týsdagur 30. juli 2013síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. juli 2013 · Nr. 86
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sernámsfrøðiliga
ráðgevingin
verður knýtt tættari at nýggju
skúlaeindunum. Á henda hátt fara
næmingar at fáa betri og skjótari
hjálp í nærumhvørvinum.
Nýskipanin verður eftir ætlan
sett í verk í skúlaárinum í 2014/15.
Í
august
byrjar
nýggja
gymnasiala miðnámsskúlaskipanin.
Við hesum er gymnasialt miðnám
skipað í seks breytir. Nýggja yrkis
útbúgvingarskipanin
Yrkisnám
byrjar eisini í august.
Við nýggju miðnámsskipanini
fara næmingar í størri mun enn
fyrr, sjálvir at hava møguleika at
seta saman sína útbúgving. Ætlan
in er eisini at seta á stovn fleiri
yrkisrættaðar útbúgvingar.
Sum nakað nýtt byrjar ein
flokkur í Hoydølum í summar, sum
bjóðar autistum eitt væl skipað
tilboð. Arbeitt verður við at skipa
fleiri miðnámsútbúgvingar, sum
venda sær til næmingar við ser
ligum av- bjóðingum.
Harra formaður!
Nýggja byggilógin, sum kom í
vár, er eitt stórt framstig. Endamálið
er at tryggja dygdargóða bygging, ið
eisini er lagað eftir føroyska veður
lagnum.
Arbeitt verður við at gera fleiri
broytingar
í
rættargangslógini.
Ein broyting verður skipanin við
virkisveði, ið fer at gera tað lættari
hjá vinnuni at fáa fígging til sítt
virksemi.
Harra formaður!
Landsstýrið arbeiðir við at
nýskipa heilsuøkið. Endamálið er at
minka tørvin á sjúkrahúsviðgerð við
betri heilsuframa og fyribyrging.
Kjølurin verður eitt samanhangandi
føroyskt heilsuverk, sum setur
borgaran í miðdepilin. Vit skulu
veita røttu viðgerðina á røttum stað
til røttu tíð.
Landsstýrið hevur skipað eina
breiða fólksliga hoyring um heilsu
ætlanina. Endamálið er at geva
øllum, sum hava áhugað og innlit
í slík viðurskifti, høvi at siga sína
hugsan um, hvussu vit fáa eitt enn
betri heilsuverk.
Úrslitið av hesi hoyring verður
partur av grundarlagnum undir
einum aðalorðaskifti í heyst.
Landsstýrið fer at seta á stovn eitt
etiskt ráð at ráðgeva løgtinginum
og heilsumyndugleikum í etiskum
spurningum. ráðið skal eisini birta
orðaskifti um m.a. ílegugransking.
Lógaruppskotið verður lagt fyri
tingið í hesi tingsetu.
Fosturtøkuráðgevingin verður
skipað sum partur av virkseminum
hjá Gigni soleiðis, at ráðgevingin
verður styrkt við serkønum á
hesum øki.
Tørvurin á hóskandi kørmum til
psykiatrisku sjúklingarnar hevur
trokað á í fleiri ár. Tí fegnist eg um,
at løgtingið einmælt samtykti í vár
at útbyggja og nútíðargera lands
sjúkrahúsið, umframt at byggja ein
nýggjan psykiatriskan depil.
Harra formaður! Tað er fólkið
á arbeiðsmarknaðinum, ið fíggjar
vælferðina.
Sum samfelag skulu vit stremba
eftir, at so mong sum gjørligt av
okkara borgarum eru á arbeiðs
marknaðinum, eisini tey, sum á ein
hvønn hátt hava skerdan førleika.
Lógin um arbeiðsfremjandi til
tøk kom í gildi 1. januar í ár. 11
Hugsjónin er, at øll arbeiðsfør
eru virkin. Við lógini hava vit fingið
eitt gott amboð at hjálpa fólki inn á
arbeiðsmarknaðin, serliga fólki, ið
bera brek, eru sjúk ella hava sosialar
trupulleikar. Við hesum stuðla vit
uppundir at framtíðartryggja ar
beiðsmegina.
Landsstýrið
hevur
seinastu
tíðina samskift við arbeiðsgevarar
kring landið um teirra part. Arbeiðs
gevarar eru fúsir at taka ábyrgd
og seta fólk bæði til virkisvenjing,
arbeiðsbúgving o.a.
Tíverri eru borgarar og familjur,
sum hava trupul fíggjarlig kor.
Landsstýrið fer at áseta eitt
fátækramark. Endamálið er at gera
okkum betri før fyri at eyðmerkja,
hvussu fólk kunnu koma úr fíggjar
ligari trongstøðu.
Seinni í ár verður lógaruppskot
gjørt um at víðka virksemið hjá
løgtingsins umboðsmanni til eisini
at fevna um klagur frá børnum og
eftirlit við stovnum o.ø., har børn
eru.
