænastur og uppgávur til vinnuna at røkja. Harumframt verð­ur kannað í hvønn mun ta almenna og privatar fyritøkur kunnu samstarva um at loysa upp­ gávurnar. Neyðugt er at skipa landsins innkeyp øðrvísi. Vit skulu hava meira fyri pengarnar og skapa størri kapping og opinleika. Tí verður nýggj skipan við felags keyps­portali sett í verk 1. oktober í ár. Harra formaður! Okkara bú­ skapur er í vøkstri. Mett verður, at Brutto Tjóðar Úrtøkan (BTÚ), veksur umleið 3% í ársins prísum bæði í ár og næsta ár. BTÚ er í løtuni 13,5 mia. kr. Framgongd sæst framvegis í týðandi vísitølum fyri føroyska búskapin. Arbeiðsloysið er lækkað. Tað er í løtuni 4,7%. Nýggjasta konjunkturkanningin, sum varð gjørd í seinasta mánað, vísir, at vinnulívið er munandi bjartskygdari um framtíðina, og at samlaði eftirspurningurin er vaks­ andi. Fyri at stimbra samfelags­bú­ skapin hevur landsstýrið hækkað løgujáttanina bæði í 2012 og 2013. Harafturat eru óbrúktar løgujáttanir fluttar frá undanfarnum árum til 2013, soleiðis, at fleiri verkætlanir kunnu fara í gongd í ár. Arbeitt verður við at fyrireika broytingar í lóggávuni á peninga­ stovnaøkinum. neyðugt er at minka um vandan fyri bankakreppum í framtíðini. landsstýrið arbeiðir saman við donsku stjórnini um, hvussu hetta kann gerast fyri før­ oyskar bankar, sum eru fevndir av felagslóggávu á økinum. Fyri at skapa menning og vøkstur er neyðugt at útbyggja okk­ara samferðslukervi uppaftur meira. Uppskot um løgtingslóg um at gera undirsjóvartunnil undir Skála­fjørð og Tangafjørð er latið løg­tinginum. Landsstýrið fer nú undir at gera kanningar í samband við at gera undirsjóvartunnil til sandoynna. Peningur verður settur av til endamálið. Politiskur bólkur er settur at arbeiða við suðurleiðini. Arbeiðið at gera tunnil til Viðareiðis er boðið út og farið verður at bora í komandi ári. Væntandi verður koyrandi gjøgnum tunnulin í 2016-2017. Nógvar almennar byggiverk­ ætlanir eru í gongd og fara í gongd í næstum. Arbeiðið at byggja skúladepilin í Marknagili er byrjað. Stór útbygging verður gjørd á Landssjúkrahúsinum. Miðnámsskúlarnir á Kambsdali og í Klaksvík verða útbygdir. Vardir bústaðir verða bygdir í Klaksvík og í Runavík, og næsta vár verða 16 íbúðir í Tórshavn lidnar til fólk við sálarsjúku. Havstovan og Fiskimálaráðið hava seinastu árini arbeitt við ætlan um nýtt havrannsóknarskip. Í heyst verður uppskot um verk­ lags­lóg lagt fyri løgtingið, sum skal geva landsstýrismanninum heim­ ild at gera langtíðar samtarvs- og leigusáttmála við privat felag um at byggja og reka nýtt havrannsóknar­ skip. Harra formaður! Landsstýrið hevur sett sær fyri at orða nýggjan vinnupolitikk fyri at skapa bestu karmarnar at menna føroyska búskapin. Alivinnan er vorðin ein tann týdningarmesta vinnan, vit hava í Føroyum. alararnir hava við dugnasemi og áræði víst, at teir eru í heimsklassa, og landsins lóggáva og heilsufrøðiliga skipanin eru vorðnar fyrimyndir hjá øðrum alitjóðum. Gongd er í oljuleitingini við Føroyar eins og bretsku megin markið. Eftir tvey friðarlig ár við ongari boring og færri loyvishavum er gongdin nú aftur vend rætta vegin. Byrjað varð at bora ein leitibrunn í fjør. Hann verður boraður longu næsta ár. Onnur leitiboring er eisini á skránni tá. Umboð fyri landsstýrið sita í hesum døgum saman við kommun­ unum og SEV og leggja seinastu hond á eina felags ætlan at útbyggja og menna elorkuøkið. Endamálið er, at vit gerast minni heft av dýru, innfluttu oljuni og leggja um til grønar orkukeldur. Vit finnast ofta at veðrinum. Men vindur, regn og sjóvarfall eru náttúrugivnar orkukeldur, sum vit skulu leggja okkum eftir at gagnnýta. Vit kunnu m.a. frøast um, at ein stór vindmyllulund verð­ur sett upp í Húsahaga í næsta ár. Lundin tryggjar, at meira enn helvtin av elorkuni kemur frá var­ andi orkukeldum. Tað er stórt fram­ stig. Økta játtanin til ferðavinnu hevur skapt nýggjar møguleikar hjá Ferðaráðnum at marknaðarføra Føroyar í útlondum. Málið er at fáa størri avkast og vøkstur her á landi. Í hesum sambandi verður nýtt vørumerki fyri ferðamálið Føroyar, »destination brand« lagt fram í august. Partur av nýggja vinnu­politikk­ inum verður eisini at útvega betri umstøður til at framleiða føroyskar filmar. Føroyar eru eitt lítið og fjarskotið oyggjasamfelag. Tað hevur við sær, at vit hava fleiri natúrligar monopol- og duopolmarknaðir, har virkin kapping ikki ber til. Talan er um sera týðandi búskapargeirar so sum fjarskifti, elveiting, olju, flog­ferðslu, fíggjartænastur og trygging. Ætlanin er at herða eftirlitið á hesum økjum. Mjólkarvinnan hevur tað sera stríggið, og tíverri eru fleiri, sum eru noydd at geva skarvin yvir. Tí samtykti løgtingið í vár lógaruppskot, ið betrar fíggingar­ møguleikarnar til landbúnaðin. Harafturat ber nú til at stuðla ætlanum at skipa tjóðgarð í Koltri og at varðveita serføroysk húsdjór. Harra formaður! Ein góður og mennandi fólka­ skúli er týðandi fortreyt fyri, at vit lofta avbjóðingum í nútíðar­ samfelagnum. Eg ásanni, at neyðugt er at broyta fólkaskúlan fyri at betra fakliga støðið og trivnaðarligu um­ støðurnar. Vit mugu tora at hugsa øðrvísi, og at skipa fólkaskúlan í størri eindir, har tað landafrøðiliga ber til. Hetta fer at geva skúlunum betri møguleika at skipa og mynda sítt virksemi, og fleiri tilboð fara at standa næmingunum í boði.