mánadagur 5. august 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
øvda
Meðan tunnilsuppskotið hjá Bárði Nielsen og Bjarna Djurholm fyrst skal
viðgerast í samgonguni, so skal løgtingið í morgin viðgera trý alternativ til
uppskotið hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum. Her er eitt
stutt yvirlit.
Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin:
P/F Føroyatunnlar
Uppskotið líkist í roynd og veru nógv uppskotinum
hjá Bárði Nielsen og Bjarna Djurholm, tó so at
verandi undirsjóvartunnlar verða hildnir uttanfyri.
Uppskotið tekur støði í, at landið setir av 260 milliónir
krónur á fíggjarlógini næstu níggju árini til almenna
partafelagið P/F Føroyatunnlar. Felagið skal fyrst gera
Eysturoyartunnilin og síðani Sandoyartunnilin, ið skal
fíggjast við inntøkum frá Eysturoyartunnlinum.
Eysturoyartunnilin
skjótt Eysturoyartunnilin er
liðugur.
Fíggingin
Eginognin í P/F Vágatunnilin
og P/F Norðoyatunnilin er
góðar 400 milliónir, og hesi
virði skal nýggja tunnils
felagið brúka til at útvega
sær lán til Eysturoyartunnilin,
sum av teimum flestu verður
mettur at hava góðar inn
tøkumøguleikar. Men sama
er ikki galdandi fyri Sand
oyartunnilin, og tí skulu tær
500 milliónirnar úr lands
kassanum fyrst og fremst
brúkast har, siga Bárður
Nielsen og Bjarni Djurholm.
Í viðmerkingunum til lóg
aruppskotið, sum tó enn ikki
er lagt fram, vísa samgongu
tinglimirnar á fleiri útrokn
ingarmodell. Felags fyri hesi
er, at Eysturoyartunnilin er
mettur at kosta 1,2 milliardir
krónur, sum skulu gjaldast
aftur eftir 30 árum. Persón
bilar koma at rinda 40 krónur
fyri at koyra gjøgnum tunn
ilin millum Streymoynna og
Eysturoynna og 15 krónur
fyri at koyra undir Skála
fjørðin, millum eystara og
vestara arm. Fyri stórar bilar
verður kostnaðurin ávíkavist
160 og 60 krónur.
Avleiðingin
av
hesum
uppskoti er, at tað ikki verður
ókeypis at koyra gjøgnum
Vágatunnilin og Norðoya
tunnilin, eins og fleiri hava
róð framundir. Í eini roynd at
kyrra tey atfinningarsomu
hava samgongutinglimirnir
valt at áseta í sjálvt upp
skotið, at tunnilsgjøldini fyri
at koyra undir Vestmanna
sund og Leirvíksfjørð kunnu
ikki hækka.
Samgongan fyrst
Hóast Bárður Nielsen og
Bjarni Djurholm í felag hava
orðað eitt liðugt lógarupp
skot, so verður ikki talan um
at leggja tað fyri løgtingið
beinanvegin.
– Vit vóna, at uppskotið
frá okkum fær eina positiva
viðgerð í samgonguni. Vit eru
sannførdir um, at við hesum
leistinum verður samfelags
nyttan optimal, samstundis
sum brúkararnir fáa laga
ligastu skipanina, bæði við
víkjandi ferðslukostnaði og
trygd annars, sigur Bjarni
Djurholm.
Bjarni Djurholm var lands
stýrismaður í vinnumálum,
bæði tá Vágatunnilin og
Norðoyatunnilin vórðu gjørd
ir, sum kunnugt eftir almenn
um partafelagsleisti. Bárður
Nielsen hevur áður verið
landsstýrismaður í fíggjar
málum og er í dag formaður í
Fíggjarnevndini hjá løgtingi
num.
Kári P. Højgaard:
Privat tunnilsfelag
Uppskotið hjá landsstýrismanninum í innlendismálum
snýr seg um at dagføra lógina frá mai 2010, ið gevur
honum heimild at geva einum privatum felag
tíðaravmarkaðan einkarætt til at gera, eiga og reka
undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð.
Lógaruppskotið er skrivað, soleiðis at tað passar til tann
annars loyniliga sáttmála, sum Innlendismálaráðið
hevur gjørt við Copenhagen Infrastructure Partners.
Janus Rein:
Tunnilsfelag Føroya
Uttanflokkatingmaðurin mælir til at leggja allar tunnlar
í landinum, bæði berghol og undirsjóvartunnlar, í eitt
alment tunnilsfelag, sum í framtíðini kemur at standa
fyri allari samferðsluútbygging í Føroyum. Tað veri seg
Eysturoyartunnil, Sandoyartunnil og Suðuroyartunnil.
Felagið fær heimild til at krevja eitt gjald frá øllum, ið
brúka allar tunnlar í landinum, umframt ta játtan,
ið Landsverk í dag fær til tunnlar. Hesir pengarnir,
saman við fíggjarligu styrkini hjá felagnum, skulu bera
framtíðar samferðsluútbyggingar.
Framsókn:
P/F Eysturoyartunnilin
Flokkurin mælir til at stovna eitt alment partafelag við
200 milliónum krónum í partapeningi, ið verða játtaðir
av fíggjarlógunum næstu sjey árini. Restin skal fíggjast
við lántøku. Uppgávan hjá felagnum er at byggja, eiga
og reka Eysturoyartunnilin. Leisturin líkist sera nógv tí
leisti, ið Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vórðu gjørdir
eftir.