hósdagur 1. august 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. august 2013 · Nr. 87
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
svimjing
Bragdið er at koma í finaluna
Eftir eitt torført ár er størsta føroyska ítróttarnavnið nakrantíð við at koma
seg. Hann vísir nú tekin um framgongd og kláraði at svimja seg í finaluna
í 800 metra frí. Tað kundi gingið betri, men havandi í huga torføra árið og
nógvu broytingarnar, so er tað ótrúliga flott at hann er komin í finaluna
Tróndur Arge
Um vikuskiftið verður 1.500
meturin, sum er stóra styrkin
hjá Páli Joensen. Megnar
hann enn eina ferð at koma í
finaluna, so hevur hann enn
eina ferð prógvað, at hann
er millum teir allar bestu í
heiminum.
Pál og hini
HM kapping er í hesum
døgum í katalanska býnum
Barcelona. Tað eru ikki færri
enn fýra føroyskir svimjarar
við. Umframt navnframa
Pál Joensen, so eru Poula Ø.
Mohr, Birita Debes og Bartal
Hestoy eisini við.
Pál Joensen hevur eina
svimjing eftir. Hon verður
leygardgin fyrrapart, tá inn
leiðandi svimjingarnar í 1.500
metrum frí verða. Eydnast
tað Páli at koma í finaluna,
so skal hann svimja aftur
seinnapartin sunnudagin 4.
august.
Poula Øssursdóttir Mohr
skal í dag svimja 50 metra
firvald, meðan Bartal Hestoy
sunnumorgunin skal svimja
400 metra blandað.
Styrkin hjá Páli
Leygardagin
3.
august
klokkan 10.49 byrja innleið
andi svimjingarnar til 1.500
metra frí svimjingina. Pál er í
riðli 3.
Tað er serliga í 1.500 metr
inum, at Pál Joensen hevur
sína styrki. Her er hann mill
um teir bestu í heiminum,
tá hann rakar dagin. Hann
luttekur javnan í 800 metr
um frí og til tíðir eisini í 400
metra frí svimjing til størri
kappingar, meðan hann til
smærri kappingar sum eitt
nú Oyggjaleikir og FM lut
tekur í upp aftur fleiri svimj
ingum.
– Klárar Pál at koma í
finaluna, so er væl sloppið,
sigur Rókur í Jákupsstovu,
ferðaleiðari
hjá
føroysku
svimjarunum, úr Barcelona.
Nummar sjey
á 400 metrum
Pál Joensen svam mikukvøld
ið í finaluni í 800 metrum frí.
Her bleiv Pál nummar sjey,
eftir at hann nakað tíðliga í
svimjingini datt niður í mill
um.
Pál avgjørdi at svimja tað,
sum verður rópt fyri »pace«.
Tað er tá svimjarin heldur
seg til eina ávísa tíð heldur
enn at fylgja við hinum. Men
komin út á 400 metrar gerst
greitt fyri Páli, at hinir eru
ov langt frammi og tí kláraði
hann ikki at hála inn á teir
fremstu aftur.
– Um vit hyggja eftir trim
um teimum bestu, so svimja
teir góðar tíðir. Sun Yang
kemur á mál við tíðini 7.41,
meðan besta tíðin hjá Páli er
7.45. Tú kanst siga, at um alt
glapp hjá Páli, so hevði hann
komið at kempa um triðja
ella fjórða pláss – og helst
fingið fjórða plássið. Tað er
nokk ikki so týdningarmikið
um hann blívur nummar
fýra ella sjey, sigur Rókur
í
Jákupsstovu
umvegis
svimjing.com.
Rókur er ikki í iva um,
at bæði venjarin, Shannon
Rollason, og Pál hava lært av
svimjingini mikukvøldið.
– Eg vænti ikki, at hann
fer at leggja seg eftir at
svimja sína egnu tíð aftur.
Sjálvsáltið er upp á pláss
aftur og hann hevur lært
av svimjingini mikukvøldið,
sigur Rókur víðari.
Kunnu vera errin
Hini hava øll sett føroyskt
met og tað er eitt bragd í
sær sjálvum, at tey klára
tað undir tí trýstinum, sum
er her. Pál Joensen hevur
svomið tvær tíðir, ið eru í
heimsflokki í 800 metrum
og vónandi kemur hann í
finaluna í 1.500 metrum. Vit
kunnu so avgjørt verða errin
av okkara svimjarum, sigur
Rókur í Jákupsstovu, sum
eisini letur væl at HM kapp
ingini í Barcelona.
Skuldi havt
lagt harðari út
Tað sigur Pál Joensen,
sum mikukvøldið endaði
á einum sjeynda plássi í
800 metra frí svimmingini
í HM kappingini í Barce
lona.
– Eg skuldi havt lagt
harðari út, men teknist
kendist tað væl at svimja,
sigur Pál við svenska sjón
varpið.
– Tað hevur gingið væl í
seinastuni. Men tað hevur
verið eitt sindur upp og
niður. Eg havi millum
annað skift venjara tvær
ferðir, sigur Pál Joensen
víðari.
Pál er ikki nøgdur við
avrikið mikukvøldið, men
nú fer hann at fyrireika
seg til 1.500 meturin, sum
er um tveir dagar.
– Tað gekk ikki so væl
sum eg ætlaði í dag, men
nú havi eg tveir dagar at
fyririka meg í til 1.500
meturin. Nú fari eg bara at
halda formin og teknikkin
við líka til tá, sigur Pál
Joensen.
trondur@sosialurin.fo