Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. august 2013 · Nr. 87 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Starvslýsing: Netumsitari Vodafone hevur sum tele- og breibandsveitari eitt umfatandi net, og krøvini til rakstrarstabilitet eru høg. Dámar tær avbjóðingar, so hava vit starvið til tín. Um starvið Uppgávurnar fevna breitt, og eru m.a.: Netumsiting, -viðlíkahald og -yvirveking Trygdarskipanir Umsiting av VoIP-pallinum og av IP adressum Samstarv við SLA-veitarar Dokumentatión Vera við í ráðleggingini viðv. dagføringum og útbyggingum Tù kemur eisini at loysa ávísar servarauppgávur, eitt nú á okkara VMware palli. Tínir førleikar Vit ímynda okkum, at tú hevur: hóskandi KT-útbúgving og drúgvar royndir holla vitan um Cisco-tøkni og annan net-útbúnað eitt gott arbeiðslag, er røkin og er ágrítin góð samstarvsevni, men kanst arbeiða sjálvstøðugt og málrættað eitt lætt lyndi og góðan tænastuhugburð og ert skyldurøkin og kann, um neyðugt, arbeiða skeivar tíðir Vit bjóða eitt krevjandi og spennandi starv við skiftandi uppgávum eitt starvsøki, har menningin gongur við rúkandi ferð góðar møguleikar fyri fakligari menning og samstarv við størri fyritøku Løn og setanartreytir verða gjørdar í samráð við leiðsluna. Umsókn Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Kurt Samson á telefon 502062, ella senda ein teldupost til ks@ vodafone.fo Freistin at søkja starvið er 11. august 2013 og um sóknin skal sendast til: Vodafone Att.: Gudny Langgaard Óðinshædd 2 FO-100 Tórshavn ella umvegis teldupost til gl@vodafone.fo Um Vodafone Kjarnuvirksemi hjá Vodafone er mobil- og fast net- telefoni og breiðbandssamband. Vodafone hevur í dag á leið ein triðjing av føroyska marknaðinum. Hornasteinurin í virkseminum eru góðska, nýhugsan og kundarøkt. Um 30 ársverk eru í Vodafone. Netumsitari til Vodafone vodafone.fo Starvslýsing