Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. august 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge Eftir at hava flogið langt undir radaranum í føroyska ítrótti, er tennis nú farið at gera um seg aftur. Góð úrs­lit til Oyggjaleikirnar á Bermuda og ein FM kapping hava givið ítróttargreinini umtalu. Hetta hava fólk í tennis umhvørvinum nýtt høvið til, at vísa á vantandi umstøð­ur­ nar til tennis í Føroym. Størsta avbjóðingin er sjálvandi veðrið. Her er alt avgerandi, at vit fáa vøllir, sum eru undir tak. Hetta er fyrsta treyt. Síðandi er neyðugt, at fáa ordiligt undirlag og gott ljós. Hetta vísa millum annað Jón Brekku, Martin N. Simonsen og Pætur M. Dahl á. Arbeiði við at fáa kommun­una at spæla við er byrjað. Eitt uppskot liggur hjá Tórshavnar Kommunu um at fáa betra umhvørvið. Eitt av uppskotunum er, at fáa fleiri vallar í umráðnum við Tórsbreyt. Skulu Føroyar hava Oyggja­leikir í 2019, so verður neyðugt við upp til fimm vøllum, fyri at fáa avgreitt allar kappingarnar. Tá skal skiftandi veðrið eisini havast í huga. Fleiri til FM Seinnu árini hevur FM í tennis, og aðrar tennis kapp­ ing­ar í Føroyum, ikki verið avgreidda so sannførandi. Fyri tað mesta hava menn avgreitt tíðir sína millum. Mangan hevur gingið illa at fáa avgreitt dystirnar. Hetta verður tað gjørt nakað við í framtíðini. Ætlandi verður kappingin av­greidd í meiri føstum kørm­um og meiri skal gerast burtur úr sjálvari finaluni. Í ár vóru bara 12 mans við til FM kappingina, men tað vóru fleiri aðrir, ið høvdu hugsað tankan. Nú verður eisini arbeitt so, at tað verða fleiri við komandi ár. Millum annað skal FM kappingin lýsast betri og vónandi fáa fjølmiðlarnir eisini størri áhuga fyri ítróttini. Kappast var eisini hjá kvinn­um og í gentum 14 ár. Í altjóða tennis er kvinnuliga kapp­ingin minst líka spenn­ andi, sum tann hjá monnum. Her eru avgjørt møguleikar at fáa fleiri at halda til. Serliga stuttligt var tað at síggja tær báðar systarnar, Barabaru og Rebekku Hentze spæla ein spennandi 3-settara í FM finaluni hjá gent­um 14 ár. Her eru fleiri møguleikar og tað vísa øll á, sum eru rundan um tennis í Føroy­ um. Fortreytin er tó, at um­ støðurnar blíva betri, tí tenn­ is er í holt við at prógva, at hon eigur eitt pláss í føroyska ítróttarheiminum. Menn: Pætur M. Dahl FM vinnari í Tennis Pætur Marjunarson Dahl vann 6-1, 7-5 á Jón Brekku í FM finaluni í tennis. Sostatt er Pætur M. Dahl FM vinnari í tennis 2013. Hóast undirlagið var nakað vátt, so var avgjørt at spæla finaluna klokkan 11 leygar­dagin. Pætur Marjunar­son Dahl legði hart út og vann fyrsta sett 6-1. – Eg lagði hart út og fekk servuna at rigga og sló ígjøgnum, men í øðum setti ger Jón færri feilir og tað blívur ein tættur og spenn­ andi dystur, sigur Pætur M. Dahl. Í øðrum gongur leingi javnt á og tað endar við, at Pætur vinnur 7-5. Sostatt er landsliðsvenjarin, Pætur M. Dahl, FM vinnari í tennis 2013. Kvinnur: Frida Johannesen vann final­una á Rúnu Olsen við sett­úrslitinum 6-1, 6-1. Frida, sum spælir nógv tennis í Belgia, har hon býr, var við fyri fystu ferð og hon vann rímiliga greitt á Rúnu, sum fleiri ferðir áður hevur vunnið FM í tennis, seinast í 2011 (einki FM fyri kvinnur var í 2012). Støðið á hesum báðum kvinnunum er annars lut­falsliga høgt, so tað eru útlit fyri kvinnuumboðan á fyrsta sinni á komandi oyggja­leikunum á Jersey í 2015. Gentur 14: Barbara Hentze vann final­ una á systur síni, Rebekka Hentze. Talan gjørdist um ein spennandi dyst, sum ikki bleiv avgjørdur fyrr enn í 3. setti. Settúrslitið var 6-2, 3-6, 6-2. trondur@sosialurin.fo tennis Tennis druknar í regninum Ella verður blást vekk í vindinum. Tennis í Føroyum er aftur á veg fram, men umstøðurnar loyva ikki ítróttargreinini at mennast