hósdagur 1. august 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. august 2013 · Nr. 87
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
Hermannakonan Esther Rein:
Úr Bretlandi at halda
90 ára føðingardag
Tað eru ikki nógvar av føroysku ensku hermannakonunum, sum eru eftir á
lívi, nú tað skjótt eru 70 ár liðin, síðan kríggið var av. Men vit hava hitt eina,
sum var gift við einum av kendu hermonnunum, Kenneth Williamson
Óli Jacobsen
Herfyri var eg á ferð úr London
saman við Esther Williamson, f.
Rein, ættað úr Havn. Hon var á
veg til Føroya at halda sín 90 ára
føðingardag 20. juli. Saman við
henni var sonurin, Robin, og kona
hansara, Jane.
Vit komu á tal og tískil ber til
at geva eina lýsing av enn eini
hermannakonu frá seinna heims
bardaga, sum fleiri hava verið av í
Miðvikuni.
Havnarfólk burturav
Hóast Esther hevur verið so leingi
úr Føroyum, so hoyrist tað ikki á
henni. Hon tosar føroyskt sum eitt
rættiligt havnarfólk, sum hon eisini
er.
Esther er dóttir Hansinu, kend
lærarinna, og Niels Rein. Hennara
abbar, Pedda við Stein og Luddi
í Dali, vóru kendir havnarmenn.
Eitt upplivilsi hjá Esther var at
kunna vitja gravirnar á Svínaryggi
hjá ommunum og abbunum og
hjá mostrini Onnu Sofíu Mohr,
sum eisini var lærarinna á egnum
privatskúla. Hon tók við sum lærari
aftaná Hansinu, mammu Esther.
Esther var yngst av systkjunum
og nú er bara hon eftir. Systkini vóru
Ebba, sum var gift í Froðba við
Dánjal Jákup Jensen í Froðba.
Anna, sum var gift við Óla Jákup
Jensen í Havn.
Haggi, giftur við Julinu.
Petur, búði í Køge.
Mia, sum var gift við donskum
bónda.
Lina, ógift. Hon var útbúgvin
løgfrøðingur, men gjørdist telefon
genta í Havn.
Lívið hjá Esther var upprunaliga
sum hjá øðrum havnargentum. Hon
arbeiddi hjá tannlæknanum Kaaber
í Tinganesi, men hann ferðaðist
eisini runt landið at umvæla tenn.
Hann mátti hava alla útgerðina
við sær. Tá var Esther eisini við
honum.
Esther letur væl at Kaaber og
donsku konu hansara, Sigrid, fyri
at hava verið fitt fólk.
Ein serlig vinkona frá tíðini í
Føroyum er tann javngamla Solveig
hjá Jóan Jakku, skómakaranum.
Tær hava havt samband sínámillum
alla hesa tíðina.
Heimsbardagin broytti alt
Men í 1940 kemur kríggið við øllum
teimum bretsku hermonnunum.
Niels var blíður og bjóðaði einum
hermanni heim, og tað rann saman
millum hann og Esther. Hetta
var tann nýggju ár eldri Kenneth
Williamson.
Niels J. Arge skrivar um hann:
“Tíðliga undir krígnum kom ein
hermaður, sum var settur at røkja
hersins bókasavn í Havn. Hetta
savn helt leingi til í handilshølunum
hjá Aksel Nielsen í Tórsgøtu. Hann
var so hugtikin av hesi lítli norrønu
tjóð, at hann setti sær fyri at nýta
hvørja fríløtu til at kanna land, fólk
og mentan, tí her var ørgrynni av
tilfari at gera burtur úr.
Fleiri ferðir fór Kenneth ikki til
Bretlands at halda frí sum hinir
hermenninir. Hann fór heldur at
ferðast í Føroyum at hitta fólk, sum
kundu greiða honum frá, hvussu
samfelagið var lagað og virkaði”.
Kenneth gjørdist so hugtikin av
Føroyum, at hann skrivaði eina bók
um Føroyar, The Atlantic Islands,
sum gjørdist so væl umtókt, at hon
varð endurprentað.
Í henni eru tekningar av høv
undanum og 35 fotomyndir og fýra
kort. Aftast í bókini er grein við
nøvnum um føroysk súgdjór og ein
onnur um føroyskar fuglar. Bókin
er heilar 385 síður.
Alsk til føroyingar
Kenneth skrivar í fororðinum, at
hugskotið til hesa bók fekk hann
á kvøldi tann 19. september 1941,
tá ið hann skrivaði eitt bræv til
vinir heima um grindadráp. Hann
leggur m.a. afturat:
“Tá kom eg eftir, bert fáar dagar
eftir at vera komin til Føroya, at
hetta bræv var byrjanin til eina
kanning av føroyska samfelagnum,
sum skuldi geva mær nógvar
eydnusamar royndir næstu fýra
árini, og sum skuldu enda við, at eg
fekk eina føroyska konu.
Henda bók kom at gerast eitt
neyðugt ítriv, tí einki er so keðiligt
sum lívið í eini hermannalegu.
Men eg vóni at kunna nøkta
ein tørv, tí eg eri komin eftir, at
almenningurin í Bretlandi veit
stórt sæð einki um Føroyar. Hesin
kunnleiki er so lítil, at nógv halda,
at “Faroe” hevði samband við gamla
Egyptaland vegna konganavnið
Faro!
Í hesi bók royni eg at geva sanna
mynd av Føroyum. Fyri at røkka hes
um havi eg ferðast nógv um í Før
oyum, kanna fuglalívið, hitt fólk, og
eygleitt tey í teirra dagliga arbeiði.
Eg fari ikki at gloyma hesar ferðir
vegna tann vinskap og blíðskap,
sum eg møtti. Alt var gjørt fyri meg.
Um stivlarnir vóru skitnir, so vórðu
teir vaskaðir, og um sokkarnir vóru
vátir, so blivu teir turkaðir. Hvar
eg kom vóru fólk sannførd um, at
eg var við at svølta í hel. Og sjálvt
um eg át so nógv sum eg orkaði, so
kundi eg sjáldan sannføra mínar
vertir um, at eg var mettur!
Sjálvt tá ið tað seinni varð sett í
verk skamtan av ymiskum vørum,
so minkaði hetta ikki um gesta
blídnið.
Eg sannaði, at flestu føroyingar
vóru bretskt vinarligir, eisini í
teimum myrku tíðum, tá ið vandi
var fyri týskari innrás í Bretlandi”.
Esther og William giftust í Før
oyum í 1944 og fingu her fyrra barn
ið Hervør, sum doyði fyri nøkrum
árum síðani.
Á Fair Isle
Frá 1948 til 1957 búðu Esther og
Kenneth á oynni Fair Isle í Hetlandi,
sum liggur um 40 km sunnanfyri
Mainland.
Her var Kenneth leiðari á eini
fuglaeygleiðarastøð. Oyggin er kend
fyri sítt ríka fuglalív. Hon er bert 8
ferkilometrar til støddar, um 2/3 av
Skúvoy. Íbúgvaratalið er um 70 og
fremsta virksemið er bóndaskapur
og binding.
Tey fluttu so til Bretlands og
fingu Robin í 1955. Esther fór tá
aftur at arbeiða hjá tannlækna.
Men hon tók sær so sanniliga eisini
av børnunum. Robin helt røðu fyri
mammuni føðingardagin. Hann
segði, at hann hevði havt eina
“wonderful mother” og ein lukku
ligan barndóm. Eisini var Esther
við í vælgerandi arbeiðinum hjá
Macmillan charity, sum hjálpir fólki
við krabbameini.
Tað varð eisini tikið til í føðingar
degnum av føroyskari skyldkonu,
hvussu væl hon dugdi at skipa
fyri. Var føðingardagur legði hon
altíð so til rættis, at hon var liðug
ein tíma áðrenn ásettu tíðina. So
Kenneth Williamson, ein framúr
fuglafrøðingur og Føroyavinur
Esther saman við sínum á grøvini hjá ommunu Onnu og abbanum
Pedda við Stein. V.f. Robin, sonur Esther, Jane, kona hansara, Maria,
ommudóttir Ebbu, systir Esther, Esther sjálv og Røskva, dóttir Mariu