Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 2. august 2013 · Nr. 87 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sunnudagurin 21. juli rann upp sum allir aðrir dagar, her í Skúgvi við mjørka, sum tað hevði verið í langa tíð. Tá tíðindini frá Kvf. komu kl. 14. 00 hoyrdu vit hesi tungu boð um vanlukku, sum var hend í Vágum, har tríggir mans vóru deyðir. Beint eftir hetta hoyrdist eisini um eina unga kvinnu, sum var deyð so brádliga. Í meðan vit sita, sum øll onnur, og hugsa hvør nú man verða raktur, fáa vit at vita, at Viljálmur er tann eini av hesum monnum, sum eru deyðir. Sjálvt um eg bara kendi Vilhjálm, so vóru fleiri her, sum kendu Høgna og eisini onkur, sum kendu Hans. So okkara bygd støðgaði eitt bil henda dagin. Hesin dagur bleiv sjálv­ andi ein serstakur dagur, sum vit nokk seint gloyma. Øll fløggini, í okkara lítlu bygd, fóru henda dagin í hálva stong. Tað var ein so serlig upp­ living at koma út henda dag­ in, og møta fólki eftir hetta. Bygdin var huld í mjørka, tað var eins og náttúran eisini vildi vísa okkum hvussu tung­ur dagurin var. Føroyingar hava ofta roynt slíkar dagar fyrr, og koma nokk eisini at royna tað aftur, tíverri. Viljálmur var nøkur av sínum barnaárum í Skúgvi, tí kenna vit hann so væl. Fyrsta eg minnist um at Vilhjálmur skuldi koma til Skúvoyar, var einaferð eg var á veg til Havnar við Pride, við í ferðini var ein sera blíð og fitt kona, hon segði mær, at sonur hennara skuldi koma til Skúvoyar at vera í eina tíð, og bað meg verða góðan við hann. Víljálmur kom so, og nak­ að seinni kom Gunnar. Teir høvdu báðir eitt gott sinnalag, og vóru so fittir, at ikki bara eg, men øll blivu góð við teir. Fyri okkum her suðuri hava teir líka síðani verið skúvoyingar Sum sagt so kendust eg og Viljálmur sera væl, eg haldi eg kann siga, at vit vóru ung­ dóms­vinmenn. Okkara vegir fóru ikki í somu ætt, tí sóust vit ikki so nógv eftir at vit blivu vaks­ nir, men tó so, vit hittust altíð av og á. Eg ætli ikki, at skriva so nógv um míni barnaminnir um Vilhjálm, tó okkurt. Vit óvitar her suðuri komu rættu­liga nógv oman á Skipa­ gøtu hesi árini, og vit høvdu tað gott har niðri. Vilhjálmur var við í øllum, sum fyri fórst í bygdini, eisini var hann við til bakka, eftir eggjum og til lundafleyggj. Av tí at Jens, sum hann búði hjá, var seyðamaður sam­an við pápa mínum, høvdu vit nógvar dagar sam­ an, baði á rakstri og rættini. Eg var eisini saman við honum í Havn við hvørt, eg var ofta inni hjá teimum úti á Reyni, eisini var eg onkuntíð inni hjá Liffu, ommu hansara, saman við honum. Eg bleiv altíð hjartaliga mót­tikin av hansara skild­ fólkið. Sum presturin segði í kirkuni, so hevði Vilhjálmur eitt einastandandi sinnalag, hann smíltist altíð, var altíð stillur, hann segði ongantíð ov nógv, men kortini so tos­ aði hann altíð við tey hann møtti, líkamikið hvør tað var, fyri Vilhjálmi vóru øll fólk líka, um man sat í hægsta sessi ella lægsta. Hesi seinnu árini, síðan eg flutti aftur til Skúvoyar, sóust vit ikki so ofta, tað var næst­an bara tá ið hann kom suður at reka. Altíð var tað ein stuttleiki at møta honum, og fáa eitt prát um leyst og fast, bleiv tað eitt longri prát, so endaðu vit altíð aftur í barna­minn­ un­um, har var sjálvandi so nógv at taka av. Vilhjálmur hevði ein sera sjáldsaman eginleika, sum eg ikki ordiliga fái sett orð á, tað var eins og ein serstakur friður og tryggleiki kom yvir meg, tá eg var saman við hon­ um, um tað so bara var eina lítla løtu vit vóru saman. Tá ið vit vóru á veg til Havnar, til jarðarferð hans­ ara, segði ein kona tað sama um hann, so hetta var ein kensla, sum onnur eisini høvdu. Góðu tit, sum hava mist so nógv, vónandi fara tit kortini, við Guðs hjálp, at hava tað gott í komandi tíðum, sjálvt um tað verður tungt. Tað verður so ofta sagt, at tíðin lekir øll sár, sjálvur haldi eg ikki at tað er so, men tíðin lærir okkum, og noyðir okkum at liva við sorgini, hon verður altíð har, men hon verður ikki so nærverðandi, sum hon er í hesum døgum. Góði Vilhjálmur, saknurin her suðuri er stórur, og tú verður ofta í tonkum okkara framyvir. Guðs friður veri við