hósdagur 1. august 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 87 · 2. august 2013
7
Nevnd burturúr
Í komandi Summar útgávunum fara vit at hyggja nærri at børnum
undir skúlaaldri, sum eru nevnd burturúr. Vit fregnast um
søgurnar handan serligu nøvnini, og hvørjar tankar foreldrini
hava gjørt sær, áðrenn børnini fingu navn.
Lesarar eru vælkomnir at senda inn uppskot um børn við serligum
nøvnum – og søgum tengdar at nøvnunum – til post@sosialurin.fo
Óli Jákup Jacobsen
Hóast hon hevur tvey nøvn, so
verður hon einans kallað Vón.
– Omma mín eitur Esther, og tá
eg sum yngri vitjaði ommu, hoyrdi eg
ofta søguna um Esther í Bíbliuni. So
bæði tað, at omma kallast so, og at
søgan um Esther er so vøkur, førdi
við sær, at mær altíð hevur dámað
navnið so væl. Frá tí eg var heilt lítil,
havi eg viljað, at dóttir mín skuldi eita
Esther, sigur Vígdis úr Klaksvík um
fyrra navnið hjá lítlu dóttir sínari.
– Men vit ynsktu samstundis
at geva henni eitt navn aftrat.
Tað bleiv so Vón, sigur Jógvan,
ið somuleiðis er úr Klaksvík.
Vildu hava eitt gott navn
Vígdis og Jógvan høvdu longu avgjørt
navnið, áðrenn Vón varð fødd.
– Vit høvdu hugt gjøgnum allan
navnalistan á netinum og valt eini
sjey nøvn burturúr. Men tað var skjótt,
at seks av nøvnunum vórðu vald frá,
og eftir stóð Vón, sigur Vígdis.
– Ein av orsøkunum, at okkum
dámdu so væl navnið, var tað
positiva og gleðiliga, sum navnið
umboðar. Tað er framskygt, og
man setur tað í samband við
nakað gleðiligt, sigur Jógvan.
Sambært Vígdis og Jógvan
so tóku tey eina rætta avgerð
viðvíkjandi navninum.
– Hon er eitt sovorðið lívsstykki,
ið so at siga altíð er glað og spent.
Ella sagt soleiðis, Vón hevur góða
vón til lívið, sigur Vígdis flennandi.
Fødd 14. september
Av øllum døgum er tað ein, sum
hevur serliga stóran týdning fyri
øll fullveldissinnað, og tað er 14.
september í 1946, tá føroyingar
høvdu fólkaatkvøðu um loysing.
14. september hevur eisini ein heilt
serligan týdning fyri Vígdis og Jógvan,
men tað er ikki so nógv av politiskum
áðum, men tá varð lítla Vón fødd. Tað
var kanska ikki heilt tilvildarligt, at Vón
varð fødd júst henda dagin hóast alt.
– Vígdis las niðri, tá hon var
sett at eiga. Eg arbeiddi í Klaksvík
og var samstundis í býráðnum tá.
Men tá tað nærkaðist termin, fór eg
niður, so eg kundi uppliva at vera
til staðar, tá eg skuldi blíva pápi. Eg
skuldi á býráðsfund 17. september,
so tað var týdningarmikið, at Vígdis
helst hevði átt tá, sigur Jógvan, ið
varð valdur inn í Klaksvíkar býráð
í 2008. Í fjør bleiv Jógvan borgar
stjóri í Klaksvíkar kommunu.
– Eg gekk so væl yvir, men fyri at
Jógvan skuldi náa at blíva pápi, áðrenn
hann skuldi heim, so valdu læknarnir
at seta meg í gongd við tí úrsliti, at eg
átti júst 65 ár aftaná nógv umtalaðu
fólkaatkvøðuna, sigur Vígdis.
Í november 2011 kom Jógvan eisini
á ting, tá floksmaður hansara, Kári
P. Højgaard, varð landsstýrismaður.
– Tá eg fortaldi í Tinginum, hvussu
gentan æt og hvønn dag, hon varð
fødd, lat í øllum tjóðveldismonnunum,
at tað var púra beint, at kalla hana
Vón, tí føroyingar skulu varðveita
vónina um eina framtíðar loysing,
greiðir Jógvan skemtandi frá.
Vón á havnamáli
Nú Vón er vorðin so gomul, at
hon er farin at tosa, dugir hon
eisini at siga sítt egna navn. Men
tað er ikki heilt sum ætlað.
– Vón úttalar navn sítt við
ordiligum havna ó’i, men tað er nakað,
sum vit royna at broyta uppá, sigur
borgarstjórin í Klaksvík skemtandi.
Í Føroyum eru í dag umleið
seks gentur, ið kallast Vón.
– Vit høvdu skrivað ymisk nøvn niður á pappírið,
men tað var skjótt, at vit vórðu samd um, at hon
skuldi eita Vón, siga Vígdis og Jógvan Skorheim,
ið fingu Vón fyri skjótt tveimum árum síðan
Foreldur:
Vígdis og
Jógvan Skorheim
Bústaður:
Klaksvík
Vón
Esther Vón Skorheim, fødd 14. september 2011
Navn við gleði og framskygni