Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 2. august 2013 · Nr. 87 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 setti hon seg við einum vínglasi at sleppa av til gestirnir komu! Esther var hugnalig at práta við, og hon minnist nógv frá teirri gomlu Havnini. Hennara ynski at koma til Føroya at halda sín føðindardag sýnir tann alsk, sum hon hevur til sín føðiland og til sín gamla heimbý. Esther býr nú nærindis soninum, Robin, í Sevenoaks sunnast í Ong­ landi. Kenneth – millum teir fremstu fuglafrøðingar Kenneth Williamson var ein ser­ stakur persónur, sum hevur uppi­ borið at vera meira kendur, eisini í Føroyum. Hann var føddur 22. mars 1914 i Lancashire norðarlaga í Onglandi. Hann skrivaði sína fyrstu bók um fugl “The Sky’s Their Highway” longu 23 ára gamal. Undan tí hevði hann roynt at koma inn á lærdan háskúla, men hetta bar ikki til, tí mamman var sjúk. Hann gjørdist blaðmaður eitt skifti, men hann fekk eitt starv á Manx museum á oynni Man, haðani mamma hansara var ættað. Her fekk hann møguleika til at menna sín áhuga og kunnleika til millum annað ferðing hjá fugli. Henda møguleika fekk hann eisini seinni í Føroyum. Serliga kom Kenneth at kunna gera seg galdandi á hesum økinum á Fair Isle. Her kundi hann m.a. stað­festa fýra til tá ókend fuglasløg i Stóra Bretlandi umframt aðrar sjáld­samar fuglar. Hann hevði eisini áhuga fyri at kanna parasittar á fugli og kundi eisini her staðfesta fyrr ókend sløg. Allar hesar royndir eru lýstar í bók hansara “The Fair Isle and its Birds”, sum kom út í 1965. Henda bók verður framvegis mett at vera áhugaverd hjá fólki, sum er áhugað í oyggjum og fugli. Eftir at vera farin av Fair Isle var Kenneth eitt skifti á St. Kilda. Her fekst eisini møguleiki at kanna ferðing av fugli. Hetta hevur hann eisini skrivað um. Kenneth menti eina skipan til eyð­merking av ringmerktum sang­ fugli, og hevur hon havt stóran týdn­ing fyri hendan fuglabólkin, har tað hevði verið trupult við eyð­merking. Kenneth var eisini undan­gongu­ maður fyri at kortleggja ferðing hjá fugli. Her kundi staðfestast sam- bandið millum fugl og tey øki, har teir hildu til. Henda skipan verður grundleggjandi nýtt framvegis. Frá 1969 og til hann doyði í 1977 var Kenneth blaðstjóri á blaðnum Bird Study eins og hann skrivaði í øðrum miðlum um fugl. Hann var eisini sjálvskrivaður at luttaka í sendingum um fugl í bretskum loft­miðlum. Eitt annað øki, sum Kenneth eis­ ini kannaði gjøgnum nógv ár var hamskifti á fugli. Vegna sítt virksemi fekk Kenn­ eth í 1976 heiðursmerki frá Bretska Fuglafrøðifelagnum. Hetta heið­ ursmerki verður ikki latið hvørjum sum helst. Fram til fyri fáum árum síðani vóru bert 41, sum hava fingið tað. Men hann hevði eisini áhuga fyri øðrum enn fugli, hann dugdi eisini væl at skriva. Eisini var hann kvøldskúlalærari. Hann var ein íblástur fyri mong. Eisini hevði hann áhuga fyri tónleiki eins og Esther, sum spældi klaver. Kenneth kannaði eisini sam­ bandið millum fugl og veður­lags­ broytingar. Eitt evni sum sanni­liga er aktuelt í dag. Hann var hálv­ liðugur við eina bók um hetta evnið, tá ið hann doyði. Onkur annar rit­ høv­undur hevur fingið nyttu burt­ ur úr hesum tilfarinum. Tað verður eisini tikið til, hvussu stóra hjálp Kenneth fekk frá Esther. Ikki minst á Fair Isle, har tað kom til góðar, at Esther hevði royndir av at búgva á eini oyggj. Tað verður sagt, at tað er ikki minst henni fyri at takka, at fuglaeygleiðarastøðin har fram­vegis er “still going strong”. Kenneth doyði knappliga av hjarta­slagi 14. juni 1977, og við hon­ um fór ein av teimum størstu innan fuglafrøðiheimin í Bretlandi. Hann verður lýstur sum tann møguligi “last birding hero”. Hildið verður, at hann fekk ikki tann almenna heiður, hann hevði uppi­borið. Orsøkin var kanska tann, at hann hevði ikki nakra for­ mella útbúgving. Hann var “bara” sjálvlærdur! Tað liggja fleiri rit eftir Kenn­ eth. Í 1948 kom út “A study of the Faroe Life ans Scene”, sum er gjørd sam­an við Niels í Botni. Í tíðarritinum The North West­ ern Naturalist skrivaði Kenneth eina grein um grindadráp í Før­oy­ um. Hann lýsir grindadrápið heilt frá tí grindaboðini koma og inn­til tað verður býtt. Umframt hev­ur hann tekningar av øllum tí reið­ skapi, sum verður nýttur. Hann endar hesa grein við at takka verfaðirinum Niels Rein, sum hevur givið munandi íkast til hesa frásøgn. Ì greinini er eisini fitt av heilt góðum myndum frá grindadrápi í Havn. Í tíðarritinum Antiqiquity hevði Kenneth i 1946 eina grein um vatn­ myll­ur í Føroyum. Hann heldur ikki tær vera so gamlar. Men hesar myll­ur vóru longu tá við at fara í søguna. Ein orsøk var, at føroyingar í nógv størri mun vóru farnir at eta eplir heldur enn bygg. Eisini í hesi greinini hevur Kenneth fingið hjálp frá sínum nærmastu í Føroyum. Ein góð kelda var svágurin Dánjal Jákup Jensen í Froðba. Og konan, Esther, hevði verið ein sera góð hjálp sum tulkur eins og hon hevði verið til hjálpar á annan hátt. Í 1944 skrivaði Kenneth eina grein um forkunnug fuglasløg, sum eiga í Føroyum. Eitt dømi var um sanglerkar, sum fyrr høvdu hildið til í Nólsoy, men sum í 1944 vóru at finna á Sandoynni. Í 1963 kom út bók A mosaic of Islands, sum Kenneth hevði skrivað saman við J. Morton Boyd, skotskur djórafrøðingur, sum eisini hevur skrivað nógv um hetta økið. Henda bókin umrøður fleiri skotskar oyggjar og eisini Føroyar. Men tað sum kanska eisini hevur áhuga í Føroyum er, at Kenneth eisini skrivar um St. Kilda. Hesin oyggjabólkur liggur 64 km í ein útnyrðing av North Uinst á Hebridunum. Størsta oyggin er Hirtha, sum er hægst í øllum Bret­ landi. Fólk hava búð á St. Kilda í tvey ártúsundir. Men fólkatalið hev­ur ongan­tíð verið hægri enn 180. Tey sein­astu fólkini fóru av oynni í 1930. Nú eru tað bara vísinda­fólk og líknandi sum eru á St. Kilda. Men her hevur eisini verið eitt fuglaparadís, sum tað eisini hevur verið hjá Kenneth við hansara áhuga fyri fugli. Kenneth greiðir væl frá søguni hjá oyggjabólkinum, sum kann vera áhugaverd hjá før­oy­ ing­um eisini. Bøkurnar hjá honum kunnu lænast á bókasøvnum. Meðan Kenneth var á Fair Isle gjørdi hann kanningar av ferðingini hjá íslendska smyrlinum, og henda grein varð eisini prentað í eini fak­ bók. Í hesum sambandi hevði hann fangað 30 smyrlar. Her hevur verið talan um eini megn­ar­hjún, og skal eina ferð enn verða send Esther ein heilsan Komandi partur Tann 4. september eru 175 ár síðan William G Sloan varð føddur. Henda dag verður eitt føroyskt ferðalag í Dalry, har hann var føddur. Komandi Miðvika verður ein lýsing av gamla Sloan, sum hann varð kallaður. Miðvikan Hetta er permumyndin til bókina The Atlantic Islands. Myndin er av Norðragøtu. Maðurin mitt á myndini er Martinus Gregersen úr Guttastovu í Syðrugøtu Kenneth dugdi sera væl at tekna Kenneth var sjálvandi eisini í Mykinesi og tók myndir Fuglaveiða var eisini avgerandi fyri fólkið á St. Kilda