Landsstýrið fer at seta eitt
barnahús á stovn í ár. Barnahúsið
verður eitt trygt stað, har børn, sum
hava vera fyri kynsligum ágangi ella
øðrum harðskapi, og avvarðandi
teirra fáa ta hjálp og tann stuðul,
teimum tørvar.
Millum týdningarmestu málini
hjá landsstýrinum er at útvega
hóskandi tilboð, so vit sleppa
undan at senda okkara ungdóm við
serligum avbjóðingum av landinum.
Miðvíst arbeiði verður í løtuni gjørt
til tess at samskipa tænasturnar til
familjur, ið hava børn við serligum
avbjóðingum.
Í hesi tingsetu verður verklagslóg
løgd fyri løgtingið um at byggja
virknis- og umlættingardepil í sand-
oynni til børn og ung við serligum
tørvi.
Ógreiða ábyrgdarbýtið millum
land og kommunur innan eldraøkið
forðar fyri skilagóðum loysnum á
økinum.
Skylda okkara er at tryggja teim
um, sum undan okkum hava bygt
landið, eitt trygt og gott lív og ein
virðiligan aldurdóm. Tí fer lands
týrið at umskipa eldraøkið fyri at
bjóða okkara eldru betri tænastu.
Eldrarøktin
verður
løgd
til
kommunurnar at umsita, so vald
og gjald fylgjast at.
Harra formaður!
Tjóðin er rík, tí okkara mentan
stendur í blóma, sum í fjølbroytni
setir sín dám á okkara tilveru. Á
hesum oyggjum býr eitt skapandi
fólk, eitt tilfeingi, sum vit stuðla og
virðismeta.
Skapandi listin gevur okkum
nógvar góðar og virðismiklar upp
livingar innan tónleik, myndlist,
sjónleik og tað skrivaða orðið.
Ætlanin er at seta eitt lista- og
mentanarráð við tí endamáli at
samskipa mentanarstuðulin betri
og styrkja fakligu ráðgevingina.
Lógin um landsjørð er broytt so
leiðis, at almenna jørðin skal kunna
leigast kommunum til almanna
gagnlig endamál. Broytingin letur
upp fyri nógvum nýggjum møgu
leikum, m.a. at gera golfvøll á
glyvursnesi, ið eisini er týðandi liður
í at menna okkara ferðavinnu.
Virksemið
hjá
samanlagda
Kringvarpinum er nú savnað undir
somu lon. Skrá er loksins gjørd til
útbyggingina í Sortudíki, ið skal
betra
arbeiðsumstøðurnar
hjá
stovninum.
Til tess at tryggja Kringvarpinum
ein effektivan rakstur, samstundis
sum privatu miðlarnir eisini skulu
hava umstøður at virka, verður
fíggjarliga grundarlagið endur
skoðað.
Løgtingið samtykti í vár nýggja
lóg um upphavsrætt. Lógin tryggjar
rithøvundum og listafólkum einka
rættindi til vard verk ella fram
leiðslur.
Í vár varð nýggj lóg samtykt um
embæti og størv í fólkakirkjuni, og
lóg um bygningar hjá fólkakirkjuni
verður løgd fyri løgtingið í hesi
tingsetu.
Okkara ítróttafólk eru júst heim
aftur komin eftir oyggjaleikirnar á
Bermuda, har tey hava víst, at tey
við miðvísum arbeiði hava rokkið
úrslitum, sum tjóðin øll eru stolt
av.
Hesar leikir fara vit tó altíð at
minnast við samkenslu við teimum,
ið so brádliga mistu síni kæru. Vit
drýpa høvur og sanna, at samvera,
lukka og gleði í næstu løtu kann
vendast til sorg og trega. Harrin
troysti og veri hjá tykkum, sum
mist hava.
Harra formaður!
Veðurlagsbroytingarnar í Íshav
inum lata upp fyri áhugaverdum
møguleikum í arktiska økinum.
Í vár kom landsstýrið við út
greining síni um, hvussu Føroyar á
bestan hátt kunnu fyrireika seg til
hesar nýggju búskaparligu møgu
leikarnar og tær avbjóðingar, ið
hava sam band við umhvørvi og
trygd. Útgreiningin verður løgd fyri
løgtingið til aðalorðaskifti í heyst.
Viðgerðin av landgrunskravi
Føroya norðan fyri gongur væl, og
í dag er fundur í landgrunsnevnd
Sameindu Tjóða í New York um
okkara krav. Ábendingar eru um,
at henda drúgva tilgongd nú er um
at koma á mál.
Virkað verður áhaldandi fyri at
útvega Føroyum betur marknaðar
atgongd úti í heimi.
