Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-01, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2013síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 87 · 2. august 2013 9 mynd: Jóannes Poulsen  Ein skuldi trúð, at vit vóru meira frí og fræls meira, vit áttu, men tað er øvut, jú ríkari vit eru, tess meira eru vit bundin av tí, sum vit hava. Jesu orð ljóða til okkum í dag. Um skeiðið, ið rennast skal saman við Jesusi, stendur: »Takið krossin upp og fylgið Kristusi eftir!« Gera vit tað, vinna vit sigurskransin. Hesi boð hava eisini rokkið okkara oyggjar. Tað er tað, vit eisini eru við at fagna á hesum tjóðardegi okkara, at kristin­dómsboðskapurin um náði og eftir­fylgjan hevur ljóðað millum okk­ ara fólk. Ein hin mest kenda bók hesum við­ víkjandi, er óivað »Eftirfylgjan« eftir týska gudfrøðinginum, Bonhoeffer. »At vera kristin, er at fylgja Kristusi eftir, hvat ið tað enn kostar.« Bonhoeffer kom sjálvur at gjalda ein høgan kostnað. Ein vármorgun í 1945 í eini fangalegu í Flossenburg, varð hann hongdur. Grundin var tann, at loyniløgreglan, Gestapo, helt hann hava kunnleika til eina mis­eydnaða atsókn ímóti Hitler. Sjálvt um hann ikki var við at leggja at­sókn­ina til rættis, samstarvaði hann við upp­reistrar­monnunum: Í bók síni, ið er ein sonn perla; tekur hann burtur alt tað, ið er komið ímill­ um Jesu greiða boðskap og okkum kristnu. Hvat merkir tað, at vit mugu taka krossin upp og fylgja Jesusi eftir? Tann ið velur at fylgja Kristi eftir, gevur seg yvir til hansara. Eitthvørt kall frá Kristi førir til deyða, skrivar hann. Tað gamla menniskja má doyggja og okkara sjálv­rættvísi. Vit mugu heilhjartað geva okkum yvir til Jesus. Kendasti kapittulin í bókini er um ta bíligu- og dýru náðina. Tað er ein upp­ gerð við ta kristindómsfatan, ið hann sá rundan um seg. Ein útvatnaðan kristin­ dóm, ið nýtti Guð, sum eina automat, har fyrigeving var at fáa. Ein tók ikki boð hansara í álvara. Bílig náði merkir, at syndin verður rættvísgjørd, ikki synd­arin. Tí alt er av náði eina. So kann alt verða við tað gamla aftur. Bílig náði er at boða fyrigeving uttan bót. Bílig náði er náði uttan eftirfylgjan, náði uttan kross, uttan livandi felagsskap við Kristus. Tann dýrabara náðin er hin fjalda perlan í akrinum, har eitt menniskja við gleði fer og selir alt, ið ein hevur. Tann dýra náðin er evangeliið, ið ein aftur og aftur má leita til, hurðin, har ein má banka á. Dýr er henda náði, tí hon kostaði Jesus alt við deyða og uppreisn síni. Dýr er henda náði, tí hon dømir syndina. Náði er hon, tí hon rættvísger syndaran. »Gud hevur gjørt tað gud­ dóm­liga undrið at hata okkum og kort­ ini elska okkum samstundis,« sigur kirkju­faðirin, Augustin. Hetta er evangeliunnar gáta, okkum til frelsu og ævigt lív. Lít á hann, sum hekk á krossins træi, ið doyði fyri okkum sum eitt offur vegna okkara synd og síðan sum eina fyrimynd fyri okk­um, hvussu vit eisini eiga at bera krossin og avnokta okkum sjálv. Latum okkum minnast hetta hvørja ferð, vit síggja vakra flagg okkara, Merkið. Hin reyða og bláa litin í krossar­merkinum. Í trúnni á hin krossfesta og upprisna, tora vit – at bera tað merkið, sum eyðkennir verkið, ið varðveitir Føroyar mítt land. Danski heimspekingurin og gudfrøð­ ingurin, sum hevði verið 200 ár fyrr í ár, Sørin Kirkegaard, sigur hesi orð um tað at vera lærusveinur Jesu. Tað er okkum kunnugt, at Kristus ferð eftir ferð, nýtir hugtakið eftirfylgjari. Jesus talar ongastaðni um, at hann ynskir sær fjepparar sum viðhaldsfólk, men læru­ sveinar, sum fylgja honum alt lívið. At fylgja Jesusi, snýr seg ikki bara um at líkast honum, hóast tað sjónarmiðið er at finna fleiristaðni í NT. Vit skulu ikki bera Jesu kross, hann hevur hann borið. Men vit skulu bera tann kross, ta líðing og vanæru, ið eitt lív saman við honum hevur við sær, tað er nakað annað. Vit skulu ganga í Jesu skugga, tí tað er hann, ið skínur. At fylgja Jesusi, er bæði hvíla og stríð, gáva og uppgáva. Hvíldin og gávan er hon, ið Jesus vann á kross­inum, at Jesus vann okkum fyri­ gev­ing­ina, tí skulu vit gera upp við synd okkara, eins og tað stendur í triðja ørindi av sálminum: Klettur klovin fyri mær Armur, eymur eri eg, krossur tín má fjálga meg; nakin, tú mást klæða meg; sekur, tú mást náða meg; deyðadálkaður av synd, reinsa meg í lívsins lind”. Tað menniskja, ið hevur upplivað fyri­ gevingina, kann sýna næsta sínum kær­ leika Krists. Amen!