hósdagur 1. august 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 2. august 2013 · Nr. 87
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Tá ið hetta vikuskiftið er
av, verður triðingurin eftir
av ársins landskapping, tá
ið sæð verður burtur frá, at
tveir dystir bíða inntil 18.
september.
Ólavsøkuumfarið broytti
einki í toppinum. HB og ÍF
vunnu, og harvið eru tað
framvegis sjey stig millum
tvey tey ovastu. Hóast tap á
Argjum leygarkvøldið er EB/
Streymur enn á bronsuplássi,
men stóra fjarstøðan til topp
in – 15 stig eru fram til HB –
ber boð um, at tað ikki ber
til at endurvinna FM heitið,
hóast teir í Sundalagnum
framvegis hava 33 stig at
kappast um.
Heðin Askham hevði fyri
fyrstu ferð ábyrgdina av NSÍ,
sum ólavsøkudag rættuliga
bjóðaði HB av í Gundadali.
HB vann 3-2, men NSÍ avrikið
var miðvíst og skilagott.
– Vit vita, at tað er á teirra
hálvu, at teir skulu takast, tí
frammanfyri mótstøðumálið
eru teir vandamiklir. Eg eri
nøgdur við liðavrikið, og
eg haldi, at vit spældu væl.
Trupulleikin var persónligu
mistøkini, sum HB sektaði,
vísti NSÍ venjarin á og sipaði
harvið til støðurnar, tá ið
sera væl upplagdi Símun
Samuelsen skoraði trý mál.
Tað fyrsta var eftir kiksaða
afturlegging, tað næsta var
eftir soloavrik í vinstru, og
tað triðja var við frísparki
tíggju
metrar
uttanvert
brotsteigin.
Bólturin
tók
í
manngarðin
og
snýtti
Kristian Joensen.
Næsta avbjóðingin hjá
Heðini og NSÍ verður, tá ið ÍF
sunnudagin kemur at vitja.
ÍF fagnaðurin var stórur
eftir 2-1 sigurin á B36. Tað
var væl skiljandi, og tað var
einki at siga til, at teir í B36
fyri aðru ferð í eina viku
vóru ógvuliga vónbrotnir.
Á Argjum mistu teir 2-0
leiðslu og taptu 3-2, og ímóti
ÍF vóru teir á odda í ein tíma
við einum máli, og B36 hevði
fleiri risa møguleikar at økja
um leiðsluna. Men Jákup
Mikkelsen
bjargaði
fleiri
ferðir, tá ið B36 menn vóru
púra leysir. Dánjal á Lakjuni
kom á vøllin, tá ið ein hálvur
tími var eftir, og hann var
ógvuliga eyðsýndur í ÍF
álopsspælinum, samstundis
sum ágrýtni hjá honum lyfti
hinar upp í verjupartinum.
B36 og NSÍ hava ávikavíst
21 og 20 stig, og harvið skulu
tað í hvussu so er tvey umfør
til, áðrenn tey kunnu kenna
vandan av niðurflyting. Hini
fimm liðini – KÍ, Víkingur,
AB, TB og 07Vestur eru øll í
vanda.
Tór-Ingar heldur lív í
Størsta vandanum er 07
Vestur í, tí tað eru sjey stig
fram til bjargingina. At vága
liðið ikki heilt skal avskrivast,
varð staðfest leyarkvøldið,
tá ið KÍ varð sent til hús við
2-1 tapi. Liðformaðurin og
superveteranurin Tór-Ingar
Akselsen skoraði bæði málini.
Tað fyrra eftir KÍ bólttap í
uppspælinum og við skoti
av
brotsteigarmarkinum,
og tað seinna við beinleiðis
frísparki, tá ið KÍ málverjin
flutti seg aftur um mann
garðin og bólturin fór í hand
ara hornið.
– Seinastu ferðirnar hev
ur tað ikki sæð so galið út hjá
okkum. Vit hava tapt tepurt,
móti B36 megnaðu vit mál
leysan javnleik, og hesa ferð
vunnu vit. Tað gevur mót og
sjálvsálit, og vit hava avgjøri
ikki givið skarin yvir.
Sunnudagin skulu vága
menn á Argir, og tá verður
talan um lyklauppgerð.
AB á toppinum
Sekstan stig burturúr seks
teimum
seinastu
umfør-
unum boðar frá, at AB –
saman við ÍF – er liðið, ið
burturúr seks teimum sein
astu
umførunum
hevur
vunnið størst úrtøku.
3-2 og 3-1 heimasigrarnir á
ávikavíst B36 og EB/Streymi
bera boð um, at skikkur er
komin á verjupartin, og at
liðið er sera vandamikið í
álopsspælinum. Ímóti EB/
Streymi var Sorin Anghel
leikbannaður, og tað er ikki
verri hjá Sámal Erik Hentze,
at tað er stór kapping um
plássini á liðnum.
