mánadagur 5. august 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fremsti maður á miðvøllinum
í flestu av dystunum, men av
rikið eru nakað óstøðug.
Tað hevur ikki eydnaðist
at funnið ein mann til triðja
plássið á miðvøllinum. Ivan
Joensen hevur spælt onkran
góðan dyst. Í gjár fingu so
Heðin Klakstein og Tórur
Justesen møguleikan.
Á
vengrunum
hevur
Álvur Christiansen spælt
væl í løtum, men klárar ikki
at bera liðið. Hann dettur ov
oftani úr dystunum, meðan
tað ikki hevur eydnast at
finna eina varandi loysn á
vinstra vongi.
So er bara Páll Kletsskarð
eftir. Hann hevur skotið
nokk av málinum og fekk
eisini eitt í gjár. Men fyri
fyrstu ferð í ár tykist eisini
hann hava mist mótið til
eitt vist. Hann tóktist ikki
so skarpur, sum hann hevur
verið fyrr, men hann hevur
eisini brúk fyri at restin av
liðnum spælir væl. KÍ hevur
heldur ongan at seta í staðið.
Heldur ikki bara í eitt korter
ella so. Í so máta er hópurin
ov tunnur.
Hvat nú?
KÍ kann ikki styrkja um
hópin og tað ber illa til at
gera fleiri venjaraskifti. Tí er
spurningurin hvat KÍ kann
gera? Fyrst og fremst mugu
teir eldri spælararnir taka
ábyrgd. Tað kann ikki verða
meiningin,
at
blaðungir
menn skulu ganga á odda.
Í verjupartinum má tett
ast. Meinhard Joensen má
finna meistaraspælið frá 2011
fram, meðan fýra teir aftastu
og Atli Danielsen mugu verja
betri fyri.
Á miðvøllinum má liðið
finna røttu samansetingina,
meðan
vengirnir
mugu
stuðla meiri upp til Páll Klett
skarð, so hann kann avgera
dystirnar.
Tað ljóðar einfaldari enn
tað er, tí KÍ fær nú vitjan av
ÍF og HB, sum eru ávíkavist
nummar tvey og eitt. Tí kann
lykladysturin hjá KÍ liggja
í 21. umfari, tá TB kemur á
vitjan.
Leyst hjá Víkingi
Víkingur er leyst av øllum
krepputosi. Teir hava spælt
væl í Evropa og vísti í gjár,
at teir ikki hoyra heima í
botninum. Serliga er til
gongdin av Sam Jacobsen og
Sølva Vatnhamar kærkomin.
Teir geva nýggja venjaranum
fleiri møguleikar.
Eisini hugaligt at síggja Kaj
Leo Í Bartalsstovu stríðast so
nógv sum hann gjørdi í gjár.
Tað er vegurin fram, um
hann vil koma á landsliðið
og vil út í verð at spæla fót
bólt. Tá so Filip Djordjevic
og Finnur Justinussen eisini
eisini arbeiða hart, so gevur
tað liðnum so nógvar møgu
leikar.
Eitt leyst git er, at Víkingur,
tá samanumkemur, hevur
bestu verjuna saman við eitt
nú HB í seinnu hálvu.
trondur@sosialurin.fo
Hvat er støðan? KÍ boðaði undan summarferiuni frá,
at nýggj máltalva skuldi standa klár til dystin í gjár.
Tíverri er hon ikki komin fram. Hinvegin, so hevði toran
góðan hug á máltalvunum í Gundadali og á Argjum,
so tað var kanska well, at hon ikki er komin enn.
Geza Turi: 5
Hevði dagsins bjarging, tá Páll
Klettskarð stútaði eftir hornaspark.
Greiddi sína skyldu og eigur sín lut
í at KÍ ikki fekk mál fyrr enn í evstu
løtu.
Bárður Hansen: 4
Lívligur og ágrýtin sum altíð. Hevði
gott tamarhald á Ísaki og luttók sum
altíð nóg í álopsspælinum.
Atli Gregersen: 3
Miðverjan hjá Víkingi spældi væl,
men blivu onkursvegna ikki trýst
meiri enn til eitt 3-tal, tá KÍ nú
skoraði í evstu løtu.
Erling Jacobsen: 3
Eins og Atli spældi hann miðal. Hevði
saman við Alta rímiliga gott tak á
Páll Klettskarð. Er júst úttikin til
landsliðið saman við Atla.
Dánjal Pauli Lervig: 2
(▼60.)
Vardi væl á sínum bakk plássi, men
gav ikki nógv til framrættaða spælið.
Orkan tóktist ganga undan skjótt og
var útskiftur eftir ein tíma.
Sam Jacobsen: 4
Var á aftasta miðvallarplássinum
og spældi væl. Ger góðan mun og
sleppur sær væl av við bóltin og
verjur væl á sínum plássi.
Jann Ingi Petersen: 3
(▼80.)
Klárar framvegis ikki at seta seg á
miðvøllin sum snúnungspunktið hjá
Víkingi, men miðvøllurin er farin at
rigga betri. Spældi ein miðal dyst.
