mánadagur 5. august 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Koppaði í evstu løtu
Dysturin millum NSÍ og ÍF kundi farið báðar vegir ella endað javnur, men í evstu løtu koppaði
alt til NSÍ, sum seks minuttir inn í yvirtíðina tryggjaði sær sigurin við brotssparki
NSÍ
2 (1)
ÍF
1 (1)
Hilmar Jan Hansen
Meira enn nakar annar, so
hevur ÍF í ár verið liðið, ið
er komið afturíaftur í fleiri
dystum – enntá fleiri ferðir
upp í slag. Men tá fuglfirð
ingar í gjár vóru og vitjaðu
runavíkingar
á
lántum
heimavølli í gjár, hendi júst
tað øvugta, tí til fimm min
uttir vóru eftir, hevði ÍF trý
stig í hondini, men endaði við
ongum.
Ikki var stórt meira enn ein
minuttur farin av dystinum,
so hevði heimaliðið lagt seg á
odda við einum dreymahøggi
frá nýggja verjuspælaranum,
Andras
Brixen
Vágsheyg,
sum bleiv púra leysur eftir
eitt innkast í høgru síðu, og
løtuna eftir tað kundi NSÍ
saktans fingið eitt mál aftrat,
men Jákup Mikkelsen vardi
væl fyri.
So líðandi tóktist ÍF seta
seg á alsamt meira av spæl
inum, og løn fyri stríðið
fingu fuglfirðingar smáar
10 minuttir fyri hálvleik, tá
Øssur Dalbúð var hægstur
eftir hornaspark í vinstru
síðu og javnaði til 1-1.
Gestirnir stóðu fyri nógv
um restina av fyrra hálvleiki
og fyrstu løtuna eftir steðgin,
tá teir eisini mestsum beinan
vegin løgdu seg á odda 2-1
við einum máli frá Boga R.
Petersen, ið tók av við aftaru
stong eftir sending innfyri úr
høgru síðu.
– Tað var øgiliga skuffandi
at koma afturum beinan
vegin í dystinum, men vit
fótaðu okkum og spældu væl.
Vit vistu, at vit kundu fáa eitt
mál upp á deyðbóltar, tí vit í
miðal eru hægri enn teir. Vit
fingu javnað fyri steðgin og
komu so á odda við einum
góðum
máli
stutt
eftir
steðgin, segði ÍF-venjarin,
Albert Ellefsen, eftir dystin.
– Eg haldi sjálvur ikki, at
vit fingu tamarhald á dyst
inum tá. Tvørturímóti kom
panikkur í, tí NSÍ arbeiddi
øgiliga hart, og tað gav úrslit
hjá teimum til endans. Enn
eru tó níggju dystir eftir, so
alt er ikki liðugt enn, hóast
vit hesaferð mistu stig.
Spennandi endi
Hetta var eisini júst tað, sum
hendi, tí í seinna hálvleiki
koyrdi dysturin leingi í ein
um slagi av tómgongd, tí
gott spæl sást bara í løtum.
Ikki var altíð so gott skil á,
og ta einu løtuna fór alt upp
í skúm og fleiri gul kort fullu.
Men sum dystinum leið, legði
NSÍ meira og meira trýst
á, og tað gav so úrslit ímóti
endanum.
Fimm
minuttir
vóru
eftir, tá Jákup Mikkelsen
ikki kláraði at halda einum
høgum bólti, og so var inn
skifti Haraldur R. Højgaard á
honum og fekk prikað bóltin
inn til 2-2. Og so bleiv tað
brádliga sera spennandi, tí
NSÍ koyrdi nógv á, og tað gav
eisini møguleikar í báðum
endum.
Seks minuttir blivu lagdir
aftrat, og tá Klæmint A. Olsen
fyri triðju ferð fór um koll inni
í ÍF-brotsteiginum, peikaði
dómarin, Páll Augustinussen,
á
brotssparksblettin.
Klæmint, ið fekk viðger eftir
fallið, mátti útum og kundi
ikki skjóta sjálvur, so í staðin
bleiv tað Einar Tróndargjógv,
sum so seint um í 96. minutti
kundi seta bóltin í netið við
einum hørðum skoti, so NSÍ
vann 3-2.
– Hetta var tað, vit fóru
eftir og vónaðu, og vit eru
glaðir fyri at standa eftir
sum vinnarar. Men vit vita,
at ÍF er næstfremsta liðið í
kappingini og hevur eitt gott
lið, so vit høvdu eisini trupul
leikar í løtum. Bæði liðini eru
sterk upp á deyðbóltar, so
dysturin lá leingi og vigaði
á slíkum støðum, segði NSÍ-
venjarin, Heðin Askham.
– Hinvegin vil eg siga,
at hetta var nokk so rótut
og kundi farið báðar vegir.
Dysturin var so mikið opin
í seinna hálvleiki, at eitt mál
lá og lúrdi alla tíðina, og at
eitt so kom aftrat, kundu
vit sjálvandi bara vera glaðir
fyri. Men eg haldi, at tað
arbeiðið, vit hava gjørt síðsta
mánaðin, nú gevur úrslit.
hilmarjan@sosialurin.fo
NSÍ - ÍF 3-2 (1-1)
1-0: Andras Brixen Vágsheyg 1.
1-1: Øssur Dalbúð 36.
1-2: Bogi R. Petersen 51.
2-2: Haraldur R. Højgaard 85.
3-2: Einar Tróndargjógv br 90.+6.
Dómari: Páll Augustinussen
– Tað var nakað heilt ser
ligt at koma inn á Svanga
skarði og spæla í gulum
búna, og so eisini at koma
inn og vera við til at venda
dystinum. Eg sá, at Einar
skjeyt eitt innlegg, sum var
eitt sindur kiksað, og sum
Jákup ikki loftaði ordiliga,
so eg koyrdi eftir honum,
tí hasin bólturin skuldi
bara inn, segði Haraldur
Reinert Højgaard, sum í
summar skifti frá B68 til
NSÍ, og í gjár var mað
urin, ið javnaði til 2-2. At
so eftirnavnið var skeivt
stavað á bakinum á búna
num, mundi gera minni…
hilmarjan@sosialurin.fo
Skuldi bara inn
Einar Tróndargjógv hevur skorað til 3-2 upp á brotsspark langt úti í yvirtíðini og verður fagnaður av Jann
Martin Mortensen, meðan Bartal Eliasen og Jákup Mikkelsen aftanfyri lata kropsmálið tala
Myndir: Hilmar Jan Hansen