mánadagur 5. august 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
TB
1 (0)
HB
5 (3)
Jóannes Hansen
– Vit hava besta fólkið og
besta liðið. Tað er upp til okk
um sjálvar at gera av, um vit
vinna dystirnar. Tað gera vit,
um vit fara í arbeiðsklæðini.
Soleiðis segði HB venjarin,
Odddbjørn Joensen, tíðliga í
ár. Tá kendist hetta kanska
at vera mest sum ov nógv
sjálvsálit. Oddbjørn Joensen
segði hetta eftir fyrsta umfar,
tá ið grannauppgerðin ímóti
B36 endaði 1-1, og gongdin
síðani hevur víst, at venjarin
hevði grein í sínum máli.
Sjáldan er tað komið
fyri, at eitt lið hevur ligið
so væl á kósini fram ímóti
meistaraheitinum, sum HB
er tað í ár. Hetta varð aftur
staðfest í gjár, tá ið HB
við trivaligum 5-1 sigri við
Stórá í Trongisvági økti um
stigamunin aftur til einasta
kappingarneytan, ÍF, sum nú
er tíggju stig aftanfyri HB.
Ein triðingur – níggju um
før – resta av ársins lands
kapping. Trý tey síðstu um
førini eru í oktober. Soleiðis
sum gongdin hevur verið
nógvu tær seinastu ferðirnar
og serliga, sum hon var hesa
ferð, so er tað rættuliga sann
líkt, at HB fer at hava tryggj
að sær FM heitið, áðrenn
september mánaði verður
liðugur. Kanska verður tað
á mikkjalsmessu, 29. sep
tember, tá ið 07Vestur verður
gestur hjá HB í Gundadali, og
kanska verður tað fyrri enn
so!
– Teir vóru ágangandi
fyrsta korterið, tá ið teir
pressaðu okkum frammar
laga á vøllinum. Hetta hevði
við sær, at tað var tungt
hjá okkum at fáa orduligt
fótbóltsspæl í lag, men vit
fótaðu okkum so við og við,
og tað hjálpti væl, tá ið vit
tíðliga løgdu okkum framum.
Tá ið vit lítlu løtuna undan
steðginum tvær ferðir øktu
um leiðsluna, kendist tað
soleiðis, at tað skuldi ganga
heilt illa í 2. hálvleiki, um vit
skuldu missa leiðsluna, stað
festir HB venjarin, Oddbjørn
Joensen, sum rósar sínum
monnum fyri gott avrik:
– Vit eru so vanir við
hetta slagið av dystum. Á
ólavsøku royndi NSÍ hetta
ímóti okkum í Gundadali,
so vit hava royndirnar í hes
um slagi av fótbólti. Tá ið
vit skoraðu, lætti tað, og eg
haldi, at spælararnir sýndu
sera góðan hugburð, og teir
arbeiddu væl saman sum
eitt lið.
Fullsett lið
HB er tíggju stig frammanfyri
ÍF, sum er næstfremst, og HB
hevur ógvuliga góða mann
ing. Á ólavsøku var Símun
Samuelsen trífaldur mál
skjútti. Hesa ferð var hann
leikbannaður, men tað sást
ikki aftur á tann hátt, at tað
bilaði við málskjótingini.
Kristin R. Mouritsen setti
hol á, tá ið eitt korter var
farið. Lítla løtu undan steðg
inum varð alt avgjørt, tá ið
fyrst Christian R. Mouritsen
økti til 2-0, og tá ið síðani væl
upplagdi miðvallarin Heini
Vatnsdal eftir gott einmans
avrik økti um munin til 3-0.
At HB bonkurin er breiður
sást eitt nú aftur í, at hesa
ferð var Pál Mohr Joensen í
miðverjuni, meðan Gunnar
Haraldsen sat uttanfyri. Og
har sótu eisini málverjin Hans
Jørgensen, sum fyri stuttum
fekk landsliðsboð, Páll Mohr
Joensen, Bárður Johnson
Heinesen og Tróndur Jensen.
Ivaleyst høvdu teir allir verið
sjálvskrivaðir á besta liðnum
í flestu feløgum.
Tungt hjá TB
Fyri fimtu ferð á rað noyddist
TB av vøllinum uttan at hava
vunnið stig. Liðið er undir
strikuni, og tað kennist sjálv
andi tungt, og tað verður ikki
minni tungt, nú tryggi aftasti
skansin Ivan Stojkovic verður
leikbannaður sunnudagin í
Streymnesi, tí hann eftir ein
tíma varð vístur av vøllinum,
eftir at hann uttanvert brots
teigin óregluliga hevði steðg
að mótstøðumanni.
Hugburðurin var annars
góður, og liðið vísti vilja at
stríðast. At munurin gjørd
ist so stórur sum 5-1 komst
av, at í staðin fyri at binda
um og bara at verja, so spenti
TB eisini í 2. hálvleiki álops
bogan.
Bill Jacobsen setti sín dám
á við at hava kantspælararnar
Dan Mortensen og Ragnar
Tausen millum teir fyrstu
ellivu. Teir arbeiddi nógv,
men teir vóru ikki á vøllinum
alla tíðina.
Ragnar Tausen noyddist
av vøllinum, tá ið nýggjur
málverji varð settur inn í
staðin fyri Ivan Stojkovic.
Tað var Askel Berg, sum í
síðsti viku fylti 17 ár. Í fýra
dystum hevur hann vart
TB málið í 1. deild. Hetta
var fyrsta ferðin yvirhøvur,
at hann var á besta liðnum.
HB
liðformaðurin,
Fróði
Benjaminsen, sta HB liðfor
maðurin, Fróði Benjaminsen,
festi sigurin við tveimum
málum. Harvið er hann
saman við Símuni Samuelsen
HB toppskjútti við níggju
málum.
Poul
Ingason
minkaði
um munin til 3-1 við góðum
stútara eftir innlegg frá
Dan Mortensen. Tá var 2.
hálvleikur tíggju minuttir
gamal, og TB kendist fáa
mót av nýggjum. Men HB var
eirindarleyst.
Toppliðið fór norður við
øllum stigunum, og ivaleyst
tilvitað um, at boksspælarin,
sum skal til fyri at gera liðið
uppaftur meiri komplett,
er at finna á Tvøroyri. Poul
Ingason
verður
sannlíkt
tann næsti suðuroyingurin,
sum verður fiskaður til
Havnar. Fyrireikað verður til
europeisku
meistarakapp
ingina næsta ár. Oddbjørn
Joensen kann seta sjálvstýr
aran til at orna FM 2013!
joannes@sosialurin.fo
fótbóltur
HB hevur sett sjálvstýraran til
Eingin og einki
tykist megna at
forða HB á leiðini
fram ímóti FM
heitinum, meðan
TB nú skal ansa
sær fyri ikki at
flyta niður
TB - HB 1-5 (0-3)
0-1: Kristin R. Mouritsen 14.
0-2: Christian R. Mouritsen 40.
0-3: Heini Vatnsdal 43.
1-3: Poul Ingason 55.
1-4: Fróði Benjaminsen 67.
1-5: Fróði Benjaminsen 87.
Dómari: Lars Múller
Myndir: Áki Bertholdsen
TB flytur niður 1 deild, tíverri.
Heilsan ein skuffaður tvøramaður
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: