Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. august 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hátíðarløta í Nólsoyar Bispur helt prædikuna og dómpróvsturin helt byrjunartaluna, tá teir báðir saman við seks øðrum prestum tóku lut í hátíðar gudstænastuni í Nólsoyar kirkju í sambandi við 150 ára dagin, har eisini ein spildurnýggj kantata varð framførd Leo Poulsen Tað var ein stúgvandi full kirkja, sum var karmur um hátíðar gudstænastuna í Nólsoy sunnudagin. Við bispi á odda vóru dóm­provsturin og seks ver­ andi og fyrrverandi prestar við til gudstænastuna, og landsstýrismaðurin í menta­ málum saman við borgar­ stjóranum vóru somuleiðis við. Kórið sat deilvís frammi í kóri saman við prestunum, og fylti eisini tríggjar benkur í kirkjuni. Somuleiðis vórðu leysir stólar settir út fyri benkurnar, men tað var framvegis ikki nóg nógv sitipláss, og tí máttu nøkur fólk standa úti í forkirkjuni. Tveir deknar eru í Nóls­ oyar kirkju, og Una Hansen læs inngangsbøn, meðan Høgni Thomsen læs útgangs­ bøn. Urguspælarin síðani 1969, Sune Hansen, sang við í kórinum, og tí var Jógvan Thomsen urguleikari til guds­ tænastuna eins og til kan­ tatuna, sum varð fram­førd eftir prædikuna, som Jógvan Fríðriksson, bispur, helt. Uni Næs, dómpróvstur, var eisini við til gudstæn­ast­ una, sum var rættiliga há­tíð­ arlig. Og sum prikkurin yvir i'ið sendi útvarpið gudstæn­ast­ una beinleiðis. Stórt kór Upp til hátíðar gudstæn­ast­ una hevur bygdin savnað eitt kór, sum framførdi kantatuna við orðum av Jóhannu Mariu Skylv Hansen og tónleiki, sum nólsoyingurin, Leif Hansen, hevur gjørt júst til endamálið. Kantatan kallast, »Kirkja á tanga«, og hóast Nólsoyar kirkja verður kallað Kirkjan á Tanganum, so eru orðini ikki miðað júst ímóti Nóls­ oyar kirkju, men meira sum ein heiður til kirkjur yvir­ høvur, og hvussu vit eiga at fara við teimum. Nólsoy hevur eitt mans­ kór, ið hevur hálvtannað ár á baki, men tað var so skjótt, at einar 20 kvinnur tóku lut í venjingini. Eisini nólsoyingar, ið til gerandis búgva í Havn, vóru við. Kórið, ið sang kantatuna hjá Leif Hansen taldi 35 sangarar, og tað svarar til, at 3500 fólk sungu til eitt líkn­ andi tiltak í Havnar kirkju. Nógv arbeiði er lagt í kantatuna av Leif Hansen, tí hon hevur bæði eitt intro og eitt verk fyri trompet, sum kona Leif Hansen, Anne Mette Greve Klemensen, prestur í Fuglafirði, spældi. Lukkuynskir Eftir gudstænastuna, sum byrjaði klokkan 11, bjóðaði kirkjuráðið til døgurða í Royndarhúsinum, har gestir og bygdarfólkið fingu aspargessuppu, neytakjøt og fruktdessert. Eisini vóru kirkjutæn­arar­ nir heiðraðir við hvør sínum varða, sum Anna Marna Hansen í takkarrøðuni fyri kirkjutænarunum samanbar við kirkjuna. - Tað ger ikki tað stóra, um tú tekur ovasta steinin av varðanum, hann stendur kortini. Men rørir tú teir niðastu steinarnar,, so raplar varðin, segði Anna Marna Hansen. Varðin er grundar­steinur­ in, eins og kirkjan er grund­ arsteinurin hjá Nólsoyar bygd. Fleiri tóku orðið undir døg­urðanum og ynsktu bygarfólkinum tillukku við 150 ára degnum hjá kirkjuni. Klokkan 17 var enn ein gudstænasta við altargongd, og dagurin endaði í Missións­ húsinum, har ein framsýning av myndum var hongd upp, og fólk kundu hugsa sær við einum drekkamunni. Bjarni Bæk, Marjun Lómaklett, Kjartan Mørkøre, Elsa Funding, Heri Joensen, Sonja Klein, Dómpróvstur, Uni Næs, og Jógvan Fríðriksson, bispur Mynd: Ann-Mari Hansen