Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. august 2013 · Nr. 87 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Føðingar 19. juli fingu Jenny L. Høj­ gaard og Hans Karl Højgaard, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 41 cm long og vigaði 1300 gr. 6. juni fingu Mathias, Lucia og Anna ein lítlan beiggja. Hann vigaði 3550 gr. og var 51 cm langur. Foreldrini eru Margit og Símun Petur Anthoniussen, Kolding 30. juli fingu Fríða Reynskorð og Fróði Nielsen, Sørvági, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3980 gr. 30. juli fingu Emma og Martin ein lítlabeiggja. Hann vigaði 3640 gr og var 51 cm langur. Foreldrini eru Sunneva Vang og Ragnar Nielsen, Horsens. 24. juli fingu Tordis Poulsen og Høgni Dahl Jakobsen, Malmø, Svøríki ein son, hann vigaði 3100 gr og var 50 cm langur. 25. juli fingu Katrin D. Apol og Aksel V. Johannesen, Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4150 gr. 25. juli fingu Hildibjarta Simonsen og Jònar Borg Dahl, Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3050 gr. 27. juli fingu Karina og Jóhannes Petersen, Syðrugøtu, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3720 gr. 28. juli fekk Ruth Jórun Sandvík, Klaksvík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4310 gr. 20. juli fingu Ása H. Christiansen og Bartal Augustinussen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3680 gr. Jón Brian Hvidtfeldt Føroyski tungmálmsbólkurin Sic er í hesum døgum á stóra tónleikafestivalinum Wack­ en í Týsklandi. Wacken verð­ ur roknaður sum heim­sins størsti festivalur fyri tung­ málms-bólkar, og van­liga vitja eini 75.000 fólk festi­ val­in. Umframt at vera ein tón­ leikafestivalur, er Wacken eis­ini ein kapping, har besti bólk­urin skal finnast. Tung­ málms­bólkurin Sic um­boð­ar Føroyar á Wacken, og bólk­ urin var á palli mikukvøldið. – Eftir mínum tykki fram­ førdi Sic sína bestu konsert nakrantíð. Eftir framførsluna tosaði eg við onkran av dóm­ arunum, sum vóru berg­ tiknir av framførsluni hjá Sic og mettu bólkin at vera í toppinum, sigur Erland Sivert­sen. 24 bólkar vóru á palli í Wacken Battle Metal miku­ dagin, og teir síðstu skuldu á pallin dagin eftir. Bólkarnir koma alla staðni frá úr heim­ inum. Avgerðin, hvør vinnur heið­urin sum besti tung­ málms­bólkur í ár, fellur seinna­partin fríggjadagin. Á tíðindaportalinum in.fo ber til at síggja fleiri myndir frá framførsluni hjá Sic, um­ framt at lesa um, hvussu føroyski tungmálsmbólkurin stóð seg í kappingini. Framúr av Sic - Eftir mínum tykki hevði Sic sína bestu framførslu nakrantíð, sigur Erland Sivertsen, sum hoyrdi Sic á Wacken Battle Metal mikukvøldið. Sic á palli frammanfyri 10.000 fólkum á Wacken Battle Metal mikukvøldið Mynd: Erland Sivertsen