hósdagur 1. august 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 87 · 2. august 2013
4
VIKUSKIFTI
Filmur
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Tað er rætt, at kona mín í eini psykosu
drap dóttir okkara fyri 29 árum síðani.
Hon hevði tá verið innløgd í tveir dagar
á Psykiatrisk Hospital í Risskov við eini
manio-depressivari psykosu, men var
komin heim at halda vikuskifti. Eg var
tíverri úti og helt ein fyrilestur, meðan
hendingin fór fram.
Soleiðis greiðir Nils Malmros, leik
stjóri og føroyavinur, Sosialinum frá
hesi vanlukkuligu hending, sum hann
nú hevur gjørt til film. Hendingin fór
fram í heimi teirra í Højbjerg í Århus,
har hjúnini enn búgva, tann 11. februar
í 1984.
Eftir hendingina fekk konan,
Marianne Tromholt, ein viðgerðardóm
í hálvtannað ár.
Men hvussu kunnu eini foreldur
halda fram í hjúnalag eftir slíkan
sorgarleik, spyrja vit Nils Malmros.
– Tað eydnaðist okkum at finna
eydnuna og kærleikan aftur, og
Marianne, sum er lærari, kom aftur til
arbeiðis sum lærari og kundi liva eitt
vanligt lív, sigur hann.
Nils Malmros hevur so mangan
tikið til úr bókini hjá Jørgen-Frantz
um Barbaru, at:
»Kærleikin er sum login, ið brennur
bjartast, tá angistin sum gjóstur heldur
lív í honum...«
Og tað hevur eydnast teimum at
koma víðari og liva saman – tó uttan
at fáa fleiri børn.
Hóast onkur hevur vitað um hendan
sorgarleikin, sum Nils Malmros og
konan, Marianne Tromholt, hava verið
fyri, so hevur søgan ikki verið alment
kend. Søgan var frammi í donskum
miðlum í 1984, men av tí at rætturin
legði navnaforboð, so vórðu nøvnini
ongantíð nevnd, og samleikin hjá
familjuni ongantíð alment avdúkaður.
Nils Malmros sigur sjálvur, at nógv
hava kent søguna – men ikki øll.
– Eisini fólk í Føroyum hava vitað
hesa søguna – veit eg við vissu, sigur
hann.
Hann heldur sjálvur, at tey eru væl
viðfarin í so máta.
– Miðlarnir hava veruliga víst hógv
og verið okkum vinarligir, bæði nú og í
1984, sigur Nils Malmros, sum tó heldur,
at tað hevur verið í so ógvusligt at verið
kioskbaskari á forsíðunum í Danmark
í dagavís.
– Men tá eg nú havi valt at gera
film um hesa hendingina og harvið
almannakunngera sorgarleik okkara,
so havi eg jú boðið bæði fjølmiðlunum
og øllum øðrum at tosa um evnið og
at spyrja okkum nærri um hendingina.
Tað má eg so taka við, og tað geri eg
fegin, sigur Nils Malmros.
At heitið á filminum er »Sorg og
glæde« fær helst fleiri okkara at hugsa
um »Sorrig og Glæde de vandre til
hobe« hjá Thomas Kingo, um Jørgen-
Frantz Jacobsen og um Barbaru – og
um sambandið hjá Nils Malmros við
Føroyar. Søgugongdin í skaldsøguni
hjá Jørgen–Frantz Jacobsen er sanniliga
eisini døpur, og sálarsjúka og tunglyndi
fyllir eisini nógv í hjúnalagnum
hjá Barbu og harra Pál – ella Bente
Christine og Peder Arrheboe. Og so
yrkir Kingo sálmin, tá Barbara er um
konfirmatiónsaldur.
»Barbara« er einasti filmur hjá Nils
Malmros, har hann ikki tekur støði í
egnum upplivingum.
Filmarnir áðrenn Barbaru eru:
En mærkelig kærlighed 1968
Lars Ole, 5. c 1973
Drenge 1977
Kundskabens træ 1981
Skønheden og udyret 1983
Århus by night 1989
Kærlighedens smerte 1992
Síðani var tað Barbara í 1997
Filmarnar síðani eru:
At kende sandheden 2002
Kærestesorger í 2009
Sorg og glæde 2013
Pínan hevur fylt nógv í filmunum hjá
Nils Malmros. Nú fáa vit uttan iva
søguna aftan fyri hesa pínu, tí tað má
vera ultimativa pínan at missa sína
egnu dóttir undir so vanlukkuligum
umstøðum.
– Tað er rætt nokk, sigur Nils
Malmros, tá vit nevna hetta fyri
honum. Men hann leggur tó dent á,
at fyri tað um hann tekur støði í sær
sjálvum í hinum filmunum, so er talan
tó um fiktión, meðan tað í nýggja
filminum eru egnu upplivingarnar í
sorgarleikinum, hann vil vísa.
Men hann leggur dent á, at heitið
ikki er »Sorrig og glæde«, sum hjá
Kingo, men »Sorg og glæde«.
– Í veruleikanum, so var hetta heitið,
eg vildi geva filminum »Kærlighedens
smerte« í 1992, sigur Nils Malmros.
– Men so var tað ein filmsútleigari,
sum helt, at tú kundi ikki selja ein film,
sum hevði orðið »sorg« í heitinum.
Men tað er altso nakað tvætl, sigur
Nils Malmros.
Konan
drap dóttur
okkara
Filmsleikstjórin, Nils Malmros, hevur nú gjørt film um størsta
sorgarleikin í lívi sínum, tá kona hansara drap níggju mánaðir
gomlu dóttur teirra. Hóast sorgarleikin hava hjúnini hildið
saman hesi næstan 30 árini síðani hendingin fór fram