Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. august 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Ikki leiklig kreppa Tað sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá KÍ. Hann ásannar tó, at talan er um eitt lið, sum ikki hevur neyðuga yvirskotið og sjálvsálitið til at vinna fótóbltsdystir. – Í so máta er talan kanska um eina kreppu, sigur nýggi venjarin hjá KÍ, sum ikki hevur roynt at vinna enn. Hann heldur tó, at liðið spælir væl. At tað eru nógv ting, ið eydnast við bóltinum, men tað í løtuni ikki verður gjørt um til mál, stig og sigrar. H E S A V I K U N A Meinhard Joensen: 2 Vísti ótryggleika tíliga í dystinum og tað tóktist ávirka verjupartin. Hevði eisini trupulleikar við útsparkinum. Kundi einki gera við málini Gunnar Christiansen: 2 Gjørdi brotsspark í eini at síggja til óneyðugari støðu. Er góður fram eftir vøllinum, men tað sást ikki nóg oftani í gjár. Jógvan Isaksen: 3 Miðverjan kom miðal frá uppgávuni. Megnaði ikki at halda Finni frá at skora, umframt at hann fekk annan stóran møguleika. Sørmund Kalsø: 3 Var maðurin, sum skuldi taka teir nógv nærdystirnar. Tað gjørdi hann rímiliga væl. Stóð seg eitt vet verri í uppspælinum. Heðin á Lakjuni: 3 Spælir næstan altíð miðla ella betri. Tað gjørdi hann eisini í gjár, men serliga móti endanum av dystinum kókaði hann yvir í tvídysti við Filip Djordjevic. Atli Danielsen: 2 Spældi ein miðal dyst og greiddi sína uppgávu, men var ótrúliga heppin ikki at fáa sítt seinna gula kort tíðliga í seinna hálvleiki. Tórur Justesen: 4 (▼69.) Ungi miðvallarin fekk møguleikan frá byrjan og tók av. Bjóðaði seg fram og vísti dirvið at spæla bóltin. Spældi eftir umstøðunum væl. Heðin Klakstein: 3 (▼79.) Spældi ein miðal dyst. Megnaði tó ongantíð at seta seg á dystin, men hevði góðar løtur og torir at spæla bólt. Ísak Simonsen: 2 (▼69.) Hevði tað torført á vinstra vongi. Hevði tað trupult við bóltinum og lítið kom í gjøgnum í vinstru síðu. Álvur Christiansen: 3 Hevði løtur í dystinum, har hann spælir upp til sítt besta, men dettur so burtur í millum. Hetta er eitt sindur søgan um Álv í ár. Páll Klettskarð: 3 Sá faktist eitt sindur tungur og hugtungur út í álopinum. Innsatsinum hevur ongantíð bila nakað, men í gjár var hann undir miðal. Málið í evsti løtu telur upp. Kundi eisini havt skorað stutt undan eftir horna. Ivan Joensen: 3 (▲69.) Kom inn mitt á miðjuna, men fekk sum so ikki gjørt stórvegis mun, tí dysturin var so rótutur ta løtuna. Men slapp sær væl av við bóltin. Hjalgrím Elttør: 3 (▲69.) Eins og Ivan, so kom hann inn í eini rótutari løtu, men var partur av onkrum góðum álopi. Johan Jacobseb: (▲79.) Var ikki ov stutt til at geva eina meting, men gjørdi ikki nakað serlig um seg. Avrik: tøl 1 til 6 KÍ 1 (0) Víkingur 2 (1) Tróndur Arge – Klaksvík KÍ og Víkingur vóru bæði mill­um tey liðini, ið skuldu bjóða av í oddinum. Víkingur enn­tá til meistaraheitið, með­ an fleiri mettu, at KÍ kundi stríðast um at fáa heiðurs­ merki. Undan um­far­inum í gjár vóru bæði liðini bara trý stig frá niður­flytingar­ strikuni. Meðan Víkingur hevur verið í Evropa og vunnið seg víðari við frálíkum sigri á FC Inter Turku í Europa League, og fingið styrkt sær hópin við Sølva Vatnhamar og Sam Jacobsen, so hevur KÍ ikki megnað at styrkt um hópin og funnið yvirskotið, sum skal til fyri at vinna fót­ bóltsdystir. Við sigrinum sunnudagin í Klaksvík vann Víkingur ikki bara sín fyrsta dyst á úti­vølli. Teir hava slitið seg leys­an av botnstríðnum og