Landsstýrið roynir í fyrsta lagið
at miðsavna arbeiðið til tey lond,
sum hava mest átrokandi týdning
fyri útflutningsvinnuna, men hugs
að verður eisini um onnur lond, sum
kunnu fáa týdning í framtíðini.
Tey seinastu trý árini hevur
makrelósemjan fylgt nógv bæði
politiskt og í almenna kjakinum.
Ósemjan um býtið av makrelinum
er ikki loyst, men eg vóni, at tað
fer at eydnast okkum og hinum
strandalondunum at koma til eina
loysn, sum allir partar kunnu góð
taka.
Ósemjan er eisini um býtið av
norðhavssild. Orsøkin er tann sama
sum við makrelinum. Okkara partur
er alt ov lítil. Ikki minst í mun til
tær broytingar í ferðamynstrinum
hjá stovninum, sum hava verið sein
astu árini.
Vit leggja stóran dent á, at
skipanin er burðardygg, og at vit fáa
okkara rættvísa lut av tilfeinginum.
Vit vænta, at ES um nakrar fáar
dagar fer at seta handilstiltøk í verk
ímóti Føroyum. Eg haldi, at hetta
er sera margháttligur atburður hjá
ES.
Ætlaninirnar verða ikki minni
margháttligar av, at ES á henda
hátt velur at brúka fíggjarligt vald
mótvegis Føroyum fyri at verja sín
egna órímiliga høga part av norð
havssildini, enntá uttan at veruligar
samráðingar hava verið.
Hóast vit føroyingar eru kendir
sum lagaligt fólkaslag, ætlar lands
stýrið ikki at lata alt um seg ganga.
Vit hava greitt sagt frá, at
loysnirnar skulu finnast við sam
ráðingarborðið og ikki við, at ein
partur hóttir við ymiskum tiltøkum
fyri at tvinga Føroyar at góðtaka
eitt býti, sum als ikki stendur mát
við tað til- feingið, sum svimur í
okkara sjóøki.
Lat meg eisini gera púra greitt,
at landsstýrið er altíð sinnað at
sessast við samráðingarborðið til
tess at fáa semju í lag.
Harra formaður!
Føroyar eru okkara einastand
andi land.
Tað verða vit javnan mint á,
oftast av útlendingum, tí gløgt er
gestsins eyga. Men nú er hetta eis
ini væl undirbygt í niðurstøðum í
nýggjari kanning hjá Fólkaheilsu
ráðnum.
Føroyar eru eitt vælvirkandi
fólkaræði og millum tryggastu sam
feløg í heiminum. Sosialu bondini
millum fólk eru tøtt, og vit hava ein
sterkan felagsskap, sum tekur við,
har tað almenna í løtum tíanverri
ikki fæst at røkka.
Saman eru vit sterk, men aldri
sterkari enn veikasti liðurin.
Náttúran og umhvørvið eru enn
rein. Bústaðarviðurskiftini eru,
hóast ov eintáttað, millum tey fræg
astu í heiminum. Føroyar kunnu
teljast millum heimsins ríkastu
lond. Føroyingar eru arbeiðssamir,
og arbeiði er aftur til flest allar
hendur. Heilsan hjá fólki er sum
heild góð, og vit, serliga kvinnurnar,
hava ein høgan miðallivialdur.
Og tá tað snýr seg um lívs
nøgdsemi. Ja, so liggja vit fremst
í vesturheiminum. men vandi er í
hvørjari vælferð.
Vit standa framman fyri stórum
avbjóðingum, og tað er í slíkum
tíðum, at vit veruliga prógva okkara
virði.
Vit búgva ikki her av praktiskum
ávum, segði Heðin Brú. Vit hava
valt at liva her, tí vit bera ein tokka
til henda stað, har vit føddust og
vuksu upp. Ein tokki, sum ger hesar
oyggjar til okkara heim fram um
øll onnur støð í heiminum. Henda
tógva drívmegin hevur bygt okkara
land og fólk.
Hvønn einasta dag fáa vit sjón
fyri søgn. starvsfólk í vinnuni og
hjá tí almenna taka nógv eyka
tøk at skapa tey virði, sum tryggja
okkara vælferð. At vit hava eitt
vinnulív við áræði, sum torir at
gera nýggjar íløgur. At fólk, aftaná
at hava búleikast úti í heimi í áravís,
flyta heimaftur, tí tey trúgva, at her,
um tey vítt um verøld fóru, finst
ein bjørt framtíð fyri tey og teirra
børn.
Tí so nógv, sum politiski myndug
leikin kann og skal gera, so liggur
lagnan hjá eini og hvørjari tjóð í
hondunum á fólkinum og harvið
lutinum hjá tí einstaka føroying
inum. Eg kenni meg sannførdan um,
at framtíðin er í góðum hondum.
Góða tingsetu – góða ólavsøku
øll somul. guð signi Føroyar!