hósdagur 1. august 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. august 2013 · Nr. 87
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Helle Fagralíð, sum hevur føroyskar røtur, fær sítt stóra gjøgnumbrot
við hesum filminum, sigur Nils Malmros, leikstjóri
Helt innihaldið loyniligt
Eirikur Lindenskov
Nýggi
filmurn
hjá
Nils
Malmros, Sorg og glæde,
verður
frumsýndur
14.
november.
Høvuðsleiklutirnar sum
tey bæði, Nils Malmros og
konan Marianne Tromholt,
hava sjónleikararnir Helle
Fagralid og Jacob Cedergren.
Og Nils Malmros væntar sær
nógv av teimum.
– Tey spæla sínar leikutir
meistarliga væl, og eg eri
vísur í, at Helle Fagralid fær
eitt rættiligt gjøgnumbrot
við hesum filmi, sigur Nils
Malmros.
Hella Fagralid hevur før
oyskar røtur.
– Eg havi sagt við hana,
at hon eigur at stava navnið
hjá sær við ð, soleiðis sum
tað eigur at verða gjørt á før
oyskum, sigur Nils Malmros
skemtandi.
Hann sigur eisini, at tá
Helle Fagralíð kom til casting,
hevði hon eina mynd av sær í
føroyskum búna.
– Det bevægede mig, sigur
hann.
Men hann er skjótur at
leggja afturat, at tað als var
ikki tí, at hon fekk leiklutin.
Omma Helle Fagralid var
Josta Fagralíð, sum var ættað
úr Leirvík, men vaks upp hjá
Berhard og Honnu Fagralíð
í Klaksvík. Josta hevði Lillå
sum eftirnavn, men tá ið
Benhard og Hanna fingu sær
Fagralíð sum eftirnavn, tók
hon eisini eftirnavnið til sín.
Josta varð gift í Helsingør og
fekk tvær døtur. Onnur teirra
er mamma Helle Fagralid.
Nils Malmros sigur, at
hann vil ikki tosa um sjálvt
innihaldið í filminum, tá fólk
ikki hava sæð hann. Tí tað
ber ikki til. Men hann hevur
einki ímóti at greiða Sosial
inum frá, at filmurin snýr
seg um hendan svára sorgar
leikin, sum var teimum fyri,
tá konan í psykosu drap
einkarbarn teirra.
Onkrar upptøkur til filmin
eru gjørdar í heiminum hjá
Nils Malmros.
– Tað er tí, at vit høvdu
brúk fyri nøkrum vetrarupp
tøkum. Og tá veturin brádliga
var har, so máttu vit gera
upptøkurnar, og so valdi eg
bara at brúka heima okkara.
Men innanduraupptøkurnar
eru næstan allar gjørdar í
studio, har heim okkara er
endurskapt.
Sjálvt
um
Marianne
Tromholt
var
varðhalds
fongslað in absentia, var hon
– eftir at hava ringt til løg
regluna – so illa fyri av gerð
síni, at politiið als ikki fekk
avhoyrt hana.
– Men svarini eru í film
inum, sigur Nils Malmros.
– Kona mín kom sum
kunnugt ikki í fongsul, men
fekk ein viðgerðardóm í
hálvt annað ár.
Gjøgnum alla tilgongdina
við filminum hevur tað eydn
ast Nils Malmros at halda
innihaldið í filminum loyni
ligt.
Helle Fagralid í Føroyum undir upptøkunum av norska filminum, »Buzz Aldrin«
Eg havi sagt við
hana, at hon eigur at
stava navnið hjá sær
við ð, soleiðis sum tað
eigur at verða gjørt á
føroyskum
Niels Malmros
Nils Malmros, filmsleikstjóri.
Lesið samrøðu við hann
í Summar innlegginum,
um sorgarleikin í 1984, tá
kona hansara drap níggju
mánaðir gomu dóttir teirra