tykjast hyggja uppeftir – sama kann ikki sigast um eitt kreppurakt KÍ lið. Hví er KÍ í kreppu? Spurningurin er so hvat er gali í KÍ? Tað eru altið nógvar meiningar um eitt so stórt og søguríkt felag sum KÍ. Býurin og allar norðoyggjar endavenda hvørjum dysti og hvørjari avgerð til døgurða­ borðið, og áhugin er ovur­ hondsstórur frá øllum við­ haldsfólkunum. Við øllum prátinum kem­ ur eisini eitt ávíst trýst á liðið. Serliga er tað stórt við kappingarbyrjan. Hetta hev­ ur tó ikki verið ein trupul­ leiki síðani felagið kom aftur í bestu deildina, tí liðið hevur øll árini fingið góða úrtøku fyrstu umførini. Heldur tyk­ ist trupult at halda skút­uni á rættari kós, tá kapp­ingin kemur um fyrsta trið­ingin. So­leiðis var eisini í ár. Aftaná níggju umfør ligg­ ur KÍ nummar tvey við 16 stigum. Komandi tvey um­ førini fær KÍ tveir javn­leik­ ir, men órógv er at hoyra rundan­um felagið. Síðani KÍ í 12. umfari fekk vitjan av B36, hevur lið­ið bara fingið eitt stig í sjey um­førum. Tað var á heima­ vølli móti AB, sum tá fekk ein mann útvístan aftaná 27 min­uttir, umframt at KÍ fekk brots­spark. Verjuparturin ov veikur Um hugt verður eftir mál­ úr­tøkuni, so hevur KÍ næst­ vánaligasta verjupartin. Teir hava latið 34 mál farið í gjøgn­um. Tað er undir ong­ um umstøðum gott nokk. Bara AB hevur latið fleiri mál ígjøgnum. Meinhard Joensen hevur ikki verið nóg tryggur aftasti skansi, meðan miðverjan bara hevur riggað tey fyrstu um­førini. Oddmar Marsten er ungur enn og avrikið eru eisini óstøð­ug. Jógvan Isaksen tyk­ist skula spæla saman við sterk­um miðverja, fyri at fáa sum mest burturúr. Aðrir, ið hava spælt í miðverjuni, eru Sørmund Kalsø og John Hammer, sum heldur ikki hava sligið til. Á høgra bakki hevur Gunnar Christiansen víst góð evnir frameftir vøll­inum, meðan knípur við verju­spæl­ inum. Heðin á Lakjuni er helst tann verjuspælarin, ið er komin best frá uppgávuni, men av tí at hann er aldurs­ forseti á liðnum, so má hann stýra meiri verjuni. Eydnaðist ikki at fáa styrk Tað er ikki uttan orsøk, at leiðsl­an í KÍ stríddist við at fáa styrk til verjupartin. Fyrst hevði felagið Andreas Damgaard á vitjan. Felagið bjóð­aði honum ein sáttmála og arbeiði á Kósini, men tað dámdi verjuspælaranum einki. Hann var so bersøgin, at hann nærmast langaði út eftir KÍ og segði, at hann als ikki kundi liva við, at hann skuldi arbeiða við fisk. – Eg haldi ikki tað var pent av honm at siga so, al­ ment. Vit bjóðaðu honum eina góða løn og eitt gott til­ boð við íbúð og øllum. Tað var ikki neyðugt at siga so um KÍ, sigur formaðurin hjá KÍ, Tummas Lervig, argur á mál­inum. Síðani varð roynt at fáa Cheik Tidiane Sarr til landið. Hetta var bara fáa dagar fyri at flytingarvindeygað lat aft­ ur. Tá so mjørkin órógvaði flúgv­ingina endaði tað við, at spælarin ongantíð kom til landið. – Tað var harmiligt, at mjørk­in argaði okkum, tí vit vóru nær eini avtalu. Vit skulu bara líka síggja hvønn annan og meta um støðuna, so var klárt at skriva undir, sigur Tummas Lervig víðari. Riggar heldur ikki á miðvøllinum Atli Danielsen er komin aftur og ger persónliga góðan mun. Men tað hevur ikki eydnast KÍ í ár at finna ein miðvøll, sum er støðugt góður. Hjalgrím Elttør hevur verið KÍ er í kreppu! Víkingur vann dystin um at koma úr kreppustøðuni, tá teir í gjár vunnu 2-1 á KÍ í Klaksvík. Við fyrsta útisigrinum í ár, er Víkingur leyst frá botninum og krepputosinum. Verri er við KÍ, sum ikki hevur vunnið í skjótt 100 dagar – tað er kreppa!