minn­ inum um Vilhjálm. Harry Jensen Vilhjálmi Gregoriussen til minnis nøvn Tá tíðindini eru ófrættakend, tørvar tær eitthvørt at halda fast í. Tár geva tær henda linna. Hanna fór um sýnina 89 ára gomul. Hennara tíð var komin. Vit gráta tí vit hava mist hana. Vit elskaðu hana, og vita, at vit fáa hana ikki aftur. Allar frálíku løturnar saman við henni, minnast vit aftur á, við gleði. Hon dandandi um gólvi, kaffi, bollar og ann­ að gott. “Eru tygor klárir ? Far á loftið og sov, tygor mugu verða væl fyri til dystin í morg­in”. Hanna, var Váðbingur til tað síðsta. Hanna varð ein vitug og nærløgd kvinna. Hon upp­ livdi nógv á síni lívsleið, baði við og mótgongd. Hon tók baði, við røttum ryggi. Hanna var dóttir Jacob (1898 – 1981) og Helenu (Jó­ hanna Maria Helena 1899 – 1965) Mohr. Hon var ein av fimm systkjum, tveir brøður og tríggjar systrar. Nógv ár varð millum systk­ini, elsti bróðurin Arni (Arne Johan Mohr, f: 01-11- 1919, d: 17-08-1999) varð tvinni ára­tíggjur eldri enn yngsti eftir­komin Birgir (Jákup Birgir Mohr f: 26-01-1942). Ímill­um hesar báðar, komu systrar­nar Hanna (Hanna Maria Augustinussen f: 15- 08-1923, d: 08-05-2013), Pou­ lina (Poulina Jacobsen f: 16-05-1921, d: 20-11-2001) og Morentsa (Jenny Morentsa Augustinussen: f: 13-09-1932, d: 20-01-2001). Gott varð millum systkini. Hóast fjarskotin í aldri, og fjarðstøðu, gloymdi ongin teirra sín uppruna. Eftir kríggi, vóðru Arni, Hanna og Morentsa verandi í Vági. Pou­ lina flutti til Klaksvíkar, með­ an Birgir fór til Danmarkar at lesa. Systkini løgdu orki í, at vit eftirkomar skuldu kenna beinagrindina. Tey funnu saman, tá høvi beyðst. Mill­ um onnur teim­um at takka, gjørdist samankom­an Thors­ vig, ið varð hildin í Samljóð í Skopun (har mamma henn­ ara Helena vaks upp) veru­ leiki. Nøkur ár seinni varð aftur familjusamkoma hild­ in í Stóra pakkhúsið á Gørð­ unum í Vági. Hanna giftist Joen Pauli Augistinussen (f: 28-08-1920, d: 02-05-1982), eisini nevndur “Lýtli Pallin”. Hanna og Pallin fingu børnini Jonhild (gift Jens Kjærbo, f: 28-08-1942, d: 10-02-2001), Helenu (gift Brynjálvur Dahl), Páll (giftur Helenu Dahl Augustinussen) og Jákup (giftur Olevinu Augustinussen). Hanna og Pallin fingu 12 ommu- og abba­børn. Hanna vann sær nógvar lívs­royndir. Hon misti mammu sína, Helenu, á lut­ fals­ligum ungum árðum. Hon upplivdi eisini at missa mann og son, áðrenn hon sjálv fór um sýnina. At missa mammu, og síðani lívsfelagaða er hart, at missa sonin (“Gaga” 1952 – 2006) kendist henni óyva harðari. Hanna varð ung kvinna undir seinna heimsbardaga. Ein hørð tíð, har baði faðir, bróður, maður og verðfaðir, vunnu sær uppihald á sjón­ um. Teir førdu mat um høvini til sameindu herdeildirnar, og gjørdu sítt til, at Sameindu Tjóðirnar vunnu kríggi. Tað tók fast á tey ið sótu heima. Nógvir av monnunum vunnu ikki upp aftur land. Jacob og Arne silgdu við slupp­ini City, meðan verfaðir Honnu, Johan í Smyllum, fórst við “Grasinum” í 1943. Livur tú nóg leingi, er tú partur av søguni. Hanna legði sín mátt - og alsk - til mentan og íttrótt, tað verið seg fótbólt, hondbólt ella aðra ítróttargrein. Hon var fryntlig og um­hugsin, tá tað kom til blíðskap og næstrarkærleika. Jóansøkuna fór tú ikki forbí, uttan at hava sitið væl í Smillum. Hanna fekst nógv við djór. Meginpartin av lívið sínum ansaði hon neytum og seyði í hagapartinum “Fjalli”. Hon hoyggjaði alt hoyggji turt. Í myndatalu var Vágs Bólt­ felag hennara barn. Pallin og Hanna fostraðu nógvar eldsálir, ið traðkaðu svørin á Eiðinum. Hennara stoltleiki varð ein fragd fyri eyga og oyru, tá børnini – saman við øðrum liðfeløgum – bóru steyp og heiður til Vág. Hon góðskaði tíðina, fólki og umhvørvið. Hon fann gleði í teim sum vóru um hana, børn, svigar­børn, ommu­børn og vin­fólk. Vágur hevur mist eina kvinnu. Hon var lítil­látin og ósjálvsøkin. Hon varð góð við sítt fólk, og sín heimstað. Sum ljósið vinnur á myrkri­num, vinnur gleðin á sorg­ini. Vit minnast teg - Hanna - við virðing og stolt­ leika. Hvíl í friðið. Bjarki Mohr Til minnis um Hannu Mariu Augustinussen (nevnd Hanna í Smyllum) Fødd 15.08.1923 – Deyð 08.05.2013