Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-01, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 87 · 2. august 2013 11 Savnsmynd Mortensen, sum hevur sitið í býráðnum í 40 ár, er neyvan heldur til arbeiðis henda sunnu­morgun, sjálvt um hann er ein sera virkin borgarstjóri. Hjartaliga til lukku við teimum 40 árunum í býráð­ num. Heðin. Tú hevur verið verdur at bíða eftir, borgarstjórin. Nú er breytin pakk­að saman og vár er í hond. Hvat hevði býarmyndin á Vaglinum verið uttan H.N. Jacobsens bókahandil. Hetta gamla vakra húsið, ið fyrst sum real­skúli og seinni sum bókahandil og prentsmiðja í meira enn tvær øldir hevur tænt føroyska mentanarlívinum. Henda morgun í januar hevur Kjartan Kristiansen savna uttandurasamkomu sína av hugagóðum gongufólki uttan fyri bókahandilin. Tey eru øll búgvin at fara til gongu Fyri Vestan. Kjartan hevur ein bæriligan fríggjarastav í hond­ini, og sum ein annar Móses gongur hann á odda fyri fólki sínum á uttan­dura­møti burtur í óbygdum. Eg kundi hugsa mær at fari við, men nú fari eg í kirkju. Kjartan Kristiansen fer óivað at halda áfram við at ganga saman við fólki í mong ár afturat. Fólk eru farin at ganga nógv. Tað er eisini vorði gott at ganga – og eisini at renna í Havnini. Havnar Kommuna hevur syrgt fyri at tað eru gøtur at ganga og renna á kring allan býin. Har eru gøturnar á Ternuryggi og oman í Hoydalar, har tú í friði og náðum kann ganga í egnum tonkum fyri ikki at tosa um Rossagøtuna uppi við Hotel Føroyar. Har ber til at ganga sær einar 5 kilometrar á eini góðar, næstan slættari gøtu í haganum og har tú altíð møtir fólki, sum gera sær dælt av hesum møguleika at røra seg á, antin tú gongur, rennur ella situr á rossabaki. Hetta eru skattapengar sum koma væl við hjá mestsum øllum. Kontemplatión Henda dag í januar eri eg í góðari tíð. Hyggi inn í kirkjuna, men einki kirkju­ fólk er komið. Beri eygað við ein av klokkar­unum Anfinn Johansen, sum er í føroyskum klæðum henda dagin. Um­ framt at vara um móðurmálið er hann eisini tænari í Guds húsi. Hann gongur aftur og fram og tykist at hava nógv um at vera. Eg hoyri fólk úr Havnar­ kórinum og Tórshavnar Mans­kóri fáa teir seinastu tónarnar upp á pláss inni í kirkjuni. Eg sleppi mær út um aftur í tað góða veðrið at bíða. Forkvinnan í kirkjuráðnum titar aftur og fram yvir til húsini Arnes Minde við kaffikannum. Fleiri hálshvítir, enn uttan kraga kortini, koma pø á pø við kufferti. Eina løtu er húsini Arnes Minde tilhaldsstaður teirra henda sunnumorgun. Har kunnu teir fáa ein drekkamunn og lata seg í kjóla og kraga. Eg práti við onkrar av teim­um og vit verða skjótt samdir um at veðrið er gott. Sleppi mær so inn í kirkjuna. Havnar kirkja er ein deiliga fjálg kirkja. Meðan eg siti har í mínum egnu kontem­plativu tonkum, verði eg ikki sørt blasfemiskt órógvaður av tí dreymi, sum ein kvinna, ið eg kenni væl, einaferð greiddi mær frá. Inni­ hald­ið í dreym­inum var í stuttum, at hon eina­ferð hevði droymt, at Hans Jacob Joensen biskupur hevði staðið framman­fyri altarinum í Havnar Kirkju í berari undir­troyggju við prestakraga um hálsin og dansa, meðan hann áhald­ andi kvað: »Keiermann dansar út og inn, dansar hann Keiermann.