Hanus Jacobsen: 4
Vann brotssparkið og skoraði trygt
upp á tað. Spældi annars væl á
miðvøllinum, áðrenn hann var fluttur
aftir á vinstra bakk. Er ein av meiri
undirmettu spælaranum í føroyskum
fótbólti.
Filip Djordjevic: 4
Spældi í løtum til eitt 5-tal, men
hevði ov góðan hug at arga og tveita
seg. Millum teir bestu á vøllinum og
átti eitt frálík upp til 2-0 málið hjá
Finni Justinussen.
Kaj Leo Í Bartalsstovu: 4
Spældi somuleiðis væl og tordi
at bjóða av. Riggar væl til
umstillingsspælið hjá Sigfríða
Clementsen. Millum teir bestu á
vøllinum, men vísti eisini eina nýggja
síðu við at stríðast meir enn hann
plagar.
Finnur Justinussen: 4
Fekk eitt gott mál og kom fram til
onkrar aðrar góðar møguelikar eisini.
Tykist verða komin fyri seg saman við
restina av liðnum.
Sølvi Vatnhamar: 4 (▲60.)
Fall beinanvegin til á miðjuni og
spældi væl. Er lykilin til eina góða
seinnu hálvu.
Hjartvard Hansen: (▲80.)
Ov stutt inni til at gera eina meting.
Hans Jørgen Djurhuus:
(▲85.)
Var bara inni í fimm minuttir, men
kláraði (sjálvandi) at fáa sær eitt gult
kort. Annars ov stutt inni til at gera
eina meting.
Avrik: tøl 1 til 6
Páll Klettskarð og Finnur
Justinussen skoraðu báðir.
Tað er deiligt við føroyskum
framherjum, sum raka málið.
Seinasta korterið bleiv
tað heitt á vøllinum.
Persónliga haldi eg
tað er fínt, at spælarar
geva seg, skeldast og berjast fyri
sigrinum. Men tað er helst onkur,
sum ikki heldur at tað er í lagi. So tey
kunnu gleðast um hetta minusið.
Geza Turi
Atli Gregersen Erling Jacobsen
Bárður Hansen Dánjal Pauli Lervig
(Sølvi Vatnhamar, 60.)
Sam Jacobsen ■ Jann Ingi Petersen
(Hjartvard Hansen, 80.)
Hanus Jacobsen
Filip Djordjevic Kaj Leo Bartalsstovu
(Hans J. Djurhuus, 85. ■)
Finnur Justinussen
Meinhardt Joensen
Sørmund Kalsø Jógvan Isaksen
Gunnar Christiansen ■ Heðin á Lakjuni
Atli Danielsen ■ Heðin Klakstein
(Johan Jacobsen, 79.)
Tórur Justesen Álvur F. Christiansen ■
(Ivan Joensen, 69.)
Páll A. Klettskarð Ísak Simonsen ■
(Hjalgrím Elttør, 69.)
KÍ - Víkingur 1-2 (0-1)
0-1: Hanus Jacobsen br 20.
0-2: Finnur Justinussen 61.
1-2: Páll A. Klettskarð 90.+5.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
Myndir: Eydbii Myndir
Dámi ikki at stroya salt í sárið, men venjarin
hjá KÍ sigur at teir ikki eru í krisu, Um 4 stig í
9 dystum ikki er krisa, so ver ikki fyri, um teir
koma í krisu!
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
Filip Djordjevic er fyri
Víking, tað sum Luis
Suarez er fyri Liverpool.
Nakað soleiðis kundi ein
hugsa eftir dystin í Klaks
vík. Umstríddi framherjin
hjá Liverpool hevur tað
við at tvinga fólk at antin
dáma hann ella slett ikki
dáma hann.
Í dystinum í gjár klár
aði Filip Djordjevic at arga
alla KÍ fjøldina, meðan
hann fekk allar víkingar
nar at stuðla sær.
Hann
er
ágrýtin,
dribblisterkur, áhaldandi
og ein sterkur einmans
kríggjari, men hann er eis
ini óhøviskur, tveitur seg
og elskar at munnhøggast
á vøllinum.
Seinasta korterið av
dystinum í gjár brúku KÍ
spælararnir meiri tíð upp
á Filip Djordjevic enn at
royna at skjóta mál. Sjálvt
royndir menn sum Heðin
á Lakjuni kláraðu ikki at
lata verða við at kjeglast
við Filip, sum ikki tykist
taka tað nær.
Filip Djordjevic var
ikki ein væl dámdur harri
í Klaksvík, tá dómarin
bríkslaði fyri seinastu
ferð, men sannleikin er,
at hann er akkurát tað KÍ
hevur brúk fyri í løtuni.
Einum spælara, sum at
síggja til, ikki letur seg
ávirka av umstøðunum,
torir at taka bóltin til sín,
bjóðar av og fær hinar
spælararnar
at
missa
høvdið.
Í gjár vann Filip á KÍ –
bæði so og so.
Filip »Suarez« Djordjevic