AB hevur væl og virðiliga
tikið seg upp um strikuna, og
góða gongdin sigur, at tað er
sera sannlíkt, at tað eisini í
2014 verður sunnudagsfót
bóltur í Argjum.
KÍ á botninum
Tølini siga, at KÍ er tað liðið,
sum burturúr seks teimum
seinastu umførunum hevur
vunnið minstu úrtøkuna.
Eitt stig og málmunurin 6-15
síðani á norðoyastevnu sigur,
at klaksvíkingar eru í kreppu,
og at kósin skal broytast og
tað nógv, um liðið ikki skal
enda undir strikuni. Tað
gongur illa at skjóta mál, og í
hinum endanum skola málini
ígjøgnum.
Í
Vágum
var
Atli
Danielsen miðverji, men tað
verður hann neyvan leingi.
Sørmund Kalsø, sum fyri
stuttum var heilt uttarlaga í
hópinum, er orduliga komin
aftur í hitan. Jógvan Isaksen
er um at koma fyri seg aftur
eftir langan skaðasteðg, og
tað er meiri sannlíkt, at hann
verður miðverji enn nakar
annar, tá ið Víkingur kemur
at vitja.
KÍ hevur fýra tær seinastu
ferðirnar verið á útivølli.
Nú bíða fýra heimadystir
Eyðuni Klakstein og hans
ara monnum, og úrtøkan úr
teimum verður rættuliga av
gerandi fyri, um dagsskráin í
Klaksvík verður niðurflyting
ella ikki.
Víkingur væl fyri
Tá ið TB ólavsøkudag var í
Sarpugerð, var tað í 1. hálv
leiki stórur munur á lið
unum. TB luktaði av at hava
verið í summarfrí, meðan
kjalarvørrurin av europeisku
luttøkuni væl sást á avrik
inum hjá Víkingi. Hanus
Jacobsen, sum man vera
kandidatur til ársins spæl
ara í Eystur kommunu, setti
hol á við brotssparki, og so
skoraði Jann Ingi Petersen
tvær ferðir. Nú Sam Jacobsen
og Sølvi Vatnhamar aftur
eru tøkir, hevur Sigfríður
Clementsen flutt Jann Inga
Petersen í fremstu ódnina á
miðvøllinum, og tað hevur
víst seg at rigga væl.
3-1 sigurin á TB ber við sær,
at Víkingur nú er omanfyri
strikuna. Tað er bara mál
munurin, sum skilir liðið
frá sætta plássinum og KÍ.
Víkingar fara undir fjørðin
við stórum sjálvsáliti.
TB í tronga
Bill Jacobsen hevði ólavsøku
dag fyrstu ferð ábyrgdina av
TB liðnum. Umstøðurnar
loyvdu ikki stóru broyting
unum, tí Bill og TB høvdu
bara vant saman tríggjar
ferðir, áðrenn ólavsøkutúrin
norður í Sarpugerð.
Sunnudagin verður av
bjóðingin hjá TB og Bill
Jacobsen ikki minni, tí tá
kemur oddaliðið HB suður:
– Fyrri hálvleikur ímóti
Víkingi var ikki góður. Í steðg
inum tosaðu vit um tingini
og justeraðu liðið nakað, og
tað var nógv betri í 2. hálv
leiki, tá ið vit kundu havt
skorað okkurt mál aftrat
umframt tað, sum innskifti
Ragnar Tausen skoraði eftir
innlegg úr vinstru, sigur Bill
Jacobsen, sum í hvussu so
er sunnudagin aftrat fer at
hava ábyrgdina av TB.
joannes@sosialurin.fo
ítróttur
fótbóltur effo-deildin upptakt
Lagnuløta hjá klaksvíkingum
Meðan tað mest sum er greitt, at HB og ÍF fara at taka sær av ovastu plássunum,
so er tað væl tættari í botninum, har KÍ bara hevur vunnið eitt stig burtur úr seks
teimum seinastu royndunum og tískil er fallið støðugt nærri strikuni
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
HB
17
12
4
1
42
16
+26
40
2
ÍF
17
9
6
2
36
27
+9
33
3
EB/Streymur
16
7
4
5
31
21
+10
25
4
B36
17
4
9
4
26
21
+5
21
5
NSÍ
16
5
5
6
23
26
-3
20
6
KÍ
17
4
7
6
31
32
-1
19
7
Víkingur
16
5
4
7
20
28
-8
19
8
AB
17
5
3
9
23
35
-12
18
9
TB
17
3
7
7
17
27
-10
16
10 07 Vestur
16
2
5
9
16
32
-16
11