hósdagur 1. august 2013síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 87 · 2. august 2013
Sosialurin
Nýggj
Sosialurin 341800
Ikki bert ognir men heim
Tórshavn
raðhús, varðagøta 81B
Nýggj raðhús í serflokki nærindis miðbýnum. Raðhúsini eru í 2 hæddum. Hvør hæddin er 90
fermetrar. Húsini vórðu bygd í 2007, og eru í sera góðum standi. Í ovaru hæddini er gongd, 2
kømur, baðirúm, vesi, køkur/ stova við hurð út á altan, grovkøkur og ein hugnakrókur. Dygdargóðar
hvítvørur. Í niðaru hæddini er durur, gongd, stórt alrúm, 2 kømur, baðirúm og vaskirúm/ fýrrúm.
Til raðhúsini hoyrir eitt úthús á 4 fermetrar. Í ovaru hæddini er høgt millum loft og gólv, og tað er
sera ljóst inni. Húsini eru væl bjálvað. Tey brúka einans 1800 litrar av olju um árið. Mattlakerað
eikparkett er í øllum húsunum, undantikið í gongd og vátrúmum, har flísar eru. Gólvini eru løgd á í
einum, so ongar gáttur eru. Gólvhiti er í øllum húsunum, og netstikk, telefonstikk og antennustikk
eru í næstan øllum rúmum. Húsini standa nærindis fótbóltsvølli, svimjihøll, ítróttarhallum og
ansingarstovnum. Busssteðgipláss er beint við húsini, sum standa í veðurgóðum umhvørvi.
Prísuppskot: kr. 3.200.000
sí meir á www.skyn.fo
180
232
2
2007