Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. august 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur svimjing Birita Debes setti nýtt flott nýtt føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing, tá ið hon á heimsmeistarstevnuni í Barcelona svam teinin uppá 1:05.64, har hennara føroyska met frá Danish Open í mars mánaða var 1:06.19. Pál Joensen setti ikki nakað nýtt føroyskt met, men tað kemur sjálvandi av, at hann fyrr hevur svomið tíðir í heimsflokki. Tí er einki løgið í, at Pál ikki hevur sett nakað føroyskt met í hesum døgum í Barcelona. Split tíðir hjá Páli: 7. Pál Joensen 21.95 0.69 50m (2) 27.36(Samlað tíð) 29.89(Split-tíð) 100m (5) 57.25 29.42 150m (2) 1:26.67 30.40 200m (5) 1:57.07 29.71 250m (3) 2:26.78 30.39 300m (5) 2:57.17 29.97 350m (6) 3:27.14 30.05 400m (6) 3:57.19 29.78 450m (6) 4:26.97 30.25 500m (7) 4:57.22 29.76 550m (7) 5:26.98 30.24 600m (7) 5:57.22 29.98 650m (7) 6:27.20 30.53 700m (7) 6:57.73 29.95 750m (7) 7:27.68 30.61 800m (7) 7:58.29 30.55 850m (7) 8:28.84 30.63 900m (7) 8:59.47 30.27 950m (7) 9:29.74 30.55 1000m (7) 10:00.29 30.49 1050m (7) 10:30.78 30.61 1100m (7) 11:01.39 30.50 1150m (7) 11:31.89 30.75 1200m (7) 12:02.64 30.44 1250m (7) 12:33.08 30.70 1300m (7) 13:03.78 30.31 1350m (7) 13:34.09 30.45 1400m (7) 14:04.54 29.93 1450m (7) 14:34.47 28.63 Savnsmyndir Uppreins fyri Pál Jón Bjarnason er ikki í iva um, at úrslitini hjá Páli í Barcelona eru ein uppreisn fyri vábingini, men hann mælir eisini Páli til at sláa kalt vatn í blóðið og halda fram við menningini – Hetta er avgjørt ein upp­ reins fyri Pál, men eg má í sama setningni siga, at tað framvegis manglar nakað áðrenn hann kemur upp á sama stigi, sum hann var á fyri tveimum árum síðani. Eg vóni at hann kemur forbí hetta og kemur upp á tað stigi aftur, tí tað hevði verða áleið nokk til eitt bronsu heiðursmerki, sigur Jón Bjarnason við Rás2. Pál Joensen legði hart út í finaluni og vendi eina løtu sum nummar tvey og trý, men dragnaði síðani. – Eg síggi longu við hálvt­ annað hundrað metrar, at hann missir eitt heilt sekund fyri hvørjar 100 metrar. Tað er hvørja ferð hann andar inn móti miðjuni, har hann sær hinar, at hann missur. Eg veit ikki um hann stríðist við okkurt, sum skal gera okkurt betri, heldur enn bara at berjast fyri tí. Split-tíðirnar vísa eisini heilt greitt, at tað er okkurt, sum ikki er í ordan, tá hann andar inn móti miðjuni, sigur Jón Bjarnason, sum er fyrrverandi venjari hjá Páli. Skal sláa til í Herning EM verður í Herning í stutt­ bana í desembur. Tað er tá, at Pál skal vísa, at hann heldur fram at gera framstig. – Pál skal sláa til í Her­ ning til EM í stuttbana. Tað eru fólk, ið eru til at tosa við. Um tú hyggur eftir Gregorio Paltrinieri á triðja plássi í gjár, so svimur hann teir seinastu metrarnar eitt heilt sekund seinni enn Pál kann. So lá Pál undir liðini á honum, so hevði hann vunn­ ið bronsu Tað er tað Pál skal taka við sær heim, sigur Jón Bjarnason og leggur afturat. – Nú skal hann ikki taka sær ov langa summarferiu og siga við seg sjálvan, at hetta kann eg gott. Pál er á veg aftur. Nú skal hann bara ansa eftir, at hann ikki steðgar upp og sláa til í Herning, sigur Jón Bjarnason at enda. trondur@sosialurin.fo