Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 2. august 2013 · Nr. 87 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eins og okkara grannalond, hava vit ásetingar um hvussu nógv ung skulu taka eina miðnámsútbúgving. Her heima siga vit, at 90 % av teim­um ungu skulu hava eina mið­náms­útbúgving. Und­ir mið­nám flokka vit yrkis­ út­búgv­ingar. Seinnu árini hava vit lagt okkum eftir, at øll sum eru skikka skuldu sleppa inn á miðnám. Men vit hava ikki í nóg stóran mun givið okkum far um hvussu til­gongdin hevur verið til yrkis­út­búgv­ingarnar. Hyggja vit at tølunum, so síggja vit at talið av ungum ið ferð á students­útbúgv­ing­arnar økist meðan talið av ungum í yrkisút­búgv­ingunum fækk­ ast. Lutfallið millum tey ið ganga á miðnám er broytt frá í 2008 at verða tann, at 36 % eru í yrkisútbúgving, hetta lutfall er støðugt minka so tað í 2012 bert eru 22% í yrkis­ útbúgving í mun til gymnasi­ alu útbúgvingarnar. Tí eiga vit at seta tøl á hvussu stóran part av teim ungu t.d 40% av einum árgangi, ið vit miða eftir fara á yrkisútbúgvingar og arbeiða miðvíst fyri at náa hesum málið. Hvussu fáa vit fleiri lærupláss Løgmansrøðan nevnir, at sam­gongan ferð at royna at eggja vinnuni til at taka fleiri lærlingar og at tað almenna eisini skal seta fleiri lærlingar. Hetta kann gerast betur, tað er ikki nokk bert í orðum at eggja til, tað má fylgjast upp í verki. Hetta kann gerast við, at seta mál fyri hvussu nógv lærupláss altíð skulu verða tøk innan almenna geiran og fáa kommunurnar at gera tað sama. Á sama hátt ber til at økja talið av lærlingum ið vinnan kann taka. Í triðja lagi ber til at seta krøv til tey virkir ið fáa almenn ar­ beiðir, soleiðis at tað er ein fyrimunur at hava fleiri læru­pláss, tá ið metast skal um hvør fær arbeiðið. Tekniskt yrkisnám eftirmetast Í heyst byrjar ein nýggj yrkis­ útbúgv­ingarskipan, ið nevnist Tekniskt yrkisnám. Henda skipan er ein roynd at fáa eina samanrenning millum SIT- útbúgvingina og vanligu lærlingaútbúgvingini. Í okk­ ara grannalondum verða júst hesar útbúgvingar eftir­ hugdar í hesum døgum við tí fyri eyga, at skipað hesar so fleiri ung fáa hug at søkja inn á hesar útbúgvingar. Hetta verður gjørt, júst tí man ásannar at ov nógv ung fara til gymnasiala partin av ungdómsútbúgvingunum, við tí úrslitið at alt fleiri ung enda í eini blindgøtu, antin tí teirra úrslit ikki er nóg gott til at fara undir framhaldandi bókliga útbúgving og/ella tí tað er ikki brúk fyri so nógvum fólki við bókligum førleikum. Tí hevur tað alstóran týdning at skipa yrkisnám so fjølbroytt og tillokkandi sum gjørligt fyri ungdóminum. Tí farið eg at heita á lands­ stýrismannin um at bera so í bandi, at Tekniskt yrkisnám verður eftirmett komandi ár og spurningurin hvussu ein kann fjøltáttað tilboðini innan yrkisnám verður tikin upp við tí fyri eyga at seta á stovn fleiri útbúgvingartilboð innan tekniska øki. Útbúgvingar ið vinnan hevur tørv á Løgmansrøðan nevnir, at farið er undir at útgreina, hvørj­ar útbúgvingar ið vinn­ an hevur tørv á. Tað er skila­ gott at fáa lýst henda partin, men eg vil ávarað ímóti, at møguligar nýggjar vinnu­ rættaðar hægri útbúgvingar koma ístaðin fyri tær hægri út­búgvingar, ið vit longu hava. Tað ber ikki til at lata upp- og niðurgangstíðir stýra hvat fyri útbúgvingartilboð, ið vit sum samfelag hava. Okkara samfelag er so við­ brek­ið at vandin fyri at tíð­ irnar broytast skjótt ger at til ber ikki at forútsíggja hvat fyri førleikar sam­fe­lag­ ið hevur brúk fyri. Tí eiga vinnurættaðu útbúgv­ingar­ nar at koma aftrat teimum út­búgvingum ið vit hava og ikki ístaðin fyri verðandi út­ búgvingar. Seta okkum mál fyri hvussu nógv taka yrkisútbúgving Eyðgunn Samuelsen løgtingskvinna viðmerkingar Í fjør skipaði Porkeris Bygdarsavn fyri altjóða verk­stovu í Porkeri, ið snúði seg um leiklutin hjá lokalum søvnum í ferðavinnuhøpi. Verkætlanin er stuðlað av arktisku samstarvsskránni, NordRegio, ið er stovnur undir Norðurlendska Ráð­ harra­ráðnum. NordRegio varð so væl nøgt við úrslitið av hesi verkstovu, at stovnurin valdi