Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-01, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 87 · 2. august 2013 8 VIKUSKIFTI Í árinum 995 steig Ólavur Tryggvason á land á Moster í Noregi, har gudstænasta varð hildin, kirkja varð reist á hesum staði. Nærum 30 ár seinni, í 1024, helt Ólavur Haraldsson, seinni Ólavur hin Heilagi, ting á Moster, har kristinrættur varð settur í gildi. Soleiðis ljóðaði fyrsta boðið í lógini: Vit skulu boyggja okkum móti eystri og tilbiðja Hvíta Krist; biðja um gott ár og frið, at hann vil halda bygd og land okkara uppi. Drottur okkara má vera vinur okkara og vit hansara, og Guð má vera vinur hjá okkum øllum. Hetta var ynski kongsins fyri tjóð síni at vera kjøl­fest í Guði. Eitt orð, ið mangan er at hoyra, er tolsemi, ið er vorðið eitt stórt og gott orð og margfeldi eitt heiðursorð. Men hvørki hitt einstaka menniskjað, ella ein tjóð kann vera tolsom ella liva væl í marg­feldi, uttan at hava ein grundvøll. Tað er ikki tolsamt at vera á einum máli við øll. Satt tolsemi merkir, at ein hevur eina áskoðan, men virðir, at onnur hugsa øðrvísi, men tað merkir ikki, at ein heldur alt vera líka gott. Ólavsøkudagur er í dag, og vit takka Guði fyri Føroyar sum eina kristna tjóð. Vit takka Guði fyri, at eisini hetta land fekk trúboðarar, sum bóru okkum hin kristna boðskapin. Okkara røtur eru kristnar, sjálvt um órættur og harðskapur er framdur í kristindómsins navni, ja, so hevur kristindómur sum mentanarberi verið mannaættini til frama og ríka signing. Tað var við kristnum rætti um 1000- ára skiftið, at bann varð lýst at seta børn út at doyggja. Tað var sama lóg, ið álegði stór­monnum ábyrgd fyri teimum sjúku og veiku, og at menn eins og kvinnur skuldu vera trúføst. Kristindómurin ger upp við egingirndina. Hetta, at til­biðja seg sjálvan. Tá ið Guð gjørdist menn­ iskja, varð menniskjan tað frælsið ikki at tráa eftir at gera seg til Guð. Kristindómurin ger, at menniskjað sær sítt egna máttloysi undir syndini og sær, at tí er tørvur á bjarging og frelsu. Einans, tá ið vit síggja okkara ófull­ komuleika, hava vit sæð okkara røttu støðu, eins og Kirkegaard sigur: sannur kristin fullkomuleiki er at hava tørv á Jesusi. Halgabók lýsir gudslívið sum eitt lív á eini rennibreyt við einum klárum máli, himmalinum. Henda mynd sigur okkum at eingin kemur sovandi á mál. Heimurin, syndin og djevulin vilja gera alt, hvat stendur í teirra megi, at fáa okkum at geva skarvin yvir við at gera okkum mótleys; men Harrin kveikir okkum og sigur, at tú skalt náa málið, at hann, sum byrjaði í tykkum góðan gerning, vil fullføra hann alt til Jesu Krists dag. Tá ítróttarfólk rennir kapp, er um­ ráðandi hjá teimum at koma væl frá byrjan, tí bara ein vinnari er: Kunnu vit ynskja tær til lukku við silvurheiðurs– merkinum? Spurdi ein tíðindamaður eftir finaluna. Nei, var greiða svarið frá ítróttarkvinnuni. Vit hava óivað verið mong, ið hava fylgt við ídnu ítróttarfólkum okkara á oyggjaleikunum á Bermuda, ið endaðu fyri góðari viku síðani. Spennandi hev­ ur tað verið at hoyrt frásagnirnar, har ítróttarfólkini hava gjørt tað ítasta, tey megnaðu. Viðhvørt gekk eftir vild, og aðrar tíðar var vónbrotið stórt. Gullið var tað, ið miðað var eftir, men dreymar brustu. Í veruleikanum eru vit øll sett inn í eina kapping, sum vit ikki sjálvi hava valt at vera við í. Allastaðni verður kapp­ast – í skúla og á arbeiðsplássi, í sam­felag­num sum heild. Krøvini eru stór til okkara. Vit skulu hava vøkur heim, eina góða yrkisleið, stundir skulu vera til at hava frítíðarviksemi. Vit skulu temja likamið. Helst av landinum ein ferð um árið, og nógv annað, ið her kundi verið nevnt. Hvussu hevur so hilnast? Vit fáa okkum enn fleiri ting, men verða enn minni nøgd. Vit fáa okkum enn meiri pláss í húsinum, men minni og minni pláss í hjørtum okkara. Tað verð­ur keypt tað, sum børnini peika á, men vit megna ikki at geva teimum tíð og umsorgan. Okkum leingist eftir meira kærleika, men liva á ein slíkan hátt, at okkara nærmastu sambond slitna. Av øllum hesum kunnu vit vera bundin í okkara fría landi. Meira vit eiga, jú meira verða vit bundin at nýta tíð uppá hesi tingini heldur enn næstan. Vit gerast umsitarar av virðum. »tí, hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan heimin, men má bøta aftur­fyri við sál síni?« Mammon er ikki ein­ans ein strangur Harri at tæna. Ístaðin fyri at gera tilveruna lættari, gevur hann okkum stúranir, magasár og strongd. Mammon, peningur og vøkstur er vorðin okkara avgudur, sum dregur til sín sínar tilbiðjarar og tekur frá okkum frælsið. Hvussu kann ein síggja tað? Jú, tað kemur til sjóndar. Ríkari, vit eru vorðin, tess meira eru vit upptikin og bundin av tí materiella. Sjálvt um tað ikki skuldi verið grund at stúra, tess størri gerst stúr­anin. Í okkara heimsparti eru vit meira stúrin enn tey, sum stríðast fyri at yvir­liva gerandisdagin. Tað gerst nær­um láturligt. Vit eru ov bundin at tí materiella – Okkum leingist eftir meira kærleika, men liva á ein slíkan hátt, at okkara nærmastu sambond slitna. Mammon, peningur og vøkstur er vorðin okkara avgudur, sum dregur til sín sínar tilbiðjarar og tekur frá okkum frælsið, segði Hanus á Gørðum í ólavsøkuprædikuni, sum vit prenta her Tá segði Jesus við lærusveinar sínar: »Vil nakar ganga aftan á meg, tá avnokti hann sjálvan seg og taki upp kross sín og fylgi mær! Tí at tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal finna tað. Tí hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan heimin, men má bøta afturfyri við sál síni? Ella hvat skal maður geva í viðurlag fyri sál sína? Tí at menniskjusonurin skal koma í faðirs síns dýrd við einglum sínum, og tá skal hann gjalda einum og hvørjum eftir virki hansara! Heilagi faðir vit siga tær takk fyri, at Orð títt er sannleikin, lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og til sælu. Hanus á Gørðum Sálmar 243, 24, 235, 79, 585