Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. august 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Samgongulimir avh tunnilsuppskot Í tólvta tíma áðrenn lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard um privata Eystur­oyartunnilin kemur til viðgerðar í løgtinginum, koma samgongu­felagar við alternativum leisti, ið vendir alt á høvdið. Tað almenna skal gera Eysturoyartunnilin, er greiði boðskapurin frá Bárði Nielsen og Bjarna Djurholm Jón Brian Hvidtfeldt Líka síðani smálutirnir í avtaluni millum Copenhagen Infrastructure Partners og Innlendismálaráðið byrjaðu at koma undan kavi, hava Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm verið millum teir ivasomu. Samgongulimirnir úr ávíkavist Sambands­flokki­ num og Fólkaflokkinum hava eisini alment gjørt varug við sína støðu. Nú leggja teir í felag eitt alternativt tunnilsuppskot á borðið, ið rykkir teppið undan tí arbeiði, sum Kári P. Højgaard hevur staðið á odda fyri, síðani hann bleiv landsstýrismaður í inn­ lendismálum. Bárður Niel­ sen og Bjarni Djurholm mæla beinleiðis til, at eitt alment partafelag stendur fyri arbeiðnum. – Verður Eysturoyar­tunn­ ilin ikki bygdur av einum almennum partafelag, og verða rakstrarinntøkurnar frá hesum tunnli ikki eisini brúktar til at útvega fíggjarligt grundarlag fyri einum Sandoyartunnli, er stórur vandi fyri, at ein Sand­ oyartunnil ongantíð verður gjørdur, í hvussu so er undir teimum fíggjarkørmum, sum landskassin má halda seg innanfyri nógvu komandi árini. Soleiðis skriva Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm í viðmerkingunum til tað lógaruppskot, sum er liðugt orðað, men tó enn ikki lagt fyri løgtingið. Alment felag Samgongulimirnir ynskja, at verandi tunnilsfeløg, P/F Vágatunnilin og P/F Norð­ oya­tunnilin, verða løgd sam­ an í eitt nýtt felag, P/F Tunnils­felag Føroya. Sambært Bárði Nielsen og Bjarna Djurholm skal hetta felag, saman við nýggjum kapitali úr landskassanum, gera bæði Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil. Talan verður tó ikki um, at ver­an­di undirsjóvartunnlar einsa­ mællir skulu fíggja komandi undirsjóvartunnlar. Sam­ gongulimirnir mæla til, at landskassin setir 50 milliónir krónur í felagið, næstu 10 árini. Fyrstu pengarnir skulu játtast á fíggjarlógini fyri 2014. – Endamálið við upp­skoti­ num er at gjøgnumføra eina samhaldsfasta skipan, sum kan tryggja øllum landinum eitt samferðslukervi, sum uppá longri sigt eisini skal koma suðurleiðini til góðar, siga teir báðir í viðmerk­ing­ unum til uppskotið. Í uppskotinum verður eisini róð framundir, at Tunnils­felag Føroya við tíðini eisini kann átaka sær at standa fyri suðurleiðini, antin sjóvegis ella gjøgnum ein undirsjóvartunnil til Suðuroynna, um hetta er tekniskt og fíggjarliga for­ svarligt. Men fyrst skal almenna felagið fara undir Eystur­ oyartunnilin. Og meðan tað arbeiðið verður gjørt, skal felagið gera forkanningar, projektering og arbeiða við at útvega fígging til Sand­ oyartunnilin, soleiðis at tað arbeiðið kann fara í gongd, so Eysturoyartunnilin