« Eg var eitt sindur illa við av, at hesin dreym­ ur skuldi koma fram úr dulvitsku míni henda hátíðardag og fór at hugsa um, hvønn týdning Siegmund Freud gamli hevði lagt í ein slíkan dreym. Prestaevni í hvítum Tíbetur fóru kirkjuklokkan at ringja. Skrúð­gongan, við biskupi í øllum sínum skrúð á odda og unga prestaevninum í fon­hvítum klæði í hølunum, kom inn­ eftir kirkjugólvinum. Aftan á gingu fleiri døkkklæddir prestar. Einki er so ljómfult sum eitt orgul og einki fær Guds anda at nema við meg sum orgul­ tónleikur. Eg fekk næstan ein klump í hálsin av hesum hátíðarliga skiftis­ rituali og fekk eisini næstan tár í eyg­ uni. Tað kemur við aldrinum at verða rørdur, tá ein allarminst er fyrireikaður upp á tað. Alt fór fram eftir bókini í kirkjuni, tá tað um prestvígsluna ráddi, har var kór og ljómur. Jógvan Fríðriksson biskupur helt eina góða og týdningarríka vígslu­ røðu. Hann er væl mæltur, hann Jógvan Fríðriksson. Mær er sagt, at hann mann vera einasti prestur, sum á pastoral­ seminariunum hevur lært at lina rødd­ ina, fyri ikki at tosa ov hart. Frá náttúr­ unnar hond hevur hann eina málmandi olympiska rødd. Eg minnist, tá hann í síni tíð sum ungur guðfrøðilesandi á Fróðskaparsetrinum plagdi at benda, um tað var á latíni, grikskum ella hebra­iskum, tað minnist eg ikki. Hann bendi so hart, at tað hoyrdist um alla lon­ina og fólk hildu uppat at arbeiða eina løtu, til hann var liðugur við tær ymisku deklina­tiónirnar. Maria Jørdal Niclasen varð prestvígd í øllum góðum og var smoygd úr tí hvíta novisuklæðinum, sum var uttaná tí svarta. Tá var hon vorðin prestur og búgvin fara norður til Viðareiðis og til kirkjurnar fyri eystan Múla at verða sett í prestastarv sítt. Tað harmaði meg al­mikið henda dag, at tað ikki eydnaðist pápa­num, sum hevði ligið veðurfastur í Grøn­landi í dagavís og enn hongur í luftini i at kunnað uppliva hesa hátíðar­ ligu løtu. Intinktión Umframt prestavígslu, var hetta eis­ini ein vanlig gudstænasta, har dóm­próst­ urin prædikaði. Hann hevði eina góða stutta prædiku, sum hóskaði væl ein slíkan dag. Sum tað eigur at verða í slík­ um førum, var eisini altargongd, og eg hugs­aði við mær sjálvum, at hon mundi fara at taka sína tíð. Altargongdin gekk sum eftir ánni, og vit fingu blóð og likam Jesus Krists í einum við intinktión, sum merkir at vit dyppaðu oblatina, sum ein prestur handaði niður í kalikin sum ein annar prestur stóð við. Heilir fýra prestar stóðu fyri altarborðinum. Snilt, snilt, sum maðurin segði, og eg ivist ikki í at syndir okkara eins væl eru okkum fyrigivnar við intinktion, sum um vit fingu blóð og likam hvørt fyri seg. Biðisløgini Ein sera hátíðarlig løta í Havnar Kirkju. Sum altíð taldi eg biðisløgini, tríggja ferðina trý, ein rituelll ljómandi bøn fyri okkum øllum, sum hevur hugtikið meg frá tí eg byrjaði at ganga í kirkju. Hvat er vakrari enn ein gudstænasta, sum byrjar við einum præludium og endar við einum postludium og so biði­sløgunum. Henda dag var so eisini skrúðgonga út úr kirkjuni og fólk fingu høvi at taka í hondina á tí nýggja prest­ inum á Viðareiði. Verður henni ynskt alt tað besta í prestastarvinum. Heimaftur slapp eg við bili, so ferð­in til hús var ikki eins hendingarík í huga­ num, sum ferðin á veg oman í kirkjuna, men at liva er eisini at ganga og mær er sagt at nú gera teir eisini gøtur fram við sjóvarmálanum úti við Strond. Tað er stuttligt at búgva í Havn og tað er gott at teir sum standa fyri borgum hugsa um at gera tað so hugnaligt og liviligt sum gjørligt. Ætli mær at ganga rossa­ gøt­una í morgun. Ein kendur danskur blaðstjóri segði einaferð, at til morgunmat skuldi ein altíð eta tað ein plagdi at eta, og ikki hugsa um tað. Soleiðis er við rossa­ gøtuni, tann túrurin er best at ganga av handahógvi, so kann ein hugsa um at ganga aðrar gongutúrar aftaná.