at stuðla verk­ætlanini við enn einum ári. Porkeris Bygdarsavn, ið hevur leiklutin sum leið­ ari av verkætlanini (lead partner), fekk heiðurin av verts­leik­lutinum í fjør, og í ár gongur leiðin so til Norðurnoregs, og er tað í ár Midt-Troms Museum, ið skal verða vert­ur fyri verkætlanini. Eftir ætlan fara luttakarar úr báði Føroyum (Porkeris Bygdar­savni), Íslandi (Norska Húsið - Byggðarsafn Snæfellinga og Hnappdala og Þrísker ehf.) og Grønlandi (TAKO- Consulting) til Målselv í Midt-Troms, væl stuðlað av Fonn Flog. Umboð fyri Midt-Troms Museum taka ímóti, og her verður skipað fyri báði altjóða verkstovu og leið­arafundi. Spennandi skrá í Midt- Troms Eftir ætlan savnast øll á gistingarhúsi í Målselv á kvøldi 5. september, áðrenn farið verður til ró. Morgunin eftir verður Midt-Troms Museum vertur fyri eini sera áhugaverdari rundferð, har vitjað verður á Bardu Bygdetun, Kramvigbrygga og Lenvik Museum, ið øll eru søvn undir veingjabreiðinum hjá Midt-Troms Museum. Hetta verður gjørt, so út­lendsku luttakararnir sleppa at síggja ítøkilig dømi uppá, hvussu norðmenn skipa sítt savnsvirksemi. Mett verður, at serliga norð­ menn eru frammarlaga í savnshøpi, og tí vænta okur, at luttakararnir fara at læra nógv av hesari rundferðini. Í 2013 hátíðarhalda norð­menn sonevnt ’Stemmeretts­ jubileum’, tí 100 ár eru liðin, síðani norskar kvinnur fingu atkvøðurætt á jøvnum føti við menn. Í tí sambandi eru verkstovuluttakararnir bodnir til konsert í Målselv, ið m.a. Midt-Troms Museum skipar fyri. Morgunin eftir, leygardag, byrjar so sjálv verkstovan (workshop) og seriøsa savns­arbeiðið. Leiðarin á Midt-Troms Museum, Lisa Gay Bostwick, hevur skipað fyri, at fyrrapartin leygardag verð­ur áhugaverdur fyrilestur um savnsarbeiði, og seinnapartin verður so verkstova, har okur fara at kjakast og tosa um, hvussu væl ávegis tey ymisku savnsprosjektini eru komin. Sunnumorgun fer so Tor Jessen frá fyritøkuni PlayCreate, ið hevur serfrøði innan útstillingar – og sum hevur tætt samstarv við Midt-Troms Museum – at hava fyrilestur fyri verkstovuluttakarunum um, hvussu søgur – báði praktiskt og teoretiskt – kunnu miðl­ast til almenningin. Seinna­partin verður leiðarafundur, har tikið verður saman um, hvussu alt prosjektið higar­til hevur hilnast, men eisini, hvussu arbeitt verður framyvir. Meðan leiðarafundurin er, fara hinir luttakararnir á eina lítla útferð í økinum, ið Midt-Troms Museum skipar fyri. Sunnukvøldið endar verk­stov­an við einum felags døg­verða, har borðreitt verður við lokalum mati. Mánamorgun fara verk­ stovuluttakararnir so aftur í hvør sína ætt – vónandi nógvar upplivingar ríkari, ið tey kunnu taka við sær í viðførinum. Porkeris Bygdarsavn fer síðani at eftirmeta verk­ stovuna og at enda lata NordRegio eitt skriv, ið tekur saman um gongdina hjá verk­ætlanini fyri árið 2013, og vónandi fer hetta at hava við sær, at okur fáa játtað stuðul til enn eitt spennandi ár við ’Livandi Søvnum í Arktis’. Føroyskur dansur í Norður­landa­ húsinum Tíðindaskriv frá Sláið Ring Dansináttin 2013 verður í Norðurlandahúsinum 3. august. Dansináttin er alment tiltak, sum Norðurlandahúsið og Sláið Ring, landsfelag føroyskum dansi at frama, skipa fyri. Dansináttin hevur uml. 30 ár á baki - hevur verið nærum síðani Norðurlandahúsið lat upp. Dansitíðin er vetrarhálvuna, men fleiri eru, ið kundu ynskt sær eina dansinátt um summarið, tí saktans kunnu hesar verða góðar og minnisríkar. At dansináttin hevur verið afturvendandi tiltak í so nógv ár, talar fyri seg. Vanligt er at síggja bæði útisetar, ferðandi og fólk úr øllum Føroyum í dansinum. Ikki minst Norðurlandahúsið vil nýta høvi til at bjóða dansifólki og føroyska dansinum inn í stórslignu húsini. Norðurlandahúsið, sum uttan líkist einum álvaheyggi og innan er ein arkitektonisk perla, gevur eini summardansinátt heilt serligan dám. Talan er um almennan føroyskan dans og eru øll vælkomin. Byrjað verður kl. 21.00 og dansurin endar kl. 01.00. Er dansurin góður, verður hildið á eitt sindur longur. Livandi Søvn í Arktis – leiðin gongur til Midt-Troms