mánadagur 5. august 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur ítróttartoymi
www.hb.fo:
Hóast uppgávan var torfør, greiddu okkara menn hesa til ug. Við greiðum
sigri á aldursforsetanum hava vit staðfest, at torført er at taka HB í ár.
www.ab.fo:
Nýggi stórskíggin á Argjum i varð raktur, tá toran gekk í gjár. Talan er
um somikið stóran skaða, men at skíggin kann nýtast, tá AB mánadagin
spælir heimadyst mótur 07 Vestur.
www.nordlysid.fo:
Um KÍ avrikið er at siga, at fyrri hálvleikur var nakað av tí besta, ið
liðið hevur víst seinastu umførini. Men í seinna hálvleiki misti KÍ takið á
dystinum og heldur ikki innskiftu leikararnir megnaðu at broyta nakað
uppá dystargongdina. Hjá Víkingi sær út sum, at venjara effektin hevur
givið gott úrslit.
www.b36.fo:
Fótbóltur er eitt løgið spæl. Og tá frúgvin Fortúna spælir við, er tað eisini
heilt stuttligt. Sum til dømis í dag, har vit illa kundu mótmælt, um úrslitið
av heimadystinum móti EB/Streymi hevði verið eitt heilt annað.
www.ki.fo:
KÍ fer nú undir eitt átak at fáa dómarapartin í felagnum á eitt hægri
støðið. Felagið hevur sett ein dómara samskipara, sum frameftir fer at
skipa dómara viðurskiftini hjá yngru deildunum.
www.nsi.fo:
Sum kunnugt verður nýtt graslíki lagt á vøllin við Løkin. Væntandi verður
vøllurin klárur at taka í brúk um miðjan september. Við stórari vælvild frá
B68 og Nes Kommunu, hevur NSÍ fingið loyvi at spæla sínar heimadystir á
frálíka vøllinum á Svangaskarði.
www.tb.fo:
TB tapti aftur ein Effodeildardyst, tá HB kom á vitjan við Stórá. Sigast
kann stutt, at HB legði seg á odda 3-0 í fyrra hálvleiki, sum eisini var
støðan í hálvleikinum.TB hevði fleiri málmøguleikar, men sum so ofta fyrr,
so gongur tað strilti hjá okkara monnum at fáa bóltin í netið.
www.07vestur.fo:
07 Vestur og 07 Vestur komu í gjárkvøldið ásamt um at steðga
samstarvinum. Blé kom til felagið í januar og hevur spælt 12 dystir í 07
Vestur. Vit ynskja Evrard Blé góða eydnu á fótbóltsleiðini.
Heimasíðurnar skriva:
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
Pætur Eyð.
Jensen
O
kkara fremsta ítróttarnavn, Pál Joensen
er aftur við í fremstu røð. Aftaná einar
olympiskar summarleikir í London í
fjør, har tað milt sagt gekk av skriðuni
hevur langteinarsvimjarin úr Vági aftur vunnið seg
í fremstu røð í heiminum. Talan gjørdist um tvey
flott 7. pláss í heimsmeistaraskapinum í ávikavist
800 metrum frísvimjing og 1.500 metrum frísvimjing
í Barcelona. Summir føroyingar hava lyndi til at
krevja nógv, men vit eiga at verða ófatuliga glað fyri,
at okkara fremsti ítróttarmaður er við í fremstu
røð í heiminum aftur. Frá okkum í Miðlahúsinum
skal ljóða eitt rungandi tillukku við báðum
sjeyndu plássunum. Fyrrverandi venjarin hjá Páli
Joensen, Jón Bjarnason dugdi væl at seta tingini í
perspektiv. Pál var í finaluni frammanfyri Daniel
Fogg úr Bretlandi, sum endaði á einum áttanda
plássi. Stórabretland hevur bara í hesum árinum
brúkt eina upphædd, sum svarar til 90 miljónir
krónur til sínar elitusvimjarar. Ein ørandi upphædd
sammett við krónurnar okkara elitusvimjarar hava
at arbeiða við. Um vit hyggja eftir finaluni á 1.500
metrum, so eru góð evropeisk perspektiv at hóma.
