Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-01, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 87 · 2. august 2013 10 VIKUSKIFTI Havnin Jóan Pauli Joensen Nakran beinleiðis vakran estetikk dugi eg ikki at síggja í teimum yvirvaksnu flugu­smekkarunum, sum eru settur upp fyri at varpa ljós á fótbóltsdystirnar, men teir eru nú einaferð har og eru vorðnir partar av býarmyndini. Ein venist við alt. Hvussu verður við teim­ um, um alt verður lagt undir tak, hugsi eg við mær sjálvum. Tað siga tey, at tey ætla, men tað verður ikki so leingi til vit síggja úrslitið, men ljósini koma neyvan undir tak. Eitt sunnukvøld í plantasjuni Plantasjan ella viðarlundin er ein perla í Havnini. Komi at hugsa um ta ferðina, vit høvdu onkran norðurlendskan fund í Norðurlandahúsinum og skuldu oman í býin og løgdu leiðina gjøgnum plan­ tasjuna. Ein kendur finskur rithøvundur og ein norðurlendingur, báðir vaksnir upp í skógarlendið, gjørdu tá tað bragd at villast í plantasjuni. Teir vórðu tíbetur funnir aftur í øllum góðum. Plantasjan er vorðin kanoniserað í sanginum Eitt sunnukvøld í plantasjuni. Fyri mær hoyri eg tey syngja: Eg fjaldur undir greinunum lá fyri tey meg ei skuldi sjá, men so kom eg til at bróta eina grein so tað runt um plantasjuna hvein tað var hetta sum gjørdi tey kløkk – eitt sunnukvøld í plantasjuni. Og eg kann ikki bara mær fyri at spyrja, um tað munnu vera nógv onnur lond, sum eisini hava kanoniserað lúrarin, ella ein peeping Tom í einum populerum sangi, men tað hevur neyvan nakar hugsað um, heldur ikki yrkjarin. Tað skert kortini ikki burtur, at hann undir grein­unum lá, fyri at tey hann ei skuldu sjá. »Lívið er eitt listaverk« Tað er nógv grønt at síggja í plantasjuni henda sunnumorgun í januar. Grønskan lýsir millum trøini og á trøunum, ikki minst í øllum frábrigdunum av ymisk­ um grønum í mosa og skónum á trøum og viðarbulum. Tað er helt ótrúligt, hvussu nógvir grønir litir eru til og litir sum bera í grønt. Ein litsymfoni í grøn­um á hávetri. Tað er sum at fáa eina sansa­liga kenning av grønum. Alt er kortini ikki grønt. Har ligg­ur ein pizzahúsi einsamallur og innan­ tómur, sum onkur svangur náttar­ vandrari hevur tveitt frá sær. Longri niðri liggur ein annar pizzahúsi og ein øl­dunkur. Beint undir liðini á pizza­ húsanum liggur ein kvapin bleik hít, lítið potent á at líta. Knútur er bundin á. Eg hugsi mítt um tað, sum hesin grip­ur ber boð um, men gloymi tað, tí eg síggi knappliga fyri mær eina lista­liga avmynding í hesum trimum lutu­num millum alt tað grøna. Komi at hugsa um okkurt hjá Andy Warhol ella onkrum øðrum modernaðum lista­ manni, sum fæst við rusklist. Spell eg ikki eru listamaður sjálvur. Ole Wich hevði straks gjørt tað til eina fitta lítla installa­tión, men hjá mær er tað bert eitt situationistiskt upplivilsi henda sunnu­morgun á veg í kirkju. Á kalvabaki á jólum Komin fram við plantasjuni, rennur fyri mær tað annað jólakvøldið, tá eg hevði verið í býnum saman við ein­um vin­ manni. Hann var í fínastu dansi­skóm, men teir riggaðu tíverri illa uttandura, tí tað var sum á kalvabaki, so hált var tað. Vit koma at fylgjast við eina há­bærs­ligari damu, og gentlimaður, sum vin­maður mín er, so tekur hann undir armin á kvinnuni, fyri at vara um hana, so hon ikki skuldi detta, men hann hevði ikki tikið dansiskógvarnar í eið. Við eitt dettur hann. Hvussu var og ikki, so var tann samlaði dótturin soleiðis, at hon kom at liggja undir og hann omaná. Støðan var ikki ólík teirri, sum hevur verið kend í alla tíð í sam­bandi við at maður og kvinna eru saman, sum tað so fittliga stendur skriva í onkrari skúlabók um nøring. Bæði vóru líka paff, men tíbetur fekk hvørgin teirra ilt. »Nei, álvaratos«, segði ein unglingi á veg til hús saman við eini gentu, »At vaksin fólk liggja soleiðis omaná hvørjum øðrum mitt á vegnum, vit bíða til vit koma heim«. Vin­maðurin, sum baksaðist við at koma á føtur, men bleiv við at glíða, mælti tá: »Nei, vinurin. Tað er ikki, sum tú heldur. Eg datt bara«. »Datt, undarligt at detta, beint so omaná«. Ein uttandurasamkoma Komin oman á Vaglið rennur mín fyrsta ólavsøka fram fyri meg, eg var lítil smádrongur tá, men minnist sera væl ta opnu Havnará við Tinghúsvøllin. Í minni mínum glampa enn ljós niður í áar­vatnið. Longri aftur í tíðini vaskaðu kvinnur klæði í ánni. Kanska fara teir at taka lokið av, so áin aftur kann koma fram í dagsins ljós, og tey sum tá liva kunnu sleppa at sita á tavernum og hugna sær um summarið, teir dagar, tað ikki regnar. Skoytibreytin er har, men eingin stendur á skoytum í morgun. Heðin Um at ganga í Havnini Nú er nakað síðani. Dagurin er 27. januar 2013. Ein vakur sunnumorgun við góðum veðri. Eg eri til gongu frá Ternuryggi á veg í kirkju. Veðrið er gott, turt og einki lot. Eg eri í góðari tíð, so stundir eru at geva mær far um tað, sum er á míni leið. At liva er at sansa, hyggja, hoyra og merkja, eisini í tí smáa. Um tað so bert er at merkja lotið í andlitið ella hoyra kráið frá eini kráku og ásanna, at tað er onkur, sum longu rennir á rennibreytini áðrenn kirkjutíð Savnsmynd