Tríggir evropearar vóru í finaluni, og av teimum
gjørdist Pál Joensen næstfremstur. Her eru veruliga
góðir møguleikar hjá Páli. Ì desember í ár verður
evropameistaraskapið í stuttgeil í Boxen í Herning í
Jútlandi. Um Pál heldur fram við tí hørðu venjingini,
og tekur ráðini hjá Jón Bjarnasyni til sín, har hann
svimur frítt, og pressar á, heldur enn at hugsa ov
nógv um tann tekniska partin av svimjingini, so
er møguleiki aftur at fáa Pál fram aftur har, sum
heiðurskrónurnar klinga. Men hetta krevur ikki
bara, at Pál ger sítt ítarsta. Tað eigur eisini at síggjast
aftur frá landsins myndugleikum, at vit stuðla
okkara fremsta ítróttarnavni. Pál Joensen átti
uttan nakað uttanumtos at fingið eina starvsløn frá
landinum, so hann áhaldandi kann stríðast at røkka
tí hægsta tindinum í heiminum, har vit føroyingar
kunnu sóla okkum í hansara megnar avrikum. Tað
fer eisini at hóska seg, at nógvir føroyingar verða
staddir í Herning í desember at heppa Pál á mál.
Pál - The
magnificent
seven
Ítróttar klumman
Heri Simonsen
Tróndur Arge
Rigmor vísti leygardagin,
at hon enn er sera sterk á
teimum longru, meir krevj
andi teinunum, við at vinna
Barðsneshlaupið nærhendis
Neskapstøðum
í
Íslandi.
Hetta var triðju ferð at
Rigmor luttók, og átti hon fra
2010 rutumetið hjá kvinnum.
Málið var at taka metið,
men ringa veðrið gjørdi tað
ómøguligt at taka rutumetið,
skrivar hvirlan.fo
Byrja verður við at fara
við báti út á Barðsnes. Hetta
er við bátum, og nógvi vind
urin og aldan gjørdu at ikki
var hugsingur um at leggja
at, tí var síðsti parturin av
túrinum við gummibátum
fyri tveir persónar, har stórir
sterkir menn vassaðu út, at
takað ímóti luttakarunum
og bera teir síðsta partin.
Runnið verður so av
Barðsnesið inn í tríggjar
firðir, áðrenn enda verður
á Norðfjørðinum. Rutan er
merkt við “prestum” i villum
haga og fjøllum. Gøta er ikki,
so rennast má um áir, gjáir
í fjallalendi, mórulendi og
grótlendi. Tað var nógvur
vindur og áirnar vóru stórar.
Stórar áir eru vanliga ikki
tann stóri trupulleikin, men
á Barðsnes-renningini skal
rennast um áir, og tí vóru
rennarnir i ár noyddir at
søkja longri niðan í dalin
fyri at koma um áirnar.
Hetta longdi um teinin, og
vætan og vindurin gjørdi, at
tað ikki var hugsingur um at
seta met. Rigmor var hóast
umstøðurnar einans smáar
9 min frá gamla metinum.
Tíðin hjá henni var 2 tímum
47 min 20 sek, skrivar hvirlan.
fo at enda.
Rigmor Napoleonsdóttir Arge hevur um um
vikuskitið vunnið sterka kapping í Íslandi
Rigmor vann Barðsnes
hlaupið í Islandi
Tvey feløg
vilja hava Gilla
Vinnara sms'ið í Triða Hálvleiki:
■ Frá Fuglafjarðar komm
unu: Sigast skal frá, at
grindin sum Runavíkar
kommuna fekk, skal avlever
ast aftur á kaiini í Fuglafirði
seinast klokkan 21 í kvøld
(NSÍ - ÍF)
Besta sms'ið, vinnur eitt atgongumerki
til landsdystin ímillum Føroyar og
Eysturríki 15. oktober 2013
Umframt AaB, so er eisini
eitt annað danskt felag, ið
vil hava Gilla Sørensen. In.fo
skilir, at prísurin fyri U21
landsliðsskiparan er ein seks
siffrað upphædd.
Tað hevur leingi ljóðað, at
danska Superligafelagið, AaB,
vil hava Gilla Sørensen, eftir
at hann var og royndarvandi
við felagnum fyrr í summar.
Nú ljóðar, at eisini fyrr
verandi FC Hjørring, sum
í dag eitur Vendsyssel FF,
eru áhugaðir í Gilla. Tá Gilli
var í Danmark og vandi við
AaB spældu teir móti júst
FC Hjørring, sum spælir í
donsku 1.deild.
Hann gjørdi tað somikið
væl í tí dystinum, at bæði
liðini hava vent sær til B36
fyri at fáa fatur á tvøramann
inum.
Tað er ikki heilt ókeypis
at keypa føroyska U21 lands
liðsskiparan frá B36. Sum
skilst, so er talan um seks
siffrað upphædd, ið tað kost
ar at keypa hann leysan úr
sáttmálanum.
trondur@sosialurin.fo